Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Tróndur Bærentsen og systirin vóru send í hvør sína ætt, tá tey vóru tikin frá foreldrunum. Hann leitar enn eftir fólkum, ið kendu hana, ta tíð, hon búði í Føroyum Danjal av Rana K atja og Tróndur Bærentsen høvdu føroyskan faðir og svenska móðir, men longu tá Trónd­ur var eitt ára gamal, vóru tey bæði systkini tikin frá foreldrunum, ið høvdu stórar rúsdrekkatrupulleikar, og send í hvør sína ætt, Tróndur á fostur­ heim í Svøríki, Katja til ommu sína í Tórs­havn. Tað var ikki fyrr enn Tróndur var vorðin 20 ára gamal, at tey aftur møtt­ust, nú í Stockholm, eftir at syst­ irin var liðug at lesa. Tróndur og systirin nýttu kom­ andi tíðina at knýta tøtt bond, áðrenn Katja, sum hevði stórar rús­evnis­ trupulleikar, ein dagin varð funnin deyð í 1989. Seinastu tíðina tosaðu tey nógv um at skriva eina bók um teirra upplivingar, um hvussu tað var, at vera send hvør til sítt og so finna saman aftur so mong ár seinni. – Hon tosaði tó lítið um seg sjálva, og tí haldi eg enn, at tað er nógv, eg ikki veit um hana, greiðir Tróndur Bærent­sen frá. Tá systirin doyði, legði hann eisini bókadreymin á hillina, men í 2006 tók hann eina avgerð um, at hann skuldi halda tey bæði lyftini, hann hevði givið systir síni, at læra seg føroyskt og at geva bókina út. Í 2011 teknaði hann seg til eitt skeið í føroyskum í Uppsala, og har kom hann í samband við svenska films­framleiðaran Thomas Fahlander. Sam­an gjørdu teir av at gera søguna um systkini bæði til film. – Eg vil siga søguna um systur mína, skilja hvussu hon gjørdist, tann hon var og hvussu hetta hevur ávirkað meg, sigur Tróndur Bærentsen. Filmurin um Bærentsen-systkini varð liðugur í 2012, men framleiðarin, Thomas Fahlander, hevur ikki selt film­in enn, og tí stendur hann fyribils á eini hill í Svøríki. Søgan um Trónd Bærentsen, ið royn­ir at fylgja sporunum eftir systur síni Katju og hennara lívi í Føroyum, varð fyrstu ferð fortald í Sosialinum 31. august 2012. Hósdagin stakk Tróndur Bærentsen inn á gólvið á Miðlahúsinum at greiða frá, hvussu gongdin hevur verið, síðani hann seinast vitjaði í 2011 og greinin kom út í 2012. Hann hevur javnan ferðast í Før­ oyum, síðani hann byrjaði arbeiðið við bókini og filminum, og heldur sjálvur, at putlibitarnir eru um at fella á pláss. – Ramman er komin upp á pláss og meginparturin av myndini, men enn mangla nakrir bitar, og eg vóni enn at koma í samband við fleiri fólk, ið kendu systur mína, sigur Tróndur Bærentsen. Nøkur vendu sær til hans­ ara eftir greinina í 2012. – Tað vísir seg at vera torført at koma í samband við fólk, ið kendu hana, sigur Tróndur Bærentsen. Katja er fødd í 1956 og vildi sostatt verið nærum 60 ár í dag. Hon var fimm ára gomul, tá hon flutti við pápa sínum til ommu sína á Jónas Broncksgøtu. Tróndur heldur, at hon gekk í Skt. Frants­skúla. – Eg havi tosað við onkur, ið kendu hana, onkrir klassafelagar, men tey eru fá, ið hava nøkur livandi minni um hana, sigur Tróndur Bærentsen. – Eg havi nú hildið øll lyftini, sum eg gav systir míni. Hetta er ein syrgi­ lig søga, men eg eri glaður um at sleppa at siga frá henni og at vóni at fáa síðstu bitarnar lagdar upp á pláss, sigur Tróndur Bærentsen, sum heit­ir á fólk um at seta seg í samband við hann á teldupostadressuni TrondurBaerentsen@Altfyrieitt.Fo. Fyri nøkrum árum síðani fekk Tróndur sítt stóra ynski uppfylt, tá hann fekk eitt danskt pass sendandi í postinum. Endiliga var danskur ríkisskapurin kom­in upp á pláss, tí sviin vildi jú hóast alt vera føroyingur. Tá greinin stóð í blaðnum í 2012 hevði Tróndur Bærent­sen ongantíð havt høvi at nýta sítt nýggja pass. Tað hevur hann nú havt. – Tá eg gjørdist danskur ríkis­ borg­ari misti eg valrættin til tjóðar­ tingsvalið í Svøríki, men eg varðveitti valrættin til kommunuvalið og á sein­ asta kommunuvalinum fekk eg høvi at nýta passið sum samleikaprógv, tá eg skuldi atkvøða, sigur Tróndur Bærent­ sen fegin. Putlibitarnir fella á pláss Tróndur og Katja sum ung Tróndur Bærentsen við mynd av systrini Katju