mánadagur 12. oktober 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015
12
Jólaborðhald
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
að var í ítróttarhøllini á Kambs
dali tíðliga í áttatiárunum, at
Poul Rustin, sum eigur og rek
ur matstovuna Muntra í Fuglafirði,
byrjaði sítt matstovuvirksemi. Hann
leigaði seg inn í kafeteria í høllini, og
her hevði hann sítt virksemi í umleið
hálvt triðja ár.
– Fyri jól í 1984 fór eg at hjálpa
Peturi Mohr, sum tá hevði rikið Muntra
í fleiri ár. Eg hjálpti honum til jólar
hetta árið og yvirtók síðan virksemi
hjá honum longu um ársskiftið 1984/
1985.
Tað sigur maðurin, sum flestu
kenna í hvítum kitli og “kokkahúgvu”
á høvdinum.
Upprunaliga læt Muntra upp hin 5.
mai í 1971, tá Petur Mohr, sum var
útbúgvin hovmeistari, byrjaði sítt virk
semi í bygninginum.
Øll hesi 44 árini síðan hevur Muntra
verið ímyndin av matstovuvirksemi í
Fuglafirði.
Skiftandi tíðir
Sjálvur hevur Poul ikki gjørt seg lidnan
við nakra útbúgving, men hann hevur
verið á fleiri altjóða skeiðum innan
tað, sum hann dagliga hevur fingist
við hesi ár.
– Tá tú rekur slíkt virksemi í so
langa tíð, hevur tú upplivað góðar
tíðir, men tú hevur eisini upplivað
minni góðar tíðir, og soleiðis hevur
eisini verið hjá mær. Eg hevði opið
á Muntra øll kreppuárini fyrst í
nítiárunum, tó at tað ikki altíð var
so lætt. Tá kreppa er, og fólk hava
minni pening um hendi, er tað fyrst
hotel-og matstovuvirksemi eins og
undirhaldsvirksemi, sum verður rakt,
sigur matstovueigarin.
At seta segl
Poul Rustin vísir á, at marknaðurin í
Føroyum er ógvuliga avmarkaður, og
tí er neyðugt, at seglini vera sett eftir
tí, sum virksemið kann bera.
– Skalt tú reka slíkt virksemi í Før
oyum, mást tú hava bæði beinini á
jørðini, og tú kanst ikki spæla stjóri.
Tú noyðist at arbeiða hart hvønn
einasta dag, og tú noyðist at seta
alt til síðis, sum annars fellir saman
við tínum arbeiði. Tað kann vera, at
føðingardagur er í familjuni, konfirma
tión, brúdleyp - ella at gestir eru og
vitja onkran í familjuni. Men hevur tú
um somu tíð uppgávur á matstovuni,
sum tú noyðist at taka tær av, er
eingin bøn, tí tú kanst ikki bara blaka
uppgávurnar upp í hendurnar á øðrum.
Gott smyrjibreyð
Á Muntra í Fuglafirði hevur mangur
sitið væl.
Matstovan er kend fyri góðan mat
og gott leskandi, og her situr tú altíð
væl, heitt og fjálgt.
Muntra er eisini kend fyri gott
smyrjibreyð, sum tey smyrja og lata
út av húsinum. Hevur tú eitt og hvørt
tiltak fyri framman, er avgjørt vert at
venda sær til Poul Rustin.
– Vit gera tað, vit duga - og vit duga
tað, vit gera, plagar matstovueigarin í
Fuglafirði so beinrakin at taka til.
Eisini jólaborð
Nú heystið er komið, og jólaborðini
stunda til, fer Muntra eisini at bjóða
familjum, fyritøkum og stovnum at
eta jólaborð á hugnaligu matstovuni
í Fuglafirði.
– Tey, sum vilja hava neyvari at
vita, nær hesi jólaborð verða, og hvat
kann hugsast at verða í matskránni,
eru hjartaliga vælkomin at venda sær
til okkara, sigur Poul Rustin.
– Skalt tú reka matstovuvirksemi í Føroyum, mást tú hava bæði beinini á jørðini,
og tú kanst ikki bara spæla stjóri. Tú noyðist at arbeiða hart hvønn einasta dag, og
tú noyðist at seta alt til síðis, tá arbeiðið krevur tað, sigur Poul Rustin
Tú kanst ikki
bara vera stjóri
- Vit gera tað, vit duga - og duga tað, vit gera. Soleiðis plagar hin altíð so fryntligi Poul Rustin at taka til
Mynd: Jan Erlingsson Petersen