Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 10 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Í komandi viku er Heystfagnaður á skránni í SMS, og yvirskriftin til vikuna er ljós og jørð. Lagt er upp til, at gestir í SMS kunnu fáa eina sansiuppliving við bæði ljós og jørð, tá ið tey vitja í SMS alla vikuna T að er nógv ymiskt á skránni alla vikuna, tá ið Heystfagnaður er í SMS alla komandi viku. Hvør dagur er á tremur við ymiskum áhuga­ verdum tiltøkum, sum eru ætlað bæði stórum og smáum. Grava í moldini Eitt av teimum tiltøkum, sum er á skránni hvønn dag í vikuni, er tiltakið Grava í moldini. Her er talan um, at seks ymiskir kassar verða settir upp á Torginum í SMS. Í kassunum er mold og eisini steinar, og so er møguleiki hjá børnunum at grava, merkja og leita eftir ymiskum lutum í moldini. Talan er um eitt slag av eini sansiuppliving fyri børnini. Tá ið børnini hava roynt at grava í moldini, eru eisini spurnarbløð, sum tey kunnu fylla út, og sum relatera til tað, ið tey júst hava roynt. Ljóskassar Umframt møguleikan fyri at grava í moldini, so verður eisini møguleiki at royna nakrar ljóskassar hvønn dag í vik­uni. Talan er um tveir ymiskar kass­ar. Annar teirra er eitt slag av skugga­ spæli, har fólk uttan fyri kassan kunnu taka mynd av skugganum av per­sónunum inni í kassanum. Hin kass­in er eitt rættiliga ljótur kassi uttan, men tá ið tú kemur inn í kassan, er tað sum at trína inn í eina heilt aðra verð. Í báðum førum er talan um ljós­ spæl, so her er eisini talan um nakrar sansiupplivingar. Gera eina søgu á Torginum Eitt rættiliga forkunnugt tiltak verð­ ur á Torginum mánadagin. Tá fara tey bæði Elin á Rógvu og Janus á Húsagarði saman við børnunum at gera eina søgu. Hetta verður skipað á tann hátt, at Elin á Rógvu, sum jú er kend og virðislønt fyri sínar barnabøkur, úti á Torginum fer at skriva eina søgu saman við børnunum, sum eru hjástødd. Janus á Húsagarði, ið er kendur sum ein serstakliga dugnaligur teknari, fer síðani at gera myndir til søguna. Tá ið søgan er liðug fortald, hevur man eisini myndir til hana, og ætl­anin er, at hesar myndir skulu hang­ast upp í SMS aftaná. Framsýningar alla vikuna Umframt tey mongu tiltøkini, sum verða ymsu dagarnar, so eru eisini tvær ymiskar listaframsýningar á skránni í SMS alla vikuna. Talan er um eina myndaframsýning hjá Jóanis Sørensen. Her er talan um myndir av Norðlýsinum. Hin fram­sýn­ ingin verður við Brandi Patursson. Til tey meiri tilkomnu vera áhuga­ verdir fyrilestrar. Í Rit & Rák fer Pól Jespersen at hugleiða um ljós í stjørnu­frøðiligum høpi, og Erla Olsen hug­leiðir um okkara felags ábyrgd av mold, jørð og jarðarknøtti. Norskt vísindasirkus Komandi vika er heystfrítíð, og í tí sambandi hava Søvn Landsins eisini sítt átak, sum verður nevnt Savns­ fagn­aður. SMS samstarvar við Søvn Land­sins í hesum sambandi, og tí fara vitjandi í SMS eisini at fáa høvi at uppliva eitt norskt vísindasirkus, sum kemur á vitjan í SMS týsdagin. Vísinda­sirkusið vitjar i Føroyum í sambandi við Savnsfagnaðin. Ein lítil urtagarður fer eisini at prýða Torgið, og børnini sleppa at síggja og smakka ymiskar blómur. Har­ um­framt vitja starvsfólk hjá Søvnum Landsins SMS. Tey fara at vísa skordýr fram í sjóneyku og sermerktar steinar. Tónleikur verður eisini á Torginum, og eitt nú fer unga songkvinnan Jó­ hanna N. Niclasen at framføra leygar­ dagin klokkan 12. Hvønn dag í vikuni verða ymisk serstøk tiltøk. SMS fær m.a. vitjan av einum norskum vísindasirkus, Ásbjørn Berthelsen fer at gykla, og Bubu er har eisini. Ljós og jørð á breddan í SMS Ásbjørn Brandur Bubu