hósdagur 8. oktober 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 116
4
Afturvendandi Mentanarnáttin
á Fólkatingi verður í ár
fríggjakvøldið 9. oktobur frá kl.
18.00 til 00.00
Í hesum sambandi bjóða nývaldu fólka
tingslimirnir, Magni Arge og Sjúrður Skaale,
øllum vælkomnum á Christiansborg at eta
føroyskan mat, lurta eftir føroyskum tónleiki
og hoyra undirhaldandi politiskt kjak.
Kokkurin Christian Nebel borðreiðir við
føroyskum hvítanýrum frá Krás og laksi
frá Bakkafrost.
Á tónleikaskránni verða Marius, Páll
Finnur Páll (unplugged) og Jóhanna
Norðberg Niclasen.
Umframt hetta verður lætt og undir
haldandi politiskt kjak millum teir báðar
fólkatingslimirnar úr Javnaðarflokkinum
og Tjóðveldi.
Fyriskiparar
vænta, at
nógvir gestir
koma og
tí verður
mælt til
at koma
í góðari
tíð..
Fyrr í summar varð nógv gjørt
burtur úr, at fólkatalið var farið
upp um 49.000 fólk.
Tann 1. august var fólkatalið í Føroyum
komið upp á 49.181 fólk. Men tað vardi ikki
leingi, tí longu ein mánað eftur, tann 1.
september, var fólkatalið fallið niður aftur
á 48.979 fólk.
Hetta kom ikki óvart á, tí nettupp
august er tann mánaði, tá ið fráflytingin
er størst við tað, at nógv ungfólk fara
uttanlands at lesa.
Minkingin í august í ár er kortini nógv
minni enn vanligt er fyri hendan mánaðin
– og tað var hon eisini í fjør.
Árini 2009 til 2013 var nettofráfráflyt
ingin í august oman fyri 400 fólk, men hon
var um 200 fólk í august 2014 og 2015.
Sostatt heldur tann gongdin fram,
sum vit hava sæð síðstu tvey árini, har
fráflytingin er minkandi.
Tað gjørdi, at gongdin í fólkatalinum
vendi til ein lítlan fólkavøkstur í 2013 við 117
fólkum, og ein munandi fólkavøkstur í 2014
við 525 fólkum.
Hendan gongdin er á leið tann sama nú
í 2015.
Hagstovan sigur, at í tólv-
mánaðarskeiðinum frá 1. sept. 2014, til
1. sept. 2015, hevur verið ein vøkstur í
fólkatalinum á 510 fólk.
– Tað kemur av einum burðaravlopi
á 231 fólk, og eini nettotilflyting á 279 í
sama tíðarskeiði, sigur Hagstovan.n størri
trupulleika fyri tey lokalu.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
5-10 m/s
5-10 m/s
10-15 m/s
8-13 m/s
2-7 m/s
10-15 m/s av vestri, minkandi til 5-10
m/s av útsynningi. Fyri tað mest turt
og møguleiki fyri nakað av sól. Hitin
um 10 stig. Um náttina 5-10 m/s av
útsynningi. Skýggjað og møguliga regn.
Hitin millum 7 og 10 stig.
8-13 m/s av suðri og útsynningi, sum
fer í vestan. Skýggjað og nakað av regni.
Hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina
5-10 m/s av vestri, sum minkar til 2-7
m/s. Mest skyggjað, men fyri tað mesta
turt. Hitin millum 3 og 8 stig.
2-7 m/s av landsynningi, vaksandi
til 5-10 m/s. Mest skýggjað
og nakað av regni. Hitin um 10
stig. Um náttina 8-13 m/s av
landsynningi. Skýggjað, men turt
fyri tað mesta. Hitin millum 7 og
10 stig.
Mánadagur
8-13 m/s av útsynningi, vaksandi
upp í 10-15 m/s, um nattina upp í
18 m/s. Turt og møguleiki fyri sól.
Hitin um 10 stig..
Týsdagur
13-18 m/s av útsynningi,
minkandi niður í 8-13 m/s.
Skýggjað og regn ella ælaveður.
Hitin um 10 stig.
2-7 m/s
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Ikki banna! Vit siga heldur:
Píka rill, dekan fari, nadoy,
halga sjey, for søren, hundans
tíð...«
Sæð á Facebook:
»Ein lortur er ein lortur líkamikið hvussu pent
hann er pakkaður inn. Og kúgn er kúgan
líkamikið hvussu hóvlig og saklig orð, tey
velja at pakka hana inn í..«
Kjakast hevur verið dúgliga aftur og fram hesa vikuna um
komandi Musikkskúlan, og hvar hann skal liggja. Áður
hevur mikið kjak verið um hvat ein slíkur skúli liggur best.
Umsíðir varð tó avgerð tikin um at Musikkskúlin skuldi
liggja við Landavegin, men nú eru røddir frammi um, at
hann skal liggja á Skálatrøð. Meirilutin í býráðnum hevur
tó í vikuni vent aftur til avtaluna um, at skúlin skal liggja
við Landavegin.
Vígdis Finnbogadóttir vitjar
Føroyar. Í hesum sambandi
hevur fyrrverandi íslendski
forsetin hildið fyrilestur,
vitja í Løgtinginum,
Norðurlandahúsinum,
Fróðskaparsetrinum
og aðrastaðni. Í
Sosialinum mánadagin
er ein longri samrøða
við fyrsta kvinnuliga
forsetan í heiminum.
Hvalbiartunnilin
skal gerast áðrenn
norðoyingar fáa nýggjar
tunlar Norður um
Fjall. Tað staðfestir
Hendrik Old, sum í
vikuni fekk handað
2200 undirskriftir um
at gera tunlar Norður
um Fjall áðrenn
Bæði Sepp Blatter,
FIFA forseti og
Michel Platini
UEFA forseti eru
bannaðir frá
starvinum 90
dagar, meðan
kanningararbeiði
um muturgølurnar
verður gjørt.
Meirilutin í Tórshavnar
Býráð hevur avgjørt at
byrja upp á eina alternativa
útbygging av eystaru
bryggju. Býráðssamgongan
boðar frá, at farið verður
undir eina minni og
bíligari havnaútbygging.
Bygt verður vestureftir
og suðureftir.
Petur Háberg hevur fyri
fyrstu ferð tikið sæti
á tingi fyri Tjóðveldi.
Ruth Vang er vald til
forkvinnu í fíggjarnevnd
løgtingsins.
»Musikkskúli«
Borðreiða við hvítanýrum
á Christiansborg
Fólkatalið í Føroyum er fallið aftur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
nummarplátur skulu
klippast, tí fólk ikki
hava rindað vegskatt
499
MANGT OG HVAT
Visti tú?
Føroysku kommunurnar høvdi
67 milliónir í avlopi í 2014. Eftir
eitt hall í 2013 høvdu føroysku
kommunurnar samanlagt aftur eitt
positivt RLÚ-úrslit í 2014. Tað
er úrslit eftir rakstur, løgur og
rentukostnað.