mánadagur 12. oktober 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Heri Ziska
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Tvørur, asosialur, skeptiskur
HVAT MERKI ER BILUR TÍN?
Opel Corsa
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Nokia Lumia 900 (windows)
HVØR ER TÍN BESTA
SUMMARFRÍTÍÐARUPPLIVING?
Time Square við familjuni
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Eygunum – einki er sum smílandi eygu
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Tá onkur av mínum íðkarum
hevur flutt seg framá
HVAT STRESSAR TEG?
At eg ikki havi tíð til alt eg gjarna vil náða
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Ræst kjøt
HVAT GLEÐIR TEG?
At síggja tey, sum eg venji, mennast
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Tað man verða; tá eg valdi at taka av
møguleikanum at royna meg sum venjara
innan annan ítrótt enn frælsan.
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Á Jarðfeingi
HVÍ VALDI TÚ AT ARBEIÐA
INNAN JÚST HESA
VINNU ELLA ØKI?
Jarðskjálvtar og gosfjøll ljóðaðu áhugaverd –
endaði tó við at arbeiða við oljuleiting, sum
í Føroyum hevur víst seg at krevja eina holla
vitan um gosfjøll, so eg endaði ikki so langt
frá tí, eg upprunaliga helt eg fór at fáast við
HVØR ER STUTTLIGASTA
UPPLIVING TÍN Í STARVINUM?
Tað er nokk tá tað eydnaðiast at hála eina
milliarda íløgu heim í samráðingum.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Mær dámar sera væl frið, so um
tað er møguligt, so sløkki eg.
HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Alfabetið. Tað hevur gjørt tað møguligt at
dokumentera vitan og harvið spjaða hana.
Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt?
Diplomvenjara prógvi. Tað hevur givið mær
nøkur amboð, sum ger at eg kann arbeiða
á einum heilt øðrum støði sum venjari.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Havi onki heimaráð
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Ein frens, er tó dótturin sum eigur
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Fari at ferðast við familjuni, tikið nøkur
venjaraskeið, keypt nýtt high speed video
kamera, nýggjan Surface (computara) og
størri versión av teknik-analysu software.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Sagt upp og nýtt alla mína tið sum venjari
HVAT ER BEST VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Tað er møguligt at gera mun
innan tað ein brennur fyri
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Á Tórsbreyt við einum stórum
smílið um alt andlitið
Gleðir meg at síggja tey
sum eg venji mennast
Um 10 ár eri eg á
Tórsbreyt við einum
stórum smíli
um alt andlitið