týsdagur 6. oktober 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. oktober 2015 · Nr. 115
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Halt um tíni penslabørn,
kín teimum og lat tey dansa
ein fagnaðardans,
undir tínari hond, nú tú verður sjeyti.
Dansa ein vals, ein foxtrot ella reinlendara!
Ikki at forgloyma - ein føroyskan dans
um løriftið
í einum føstum stevi,
sum lyftir aldudrag,
boðabrot og bylgjukamb
í hasi og vasi,
í einum inn – og útsúgi,
upp í litríkum hjóma,
sum vit hóma,
tá ið brimið stendur í grasi.
Vallingar og lygnir brosa.
Kanska er slætt útiá,
og landbrimið lesur Faðir vár,
tá kemur motorbáturin
glintandi inn ímóti
lendingini millum bogar og sker
og tosar sítt aldargamla
frummál við flúr, fles og tanga.
Bygdarfólk standa og pranga,
skottast á bakka,
hella nakka og vanga,
síggja fólk koma og fara
og góðs og sekkir,
seyð og leysafæ
nema við mannahendur
umborð og í land,
um bygdastrendur og rendur.
Strokini fúka undan eini sjeyti
ára gamlari hond.
Hetta eru penslabørn Amariels,
sum dansa ein litríkan dans.
Hjartaliga til lukku
við pápa tykkara!!!
Frits
Amariel Norðoy sjeyti ár 9. oktober
Símun Pauli Jacobsen
Í Lukas evangelium
finna
vit
nakað
áhugavert í sam
bandi við kristiliga
tænastu: »Ein av
fólkinum segði við
hann: »Meistari, sig við bróður, at
hann skal skifta arvin við meg!«
Men hann segði til tey: »Menniskja!
Hvør hevur sett meg til dómara
yvir tykkum ella at skifta tykkara
millum! So segði hann við tey:
»Síggið til og varðið tykkum fyri
allri havisjúku! Tí lívið hjá ongum
stendur í tí, sum hann eigur, um
hann so hevur almikið góðs«.
Hetta var nakað av eini roynd.
Ein maður kom við einum fíggjar
ligum trupulleika til Jesus. Tá
í tíðini var tað siður, at um ein
maður átti tveir syndir, so skuldi
faðirins ogn verða skift soleiðis
millum synirnar, at tann eldri fekk
tveir triðingar, og tann yngri ein
triðing av ognini. Í hesum føri var
tað kanska soleiðis, at tann yngsti
kravdi meira enn ein triðing, ella
enn eldri hevði fingið meira, enn
hann skuldi hava. Tað er ikki hugs
andi, at tann eldri kundi koma
til Jesus við einum órættvísi
krávi. Krávið var nokk rættvíst,
men hvat svaraði Jesus. Hann
segði: »Menniskja! Hvør hevur
sett meg til dómara ella skiftara
hjá tykkum?« Eitt løgið svar. Her
kemur ein maður við einum veru
ligum fíggjarligum trupulleika, og
so verður hann soleiðis settur til
síðis. Møguliga fór hann heim til
sínar vinir og greiddi teimum frá, at
Jesus als ikki var áhugaður í sosial
um viðurskiftum.
Hetta var vreuliga ein fíggjar
ligur trupulleiki, ein trupulleiki,
sum kirkjan ofta tosar um. Tók
Jesus henda fíggjarliga spurning
til gjølla umhugsan? Nei. Hann
svaraði: »Menniskja! Hvør hevur
sett meg til dómara ella skiftara
hjá tykkum?«
Kristilig ábyrgd
Hetta ljóðar sum eitt paradoks, men
tað er tað ikki. Sum kristin hava
vit ábyrgd av tveimum tingum.
Tað fyrsta er at boða Jesu Kristi
evangelium. Tað seinna er at um
seta kristindómsins prinsippir í
teimum sosialu viðurskiftum.
Jesus lærdi, at hin kristni er
jarðarinnar salt. Jesus nevndi salt,
tí salt gevur smakk til matin. Stór
nøgd av mati vildi farið til spillis,
um einki salt var. Tá tey kristnu eru
burtur, skalt tú síggja, hvat kaos
vildi verði bert eftir einum degi.
Jesus segði eisini: »Tit eru heim
sins ljós«. Tað verður framvegis
myrkari í okkara heimi, og tað er
bara eitt satt ljós, sum lýsir, Jesus
Kristus. Jesus sjálvur kom fyri at
lýsa soleiðis at menniskjuni skuldu
síggja Gud gjøgnum hann. Hans
ara eftirfylgjarar skulu útstrála
hansara ljós. Hann segði: »Latið so
leiðis tykkara ljós lýsa fyri menn
iskjunum.
Kristus segði, at heimurin var
økið, har saltið og ljósið skuldu
virka. Teir trupulleikar, vit standa
yvirfyri í dag, eru nógv álvarsamari
enn mangur hugsar, og hvør einasti
kristin hevur eina ávísa ábyrgd.
Tann kristni er borgari í tveimum
heimum. Skriftin sigur tí, at hann
ikki einans skal biðja fyri teimum,
sum hava politiskan myndugleika,
men hann skal eisini gera sítt besta
fyri tað land, hann livur í. Tann
kristni er tann einasti veruligi
ljósbari í heiminum. Men júst sum
tað er ein vandi í, at saltið kann
missa sína kraft, so er eisini ein
vandi í, at ljósið kann verða burtur
í myrkrinum, um tað ikki lýsir. Tey
fyrstu kristnu vóru lýsandi vitnir.
Heimurin kann kjakast um eina
trúarvissu, men ikki um eitt broytt
lív.
Hetta er eitt úrslit av tí einfalda
Jesu Kristi evangelium, tá tað verð
ur boðað í Heilaga andans kraft og
myndugleika. Tann kristni skal
ikki einans fylgja Kristusi og læra
av honum, hann má eisini handla.
Heimurin dømir hin kristna eftir
hansara lívi, ikki eftir hansara
trúgv. Hansara verk avspegla hans
ara trúgv. Apostulin Jakob segði.
Men ein kann siga: Tú hevur trúgv,
eg havi verk. Vís mær tína trúgv
uttan verk, og eg vil vísa tær mína
trúgv av mínum verkum. Ein evan
gelistur varð einaferð spurdur, um
hann ikki meinti at heimurin bleiv
verri og verri. Hann svaraði: »Um
tað er soleiðis, at heimurin verður
verri og verri, so má tað vera hóast
Kristi evangelium, og tey sum
trúgva á hann«.
Kelda: Billy Graham: Verden i Flammer.
Kristilig tænasta
KJAK
Tøkk
Vit takka tykkum øllum, sum gjørdu
silvurbrúdleypsdagin hjá okkum 13. juni so
hugnaligan og ógloymandi.
Takk fyri gávur, heilsanir, góðar talur, sangir og
gott undirhald.
Takk fyri tit øll, sum hjálptu til á ymsan hátt.
Kærastu heilsanir
Fríðbjørg og Albert