Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingablað frá miðlahúsinum oktober 2015 4 Tað var fult hús í SMS hóskvøldið í farnu viku, tá ið stóra heystmótakvøldið var á skránni. Handlarnir í SMS høvdu skipað fyri stórari mótasýning, har alt tað nýggjasta innan mótaheimin bleiv víst fram. Og áhugin fyri at síggja nýggjasta mótan var sera stórur, tí SMS var á tremur við fólki til móta­ sýn­ingina. Eftir mótasýningina høvdu flestu handlar í SMS opið við serligum tilboðum og góðum avsláttri, og størsti parturin av teimum vitjandi nýtti eisini høvið til at støkka inn á gólvið í ymsu handlunum og gera sær dælt av góðu tilboðunum. Fyri kortum kom nýggja FIFA-spælið á marknaðin. Talan er sjálvsagt um kenda FIFA 16 spælið, sum bæði børn og ung høvdu bíðað eftir í spenningi. Tá ið spælið kom á marknaðin í farna mánað, hevði Expert í SMS, sum selir spælið, midnáttar­ opið. Tað vil siga, at handilin lat upp beint eftir midnátt tann dagin, tá ið spælið varð sett til sølu. Long bíðirøð var uttan fyri Expert hesa náttina, og fleiri hundrað spøl fóru um handilsdiskin. SMS hevur í fleiri ár skipað fyri kapping í kenda FIFA spælinum á Torginum, og undirtøkan hevur altíð verið góð. Nú er tíðin so aftur komin til at kappast í kenda spælinum. Fríggjadagin og leygardagin verður kapp­ast á Torginum, og vinnarin fær eitt gávukort á heili 3.000 krónur, sum kann brúkast í øllum handlum í SMS. Tey, ið hava hug at taka lut í kappingini, kunnu tekna seg á expert.fo/fifakapping. Fult hús til mótakvøld Midnáttaropið í Rit og Rák FIFA kapping Í farnu viku var vælveruvika í SMS, og tá var millum annað skipað fyri einum stórum mótakvøldi. Og heilt nógv fólk vitjaðu hetta kvøldið Farna mánakvøld hevði Rit & Rák midnáttaropið Á midnátt mánakvøldið lat Rit & Rák kassarnar upp, so fólk fingu høvi at keypa spildurnýggju mynd­prýddu skreytútgávuna av Harry Potter og vitramanna­steinurin, beinan vegin hon var tøk. Týsdagin 6. Oktober var altjóða útgávudagur. Tað merkir, at bókin kom út samstundis í øllum londum. Jim Kay, sum hevur myndprýtt bøkurnar er framúr góður teknari. Tá hann var valdur tekna til bókina segði Joanna Rowling soleiðis: – At síggja myndirnar hjá Jim Kay rørdi meg ógvuliga djúpt. Eg eri so fegin um hansara tulking av verðini hjá Harry Potter, og eg kenni tað sum ein heiður og eg eri takksom fyri, at hann gevur okkum burtur av sínum gávum.