týsdagur 6. oktober 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ALING
Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin
í
Hvalbiar
kommunu,
Trúgvi
Gud
mundarson, dylur ikki fyri, at
bæði hann sum borgarstjóri
og kommustýrið í síni heild
eru ógvuliga positiv og spent
um ætlaðu alingina á Hval
biarfirði.
– Vit hava bæði beinini
á jørðini her í kommununi,
men vit arbeiða miðvíst við
at gera umstøðurnar kring
havnalagið og vinnulívið
betri. Tí hava vit eisini út
vegað TG Seafood betri pláss
kring virkið og hava tikið
nøkur neyst niður á nær
liggjandi økinum. Tey, sum
ynskja at fáa neystini upp
afturbygd, fáa møguleikan
til nýggj neyst í Nesi, og her
er sáttmáli undirskrivaður
við byggifelagið Norðberg &
Norðberg.
Trúgvi sigur, at onkur
neyst verða bygd uppaftur,
og í øðrum førum fáa tey,
sum áttu neyst, men ikki
vilja hava tey uppaftur, end
urgjald frá kommununi.
Væl egnaður
Trúgvi Gudmundarson sigur
seg hava skilt, at úrslitini
frá aldumátingunum, sum
alifelagið
Faroe
Farming
hevur gjørt á Hvalbiarfirði,
eru positiv og vísa, at fjørð
urin er væl egnaður til aling.
– Eg havi eisini skilt,
at fjørðurin hevur góða
útskifting av sjógvi, har
nýggjur sjógvur kemur inn
við norðara landinum og
fer út við aftur við syðra
landinum. Soleiðis verður
mett, at fjørðurin í stóran
mun reinsar seg sjálvan.
Sambært teimum úttalils
um, sum borgarstjórin hev
ur lagt oyruni til, er Hval
biarfjørður helst sera væl
egnaður sum alifjørður.
Hann sigur, at aliøkið,
sum arbeitt verður við, ligg
ur uttan fyri Boðan á fjørð
inum.
– Faroe Farming hevur
fingið tilsøgn um loyvi at
ala á Hvalbiarfirði, men í
kommununi eru vit ótolnir
eftir, at øll viðurskifti í hes
um sambandi skulu koma
upp á pláss, so gongd kann
koma á.
Trúgvi
Gudmundarson
vísir á, at enn liggur eingin
royndaraliringur úti, men
hann vónar, at høvi verður
hjá alifelagnum at roynd
arkoyra fjørðin, nú veturin
stundar til.
– Vit halda, at málið
hevur drigið ov langt út hjá
myndugleikunum, og nú eru
vit farin at ótolnast, leggur
hann aftrat.
Hjartapumpan
Borgarstjórin leggur aftrat,
at alt bygdaráðið bíðar í
spenningi eftir, at skjøtil
verður settur á aling á Hval
biarfirði.
– Jú, vit eru ógvuliga
spent, og vit síggja positivt
upp á hesa avbjóðing, har
okkara lutur í kommununi
ikki skal liggja eftir. Vit
ásanna, at vinnulívið er
hjartapumpan í kommununi.
Tí fegnast vit eisini um, at
Faroe Farming kemur her at
ala, sigur Trúgvi Gudmund
arson.
ÓGVULIGA SPENTIR UPP
Á ALING Á HVALBIARFIRÐI
– Eg havi skilt, at Hvalbiarfjørður er væl egnaður til aling, og eg vóni, at
myndugleikarnir fara at bera skjótt at, soleiðis at gongd kann koma á aling her á
fjørðinum, sigur borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Trúgvi Gudmundarson
Vilmund Jacobsen
Á Vágsfirði eru trý aliøki,
sum skift verður ímillum
og aliringarnir, sum í løtuni
liggja út fyri Froðba, verða
í næstum sleipaðir inn móti
Øravík, har aliøkið hevur
ligið brakk í trý fjórðingsár.
Tað passar eisini alifelag
num væl, at ringarnir út fyri
Froðba, sleppa inn á slættari
sjógvi at liggja, nú veturin
stundar til.
Sosialurin hevur í dag
roynt at fáa fatur á Egili
Steintórssyni, sum stendur
á odda fyri alingini hjá Faroe
Farming í Suðuroy, men
hann var tíverri ikki at hitta.
Vit vænta tó at fáa orð á
hann í einum øðrum umfari.
Aldumátingar
Sosialurin hevur tó skilt, at
Faroe Farming hevur gjørt
aldumátingar á Hvalbiarfirði
í eini tvey ár, og sambært tí,
sum borgarstjórin í Hvalbiar
kommunu,
Trúgvi
Gud
mundarson hevur skilt, hava
royndirnar
av
fjørðinum
sum komandi aliøki verið
positivar.
Aldumátari á Hvalbiarfirði í tvey ár
Faroe Farming hevur í løtuni aling á Trongisvágsfirði, Hovsfirði og á Vágsfirði, har Lopransfjørður er íroknaður
– Vinnulívið er hjartapumpan í Hvalbiar kommunu, og nú gleða vit okkum til, at aling á Hvalbiarfirði
eisini verður veruleiki, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Aliringarnir, sum í løtuni liggja út fyri Froðba (sí mynd)
verða í næstum sleipaðir inn móti Øravík
Mynd: Vilmund Jacobsen