Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. oktober 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingablað frá miðlahúsinum oktober 2015 6 Tað er nógv ymiskt á skránni alla vikuna, tá ið Heyst­fagnaður er í SMS alla komandi viku. Hvør dagur er á tremur við ymiskum áhugaverdum tiltøkum, sum eru ætlað bæði stórum og smáum. Grava í moldini Eitt av teimum tiltøkum, sum er á skránni hvønn dag í vikuni, er tiltakið Grava í moldini. Her er talan um, at seks ymiskir kassar verða settir upp á Torginum í SMS. Í kassunum er mold og eisini steinar, og so er møguleiki hjá børnunum at grava, merkja og leita eftir ymiskum lutum í moldini. Talan er um eitt slag av eini sansiuppliving fyri børnini. Tá ið børnini hava roynt at grava í moldini, eru eisini spurnarbløð, sum tey kunnu fylla út, og sum relatera til tað, ið tey júst hava roynt. Ljóskassar Umframt møguleikan fyri at grava í moldini, so verður eisini møguleiki at royna nakrar ljóskassar hvønn dag í vikuni. Talan er um tveir ymiskar kassar. Annar teirra er eitt slag av skuggaspæli, har fólk uttan fyri kassan kunnu taka mynd av skugganum av per­són­unum inni í kassanum. Hin kassin er eitt rættiliga ljótur kassi uttan, men tá ið tú kemur inn í kassan, er tað sum at trína inn í eina heilt aðra verð. Í báðum førum er talan um ljósspæl, so her er eis­ini talan um nakrar sansiupplivingar. Gera eina søgu á Torginum Eitt rættiliga forkunnugt tiltak verður á Torginum mánadagin. Tá fara tey bæði Elin á Rógvu og Janus á Húsagarði saman við børnunum at gera eina søgu. Hetta verður skipað á tann hátt, at Elin á Rógvu, sum jú er kend og virðislønt fyri sínar barnabøkur, úti á Torginum fer at skriva eina søgu saman við børnunum, sum eru hjástødd. Janus á Húsagarði, ið er kendur sum ein serstakliga dugnaligur teknari, fer síðani at gera myndir til søguna. Tá ið søgan er liðug fortald, hevur man eisini myndir til hana, og ætlanin er, at hesar myndir skulu hangast upp í SMS aftaná. Framsýningar alla vikuna Umframt tey mongu tiltøkini, sum verða ymsu dag­ ar­nar, so eru eisini tvær ymiskar listafram­sýn­ingar á skránni í SMS alla vikuna. Talan er um eina myndaframsýning hjá Jóanis Sørensen. Her er talan um myndir av Norðlýsinum, og júst hesar myndir verða eisini brúktar í fyri­ lestr­inum, sum Pól Jespersen fer at hava í Rit og Rák mána­kvøldið. Tá fer hann at hugleiða um ljós í stjørnu­frøðiligum høpi. Hin framsýningin verður við Brandi Patursson, ið er sonur kenda listamannin Trónd Patursson. Alt SMS verður eitt sindur myrkari enn vanligt í komandi viku, tí ljósið verður dempað, og so fer Brandur at seta fleiri av sínum installatiónum upp í SMS. Tær verða settar fram og geva eitt sindur av ljósi. Hóskvøldið fer Brandur so eisini at hava ein fyri­ lestur um, hvussu hann arbeiðir við síni list. Norskt vísindasirkus Komandi vika er heystfrítíð, og í tí sambandi hava Søvn Landsins eisini sítt átak, sum verður nevnt Savns­fagnaður. SMS samstarvar við Søvn Lands­ins í hesum sambandi, og tí fara vitjandi í SMS eisini at fáa høvi at uppliva eitt norskt vísinda­sirkus, sum kemur á vitjan í SMS týsdagin. Vísinda­sirkusið vitjar i Føroyum í sambandi við Savns­fagnaðin. Hósdagin sleppa børn eisini at fáa nakrar lív­ frøði­royndir, tá ið tey kunnu koma í SMS at síggja skordýr í sjóneyku. Hetta er eisini gjørt í sam­starvi við Søvn Landsins. Nógv annað er á skránni alla vikuna. Eitt nú verður møguleiki at uppliva og ikki minst at smakka ymiskar blómur, sum vit hava í Føroyum. Tónleikur verður eisini á Torginum, og eitt nú fer unga songkvinnan Jóhanna N. Niclasen at fram­føra leygardagin klokkan 12. Bubu vitjar eisini Eitt, sum altíð lokkar nógv børn at vitja, er klovn­ urin Bubu, og hann kemur á vitjan leygar­ dagin. Bubu hevur júst givið eina nýggja fløgu út, og hann fer ivaleyst at spæla okkurt av nýggju fløgu síni, tá ið hann kemur á Torgið at vitja leygardagin klokk­an 14. So alt í alt er ein ørgrynna av nógvum ymiskum spennandi á skránni alla komandi viku í SMS. Ljós og jørð á breddan í SMS Í komandi viku er Heystfagnaður á skránni í SMS, og yvirskriftin til vikuna er ljós og jørð. Lagt er upp til, at gestir í SMS kunnu fáa eina sansiuppliving við bæði ljós og jørð, tá ið tey vitja í SMS alla vikuna Brandur Patursson, ið er sonur navnframa Trónd Patursson, fer at hava fram­sýning í SMS alla vikuna Bubu vitjar á Torginum leygardagin