Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Fyrilestrar og pallborð Vilmund Jacobsen L agt verður fyri í miðhøllini í Eiðis skúla hóskvøldið klokkan 19.30, har fyrilestrar verða hildnir um 1) Seyðabókina, 2) Ridluskriða og 3) Matmentan. Magnus á Stongunum fer at spæla millum fyrilestrarnar. Fríggjakvøldið 16. oktober frá klokkan 18-20 verður pallborðsfundur í miðhøllini í Eiðis skúla, har evnið er “áseyðatal”. Serfrøðingar siga, at ein triðingur av Føroya landi er við at gerast oyði­ mørk orsakað av ovbiti. Tí er spurn­ing­ urin, um tað almenna eigur at áseta áseyðatalið við lóg. Um so er, hvussu skal hetta gerast, og hvør skal gera hetta arbeiðið. Leygardagin 17. oktober frá klokk­ an 10-16 verður seyðasýning við hag­ apørtum á Eiði, og hetta tiltak fer fram í tjaldinum á havnalagnum. Tiltakið við FM í fletting viðgera vit í aðrari grein á hesi síðuni. vilmund@sosialurin.fo SØGUR FYRI BØRNUM Leygardagin 17. oktober millum klokkan 14 og 16 verður eitt tiltak fyri børnum í Látrium á Eiði. Her fara Judith í Skorini, Rakel Helmsdal og Sólgerð Andreasen at siga søgur fyri børnum, eins og fram­sýning verður av arbeiði við ull. Judith leggur fyri klokkan 14, Rakel klokkan 14.45 og Sólgerð klokkan 15.30. Leygardagin verður Villinga­ rættin í Dungagøtu eisini opin fyri børnum heilt frá klokkan 12-20. Av øðrum framsýningum, sum verða á økinum hjá heyst­ fagn­að­inum á Eiði leygardagin, kunnu nevnast seyðasýning, sum er nevnd í aðrari grein - og fram­ sýning í vevstovuni og tøving í Bláa­pakkhúsi. Eitt annað forvitnisligt tiltak leygardagin verður beint eftir set­anina av heystfagnaðinum. Sjálv setanin verður í neystinum hjá Niels Emil klokkan 12.45, og í tímanum millum klokkan 13 og 14 fara flettarar at fletta eina kúgv Eysturi á Hamri, har Torbjørn Jacobsen verður frásøgumaður. vilmund@sosialurin.fo ENSKUR OG FØROYSKUR DANSUR Í EB-HÚSIN­UM Á heystfagnaðinum, sum verður á Eiði í heystfrítíðini - ella í døgunum 15.-18. oktober - verður eitt serstakt dansitiltak í EB-húsinum fríggjakvøldið komandi. Hetta kvøldið verður dansað eftir “gomlum leisti”, um vit so kunnu siga. Tað merkir, at meðan tey, sum spæla til enskan dans, hvíla, verður farið upp á gólv í tón­leika­ steðginum at dansa føroyskan dans. Hetta var ikki ókent kring um í bygdunum, har vanligt var at dansa høgtíðskvøld. Soleiðis er ætlanin, at enskur dansur og føroyskur dansur - hvørt um annað - verður í gamla og hugnaliga EB-húsinum niðri á Mølini. Tiltakið byrjar fríggjakvøldið 16. oktober klokkan 21 og heldur fram til klokkan 02. Leygardagin 17. oktober verð­ur eisini eitt stórt dansitiltak í ítrótt­ arhøllini á Eiði, tá 1448, sum er bólkur mannaður við løgreglufólki, fer at spæla til dans. Tiltakið í ítróttarhøllini byrjar á midnátt og heldur fram til klokkan 04. Bæði hóskvøldið 15. og fríggjakvøldið 16. oktober verða forvitnislig tiltøk á Eiði, sum hava við seyð, seyðasjúku og matmentan at gera – Metir tú, at júst tú ert millum bestu flettarar, so mást tú seta ein kross í kalendaran fyri 17. oktober 2015. Tað siga tey á Eiði, sum skipa fyri heystfagnaðinum, sum verður í døg­ unum 15.-18. oktober. – Aftur í ár verður FM í fletting á breddanum. Kappingin snýr seg í stuttum um at fletta pent, reint og skjótt.
 Lagt verður aftrat, at kappingin er býtt upp í innleiðandi kappingar og síðan eina finalu. Øll vælkomin Leiðreglur fyri FM-kappingina í flett­ ing kunnu lesast á www.eidi.fo - og á facebook-síðuni Heystfagnaður á Eiði. – Øll eru vælkomin at tekna seg til FM í fletting, og kunning um til­ melding fæst á tlf. 200400. Tey bæði innleiðandi umførini í FM í fletting verða við Lækjuveg, ávikavist klokkan 16-17 og klokkan 18-19. Síðan verður finalan klokkan 20. Tað verður Tórbjørn Jacobsen, sum verður frásøgumaður, og tað verður eisini hann, sum verður »auktio­ marius«, tá uppboðssøla verður av seyði í tímanum frá klokkan 22-23 leygarkvøldið. Beint eftir seyðauppboðssøluna, verður felagssangur, har Tummas Larsen skipar fyri. Aðrar kappingar Leggjast kann aftrat, at leygardagin 17. oktober verður eisini hespu­kapp­ ing frá klokkan 14.30-15 og rullu­ pylsu og kjøtpylsukapping frá klokkan 15-20. vilmund@sosialurin.fo Besti flettari skal finnast Aftur í ár setir heystfagnaðurin á Eiði FM í fletting á breddan – Øll eru vælkomin at tekna seg til FM í fletting, siga tey, sum skipa fyri heystfagnaði á Eiði