hósdagur 8. oktober 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 116
37
Fiskamerki
Seinasta freist at lata fiskamerkir inn, sum
skulu luttaka í lutakasti um 12.500 kr., er
16. oktober.
Vit leita eftir einum dugnaligum og
ábyrgdarfullum deildarleiðara, ið hevur
førleika og áhuga at standa við leiðsluábyrgd
samsvarandi samtíðini.
Høvuðsuppgávurnar hjá
deildarleiðaranum eru m.a. at:
· Vera ovasti leiðari í Gøtubrá og bindilið
millum leiðaran í Heimatænastuni og
starvsfólk í Gøtubrá.
· Ráðgeva leiðaranum og vegleiða í
spurningum innan eldraøkið.
· Hava ábyrgdina av at gera fíggjarætlanir
fyri Gøtubrá og tryggja, at hesar
verða hildnar gjøgnum eina skilagóða
raðfesting og stýring.
· Fremja skilagott samstarv og samskifti
við leiðaran, starvsfólk, húsfólk og
avvarðandi.
· Tryggja, at neyðugar avgerðir verða
tiknar.
· Ganga á odda soleiðis, at Gøtugrá
frameftir verður í fremstu røð í øllum
viðkomandi viðurskiftum innan
Heimatænastuna.
Førleikakrøv:
Hevur tú útbúgving, og/ella hevur tú royndir
sum leiðari og møguliga eina umsorganar-
ella heilsufakliga útbúgving, so ert tú tann,
vit fegin vilja fáa eina umsókn frá.
Vit ynskja at tú:
· Ert rúmlig/-ur og sjónlig/-ur í
gerandisdegnum, og at tú hevur ein
jaligan og savnandi hugburð, ið leggur
dent á, at skapa góðan trivnað fyri
starvsfólk.
· Hevur førleika at kveikja og menna
starvsfólkini og virksemið sum heild. Tú
smittar við tínum íblástri og dugir at seta í
verk og at gjøgnumføra.
· Í samráð við starvsfólkini, skipar
virksemið á deildini í tryggar og góðar
mannagongdir, og at tú hevur hegni
at samskipa og at geva starvsfólkunum
ábyrgd.
· Hevur hjarta og tolsemi at stuðla
húsfólkunum og avvarðandi teirra.
Tú gongur á odda fyri at tryggja
húsfólkunum røkt og umsorgan. Og tú
sært týdningin av, at skapa ein virknan
gerandisdag, við eitt nú samveru,
nærleika og virksemi.
· Hevur umsitingarligar førleikar, ert væl
skipað/-ur og hevur lætt við at leggja teg
eftir at brúka tøkniligar skipanir. Hevur
munnligan og skrivligan málførleika
umframt telduførleika og førleika at
halda ásettan fíggjarkarm.
· Sært týdningin av at geva títt íkast til at
menna førleikarnar hjá Heimatænastuni,
millum annað í leiðslu- og
visitatiónsbólkinum. Ert fyrikomandi, og
hevur evni og vilja at samskifta við aðrar
stovnar.
· Hevur tú hesar førleikar, gleða vit okkum
at fáa umsókn frá tær.
Setanar- og lønartreytir:
Tann, sum sett/-ur verður, hevur tilvísing
til leiðaran, verður limur í leiðslu- og
visitatiónsbólkinum og tekur við starvinum
tann 1. januar 2015 ella skjótast tilber.
Starvið verður at seta sambært sáttmála við
avvarðandi fakfelag.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú
vælkomin at ringja til Kristinu T. Larsen,
leiðara, á tlf. 730204.
Umsókn:
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum, skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin
2. november 2015 kl. 14.00. Samrøður verða
avgreiddar í viku 46 og 47. Umsóknin skal
sendast til: Heimatænastuna – Kulibakki 8 -
520 Leirvík, ella á teldupost: heimatanastan@
eystur.fo
Deildarleiðari til sambýlið
Gøtubrá í Norðragøtu
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um
heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av
eldraøkinum í kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av
umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens,
og eina deild ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 51 ársverk.
Á Gøtubrá, ið er eldrasambýlið í Norðragøtu, starvast heilsuhjálparar, heilsurøktarar,
sjúkrarøktarfrøðingar, reingerðarfólk og køksfólk, tilsaman 17 ársverk. Pláss er fyri
15 húsfólkum, 5 av hesum eru á demensdeildini. Sí meira um Heimatænastuna hjá
Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo undir stabbanum “eldri”.
Leiðari til Trivnaðardepilin Eind 12
Í samband við nýtt virksemi í
Trivnaðardeplinum er eitt starv sum leiðari í
eind 12 leyst at søkja. Starvið er eitt
fulltíðarstarv og verður sett skjótast tilber.
Virksemið er í Eysturoy og Norðoyggjum.
Trivnaðardepilin Eind 12 Eysturoy/Norðoyggjar
Eindin savnar tænasturnar til borgarar við
menningartarni í Norðoyggjum og Eysturoy.
Virksemi er mest í Eysturoy. Talan er um
sambýlir, búfelagskapir og stuðulstilboð. 38
borgarar fáa bútilboð frá eindini.
Tal av ársverkum er umleið 35.
Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í
løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 12
Starvið er flokkað í lønarflokki 31. í
lønartalvuni fyri Tænastumenn Landsins, tó
uttan at vera tænastumannastarv.
Setanartreytir annars eru sum fyri
sáttmálasett, sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag ella
avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri
økið.
Um viðkomandi, ið settur verður,
frammanundan er tænastumaður innan økið, er
tó møguleiki fyri at halda fram sum
tænastumaður.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 16.10.2015 kl 12.00.
Almannaverkið
søkir leiðara
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara: