hósdagur 8. oktober 2015síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 116
40
K
laverið varð ongantíð still
að, stemmað, tann fyrsta
dag ella sjeynda dag.
Eingin dugdi tað kynstrið
tá. Tí spælir klaverið ongantíð væl, og
tað verri enn so. Tað hevur altíð verið,
tað er, og tað verður í allar ævir (og tað
er leingi, skal sigast) falskt, sama, hvat
verður spælt við tí. Eingin dugur enn
at stilla tað, men nógv hava roynt og
royna enn. Men piano says noooooo.
Klaverið hevur tó ikki alla skyldina.
Tað er sum við telduni. Tey, sum spæla,
duga ikki at spæla. Og klaverið
spælir ikki sjálvt. Nótablaðið er
harafturat ein stór prentvilla,
sum ongantíð er rættlisin,
bara ein ússalig kladda.
Tá tey, sum ikki duga
at spæla klaver, hóast
tey eru vaksin upp í
heimi við klaveri, sum
tey siga í móður
landinum, duka á
klaverið, sum ikki er
stemmað, krevur úrslitið dupultar
oyraproppar og bumbuskýli.
Tí ræður um, at eingin setur seg
við klaverið, men at tað sleppur
at standa har og rusta í friði
til streingirnir slitna og
allir tangentarnir eru
vorðnir svartir.
Og tí ræður ikki minni um at sleppa
sær sum skjótast út gjøgnum neyð
dyrnar, tá onkur kortini setur seg við
klaverið og spælir, ð dur og www moll.
Don´t play it again Sam. Vælsign
aður.
Ein tangentur eitur, sambært
orðabókunum, eisini nertil. Eitt deiligt
orð og logiskt, nertil. Svartir nertlar og
hvítir nertlar.
Niðurlag: á ólavsøku, í stóra bygdar
ballinum í høvuðsstaðnum, verður
spælt á urgu í Dómkirkjuni, tí har er
einki klaver.
Ólavsøkan er skírd at vera há
borgin hjá fólkaræðinum. Løgtingið
verður sett ólavsøkudag, ein nýggj
seta, ein nýggj sirkussesong byrjar.
Fyrst verður sjálvandi farið í kirkju,
í Dómkirkjuna, kristna grundarlagið
og alt hatta har. Í kirkjuni tosar prestur,
tann fremsti í halanum at sleppa at
prædika fyri fólkaræðinum, um tann
einasta eina altvaldandi. Prestur
prædikar fyri einaræði á størsta degi
fólkaræðisins og eingin mótmælir. Í
kirkjunum er einki talufrælsi og eingin
kjakmentan. Har ber ikki til at biðja
um orðið.
Við harraboðum um einaræði í
oyrunum marsjerar alt demokratiska
liðið niðan aftur í tinghúsið og tosar
har um fólkaræði.
Pávin var eisini á bananum ein
hálvan hálvleik. Hann heldur, at vit
eiga øll at hugsa um flóttafólkini og
hjálpa teimum. Kanska Vatikanið
tekur nøkur hundrað flottafólk. Har
eru nógvir pengar, um ikki so nógv
pláss til legur, men hjartakamar. Høgt
til loftið og vítt til veggja í Pæturskirkj
uni.
Sam gubbi hevur aftur sett seg við
klaverið, tónasteindulur sum hann er,
og spælir larmandi bardagaeggjan.
Í Guds egna landi er sjálvandi
trúarfrælsi og demokratiskur rættur
at skjóta tey, sum ikki trúgva tað
sama. Og bumba sjúkrahús, av mis
gávum sjálvandi, sorry. Kríggj er
kríggj, alt kann henda, eisini mistøk.
Shit happens.
USA bumbar uttan mark, eisini
læknar og sjúk fólk. Bestilt arbeiði.
Amerikanarar bumba og drepa fyri
okkum í frælsa heiminum.
Hóast Føroyar sjálvandi ikki eru
frælsar, eru Føroyar í frælsa heimin
um og saman við Danmark við í kríg
num.
Samstundis sleppur ein annar Sam
eisini at gera júst sum honum lystir
í fjørðinum. Hansara demokratiski
rættur, sum vit verja. Sleppið grindini,
siga tey. Sleppið Sam Simon, siga vit.
Gáva á Argjum: blokklingur í
frystiposa.
Verður ein sannleiki sagdur nóg
ofta, gerst hann lygn.
So, maybe You should play it again
Sam, please. Annars koma arabarnir og
eta okkum.
Bumba klaverstólin, so eingin fær
sett seg við klaverið.
Sam spælir falskt í z moll
Ingi Sørensen
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Kavari/myndamaður
Bústaður: Hamarin á Argjum
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Tyrlupilot hevði verið tað ultimativa!
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
- At nógvir menn verða ongantíð vaksnir.
Hvat burdu børn vitað um tað at verða vaksin?
– At tað krevur nógv av einum vaksnum at hava tað líka
stuttligt sum børn.
Hvat var seinasti dreymurin,
tú gjørdi til veruleika?
– At fara einsamallur niðan á
Eiðiskoll og hyggja niður
á Risan og Kellingina.
Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg…
... alment sagt, at canabis átti at verið avkriminaliserað.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um religión var líka persónligt sum onani.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tá ið Henrik Old gjørdist
landsstýrismaður.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
– Putin is »the Man«!
Tann støðuga ringa samvitskan
snýr seg um, at eg…
… Ikki havi megnað at verið nóg
góður pápi fyri míni børn.
Enda setningin:
Føroyingar áttu at…
… trúð uppá, at vit
megna at standa á
egnum beinum.
BAKSÍÐAN