hósdagur 8. oktober 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 9. oktober 2015
sosialurin 116
12
Rógvi Nybo
V
ið omanfyri 100 tekning
um, sum hava rokkið út
til hundraðtúsundtals
fólk um allan heimin,
tók Jógvan á Høvdanum, yngri, við
satiru og humori einsamallur og av
sínum eintingum upp stríðið móti
Sea Shepherd og teirra herferðum í
Føroyum í summar. Tað byrjaði alt
tann 29. juni í ár, tá ein lítil grind varð
hildin til í Hvannasundi. Hetta var
tann fyrsta grindin, eftir at átakið hjá
Sea Shepherd í Føroyum 2015, Sleppið
Grindini, varð byrjað. Tá loysti eitt
lítið hugskot fyri tí, ið skuldi vísa seg
at vera eitt skiðjulop av álopum móti
Sea Shepherd.
– Tað byrjaði í Hvannasundi, tá eg
og bróðir (Símun á Høvdanum, red)
fóru í grind. Tá hugsaði eg, at tað hevði
verið stuttligt at gjørt eitt filmsbrot
meðan grindin varð skorin upp, har
eg gekk í klædningi millum hvalirnar
og har vit gjørdu gjøldur burtur úr,
at Sea Shepherd ikki fingu steðgað
drápinum. Tað filmsbrotið royndist
væl. Tá sá eg eisini, at fólk dáma væl
humor, og at hetta er eitt gott amboð
at nýta móti Sea Shepherd, greiðir
Jógvan á Høvdanum frá.
Stutt eftir teknaði Jógvan á
Høvdanum fyrstu tekningina, har
hann gjørdi gjøldur burturúr Paul
Watson. Sea Shepherd fylgja ógvuliga
væl við, hvat verður skrivað og sagt í
føroyskum fjølmiðlum, og skjótt fingu
tey eisini frænir um tekningina hjá
Jógvani. Hetta fekk øði í, og við einari
tekning sum aftursvar, bjóðaðu Paul
Watson og konan Yana Rusinovich av
til kríggj við tekningum. Hetta var ein
avbjóðing, Jógvan á Høvdanum ikki
kundi lata fara framvið.
Satira og skemt
við álvara aftanfyri
Síðani Paul Watson og frú bjóðaðu
av, hevur Jógvan á Høvdanum ikki
ligið á latu síðuni. Hann setti sær
fyri, at so leingi Sea Shepherd vóru
í Føroyum, skuldi hann tekna minst
eina tekning um dagin. Herfyri fór
síðsti sjálvbodni hjá Sea Shepherd
av landinum, og samstundis setti
Jógvan á Høvdanum eisini seinasta
pennastrokið á pappír á hesum
sinni. Tilsaman eru omanfyri 100
tekningar komnar burturúr í
summar.
Hóast skemt og satira er
ein berandi partur í amboðs
kassanum hjá Jógvani, eru
tekningarnar ikki einasta
amboðið, hann hevur nýtt.
Á Norðoya Portalinum, sum
Jógvan og bróðurin Símun
reka saman, hava teir eisini
lagt fleiri greinar út, bæði
skemtiligar, sarkastiskar
og álvarsligar. Seinastu
dømini eru innan
hýsis teldupostar hjá
Sea Shepherd, ið av
dúka teirra strategi
og møguliga kunnu
prógva ætlanir um
við vilja at bróta
landsins lógir.
Tey hava jú hoyrt
upp í saman,
at vit eru eitt
barbariskt og
drápshugað
fólkaslag. Tá
tey so koma her,
møta tey ongum
øðrum enn blíð
skapi og fyri
komandi fólki«
Í hernað móti Sea Shepherd
Eg veit
at eg
geri mun
Tekningar: Jógvan á Høvdanum, yngri
Við satiriskum tekningum, álvarsligum greinum og sakligum práti tók Jógvan á
Høvdanum, yngri, av sínum eintingum stríðið upp móti Sea Shepherd í Føroyum.
Meðan summi av teimum sjálvbodnu eru »totalt hjernadeyð« heldur stríðsmað
urin sjálvur, at tað ber til at røkka fleiri teirra við sakligum argumentum
»Tað hevur týdning fyri allar
føroyingar, at vit duga at nýta
sarkasmu og humor til at bróta
lygnirnar hjá Sea Shepherd niður«
Framhald á næstu síðu
tema »Sleppið Grindini«