hósdagur 8. oktober 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. oktober 2015
sosialurin 116
10
tema
Føroyskt vinnulív
merkir sviðan
Nógvar ymiskar meiningar
eru um Sea Shepherd. Fleiri
bólkar eru á Facebook, sum
eru fyri og ímóti hesum og
hasum, sum hevur við grinda
dráp og Sea Shepherd at gera.
Her sæst eitt lítið yvirlit.
»Sleppið Grindini«
Sea Shepherd
elvt til kjak
á ymsum økjum
Svartkløddu fólkini hava
pakkað saman – í øllum førum
fyri 2015. Men seinastu árini
hava tey verið javnan í Føroy
um, onkuntíð við størri ávirkan
á samfelagið enn aðrar tíðir.
Í ár hava tey fingið nógvar
dómar fyri at leggja seg uppí
grindadráp. Tað yvirlitið sæst
aðrastaðni á temasíðunum.
Spurningurin er hvørja
ávirkan teirra uppílegging hev
ur á tað føroyska samfelagið.
Ivaleyst elvir teirra hjávera til
kjak av ymiskum slag.
Vit hava í ár hoyrt, at Visit
Faroe Islands heldur tað vera
ein trupulleika, at grindalógin
viðførdi fráboðanarskyldu við
vanda fyri fongsulsrevsing, við
brot á lógina. Tað hevur elvt
til ein ótta millum ferðafólk,
sambært ferðaskrivstovunum.
Og eitt ávíst kjak hevur tikið
seg upp í politisku skipanini
um júst hesa paragraffina í
grindalógini. Summi halda
hon skal takast burtur, meðan
onnur halda, at hon skal vera
verandi. Vit hava eisini fingið
tað broyting, at grindamenn
skulu til skeið áðrenn, og øki
kring grindadráp er munandi
meira uppmerkt og avstongd í
dag, enn áðrenn Sea Shepherd
legði seg uppí.
Summi vilja vera við, at
føroyingar ikki hava merkt eins
nógv til Sea Shepherd hesaferð,
hóast dómarnir eru fleiri í tali.
Óttin fyri felagsskapinum
hevur ikki verið eins stórur,
siga summi. Men kortini hevur
mótstøðan í Føroyum móti
felagsskapinum verið at sæð
í summar. Ein, sum hevur
nýtt nógva orku uppá Sea
Shepherd, er klaksvíkingurin
Jógvan á Høvdanum. Samrøða
sæst við hann aðrastaðni á
temasíðunum. Páll Nolsøe,
kunningarráðgevi hjá lands
stýrinum hevur eisini havt
úr at gera orsaka av djóra
verndarfelagsskapinum, og í
temasíðunum hesaferð kanst
tú eisini lesa um hvussu tann
uppgávan hevur verið. Og her
á síðuni sært tú, hvussu føroy
ingar hava merkt hjáveruna hjá
Sea Shepherd, og hvussu áhald
andi kjakið hevur ávirkað okk
ara mót uppá at drepa grind.
Seinastu herskipini hjá djóraverndar
felagsskapinum Sea Shepherd er nú
farið av landinum og átakið »Sleppið
grindini« er av fyri hesaferð
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Sissal Kristiansen, eigarin av merkinum Shisa
brand, hevur upplivað mótstøðu frá útlendskum
kundum, orsaka av grindadrápi
Hon skrivar á Facebook nú um dagar
nar, at seinastu árini hevur hon ferð
ast nógv til Týsklands, og serliga
fyrstu árini var hon altíð nakað
fjálturstungin fyri at møta mótgangi
vegna grindadráp.
Í vikuni, tá Sissal var úti og vitjaði
møguligar kundar í Týsklandi, merkti
hon ágang.
»Í trimum handlum á rað bleiv
grindadráp tikið upp sum tað fyrsta,
og var tað veruliga sum at fáa ein
frammaná. Hvussu sjónvarpssend
ingarnar vóru og hvussu synd tað
var. Hetta var faktiskt einki stuttligt,
tað var køvandi og ein forðing og eg
lúgvi um eg sigi, at eg ikki bleiv kedd.
Tað er ikki ókeypis at fara á slíka ferð
og nógv arbeiði liggur í tí og er eisini
gjørt uppundir túrini og so møta
hesum! So beint nú eri eg faktiskt,
hesum viðvíkjandi, kedd í Berlin!
Tá summi vilja vera við, at vit einki
hava tapt, men heldur hava vunnið
við okkara almennu strategi – so vil
eg siga, at tað er lygn!«, skrivar Sissal
Kristiansen á Facebook.
barbara@sosialurin.fo
Ymiskar meiningar
Mynd: Privat