mánadagur 12. oktober 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Mánadagur 12. oktober 2015 · Nr. 117
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ítróttur
Síða 28-29
Tóm
kensla á
Tórsvølli
Tíðindi síða 17
Mykja
um allan
kroppin
Beint fyri middag í dag
skrivaðu tær báðar Kristina
Háfoss,
fíggarmálaráðfrú,
og Selma Ellingsgaard, for
kvinna í Starvsmannafelag
num, undir nýggja tvey ára
sáttmála fyri limir Starvs
mannafelagsins.
Í høvuðsheitum gongur
sáttmálin út uppá, at lønin
hækkar 2,25 prosent 1. oktob
er 2015 og aftur 1,9 prosent 1.
oktober 2016.
Nakrar umflokkingar eru
eisini gjørdar, eitt nú verða
sosialráðgevarar, journalist
ar, bókavørðar og leiðandi
læknaskrivarar fluttir upp í
lønarbólk.
Tilsamans
gevur
tað
limum Starvsmannafelags
ins 4,15 prosent í lønarhækk
ing næstu tvey árini.
4,15 prosent í lønarhækking
Í dag læt upp nýggj matstova,
»Angus Steakhouse«, í gamla
Kaffivogninum á Eystaru
Bryggju í Havn.
Tað eru teir tríggir Tóki
Jákupsson Skeel Nolsø, Ják
up á Borg og Rúni M. Djur
huus, sum eiga felagið Sp/f
Tóki, sum rekur matstovuna.
– Vit hava seinastu vik
urnar umvælt og snøggað
hølini, og starvsfólkini hava
seinastu dagarnar royndar
koyrt Angus Steakhouse. Nú
skuldi verð so mikið klárt, at
vit kunnu bjóða øllum ein
góðan moyran búff fyri ein
bíligan penga, sigur Tóki
Jákupsson Skeel Nolsø, sum
verður dagligur leiðari.
Á
matskránni
verður
fyrst og fremst ymisk sløg
av búffum, men eisini ber til
at fáa grillaða høsnarunga
bringu og grillaðan føroysk
an laks.
Nýtt búffhús í Kaffivogninum
Lukas Graham hevur fingið
tilnevningar
til
Danish
Music Awards og MTV heið
ursløn.
Seinni í hesum mánaði
num kemur poppbólkurin
Lukas Graham til Føroya at
hava tvær konsertir í høll
ini á Hálsi í Havn. Í fyrsta
umfari var ætlanin at hava
eina konsert, men hon varð
útseld eftir fáum tímum,
og tí varð eykakonsert sett
á skránna.
Tað er ikki bert í Før
oyum, at Lukas Graham
er tað heilt stóra. Nú til
nevningarnar til Danish
Music Awards eru gjørdar,
er Lukas Graham millum
tey mest tilnevndu. Lukas
Graham er tilnevndur til
fimm ymiskar heiðurslønir
– til ársins útgávu, ársins
bólk, ársins sangskrivara,
ársins poppútgávu og til
serliga
áhoyraraheiðurs
lønina.
Longu dagin eftir kon
sertirnar í Føroyum kann
Lukas Graham vinna heið
ursløn, tí tað verða MTV
European Music Awards
hildnir, og har er Lukas
Graham í uppskoti sum
besta danska navnið í ár.
Konsertirnar við Luk
as
Graham
í
Føroyum
verða
fríggjakvøldið
23.
oktober og leygarkvøldið
24.
oktober.
Konsertin
leygarkvøld er útseld, men
atgongumerki fáast fram
vegis til konsertina fríggja
kvøld.
Graham í uppskoti
til nógvan heiður
– Tað sigur seg sjálvt, at helmingur
in av heimsins íbúgvum eisini má
verða umboðaður har, sum valdið
liggur. Uttan kvinnur fáa vit eitt
sera fátækt samfelag.
Soleiðis sigur Vígdis Finnboga
dóttir, fyrrverandi forseti Íslands,
í áhugaverdari samrøðu her í blað
num í dag.
Tað ljóðar løgið, at tað er heims
ins fyrsta kvinnuliga forseta, sum
vit hitta í blaðnum í dag. Vígdis
Finnbogadóttir varð vald til forseta
Íslands í 1980. Tað eru bara 35 ár síð
ani, og kortini hevur eingin kvinna
í heiminum megnað tað undan
henni.
Tað sigur okkum eitt sindur um,
hvussu mansdomineraður poli
tikkur altíð hevur verið. Í Føroyum
fingu vit fyrstu kvinnuna á ting í
1975. Tað var Jona Henriksen. Hó
ast kvinnur í 1918 fyri fyrstu ferð
sluppu at velja til løgtingsval, so
skuldu tað ganga út við 60 ár til
fyrsta kvinna sat millum hinar lóg
gevararnar á tingi.
– Dagsins kvinnur hava sjálvsá
lit. Tær vita, at tær eru akkurát líka
klókar og dugnaligar sum menn,
sigur Vígdis Finnbogadóttir eisini
í samrøðuni.
Og rætt hevur hon. Sjálvandi
ger kynið ikki mun á skynsemi og
dugnasemi millum menn og kvinn
ur.
Men skulu kvinnur fáa vald, so
skulu menn missa vald. Ella rættari,
so skulu menn lata vald frá sær. Og
tað hevur verið stóri trupulleikin.
Tað er tí, at kvinnur ikki eru komn
ar eins væl fram at í politisku skip
anini. Tær eru ikki førdar eins væl
fram sum menn.
Aksel V. Johannesen er fyrsti
løgmaður, sum hevur tilnevnt eitt
landsstýri við fullari javnstøðu. Tað
hevur helst – og fer at fáa – størri
týdning, enn vit geva okkum far
um. Tað er heldur ikki vanligt í okk
ara grannalondum.
Tað er vanligt, at flokkar til
nevna landsstýrisfólk úr ting
manningini. Og tað er eisini van
ligt, at hesi fólk verða vald aftur á
ting eftir at hava sitið í landsstýri
num. Tí er tað ein gyltur møguleiki
hjá politisku flokkunum at føra
kvinnur fram í hægstu politisku
størvini at tilnevna tær til lands
stýrisfólk.
Tí fer avgerðin hjá Javnaðar
flokkinum og Tjóveldinum um fulla
javnstøðu í landsstýrinum helst fáa
avgerandi týdning fyri kvinnuum
boðanina á tingi í framtíðini.
Tað sigur seg sjálv, at í einum
fólkaræði eiga kvinnur og menn at
hava javnbjóðis ávirkan. Men onk
ur má slóða fyri. Vígdis Finnboga
dóttir er ein teirra.
Vígdis er ein slóðari
Skulu kvinnur hava vald
skulu menn missa vald
Starvsfólkini í »Angus Steakhouse«, sum læt upp í dag