Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 20 Jólaborðhald ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ T homas Dam á Halsi hevur í mong ár verið fastur veitari til føroysku jólaborðini. Hjá Thomas Dam fæst eitt stórt úrval av dúk­um, serviettum, ljósum, borðpynti og mangt annað. Jólaborðið er ein av mest kendu og best umtóktu siðvenjum hjá fyritøkum og stovnum í vetrarhálvuni. Tað er av stórum týdningi at ein góður karmur verður skaptur um hesar veitslur. Fyri at skapa hesar karmar hevur borð­reið­ ingin alt at siga. Tað eru nógvar siðvenjur at taka hædd fyri tá borðreiðingin verður løgd til rættis. Teir klassisku reyðu, grønu og hvítu litirnir vilja aftur í ár seta sín dám á. Umframt dúkin, sum oftast fram­ vegis er reyður, er tað ein tendensur at brúka ein leypara í miðjuni av borð­ inum. Veljast kann í millum leyp­ arar sum antin sizoweb ella tí heilt nýggja decojute, sum egnar seg væl til at dekka við ymiskum pynti og stearinljósum. – Í vár hava vit nýtt nógva orku upp á at vitja leverandørar og veri á messum í heyst fyri at tryggja okkum at vit eru dagførd við tí nýggjasta til jóla­borðið. – Í handilin gera vit nógv burtur úr at sýna fram dømir um hvussu ein borðbúnaðurin kann síggja út. Hetta verður gjørt sum ein tænasta fyri okkara kundar, og fyri at geva teimum íblástur og vegleiðing, sigur Casper Rosen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Thomas Dam á Halsi. Thomas Dam á Halsi er ein av størstu veitarum av dúkum, stearin­ ljósum og eingangs borðbúnaði í land­ inum. Umframt eitt stórt úrval bjóðar Thomas Dam á Halsi eisini útleigan av borðbúnaði til størri samkomur og veitslur. Á Hálsi fæst alt til jólaborðið Jólaborðhald fyri hjún hevur verið fast­ur táttur seinastu árini, og í ár verður á fimta sinni skipað fyri tí. Eins og í fjør verður jólaborðhaldið á Hotel Føroyum, og í ár verður tað 20. november. Borðstjórar í ár verða Tórður Mikkel­sen og Kristian Martin Petersen, og eftir ein góðan døgurða verður ymiskt á skránni. Asta og Bergur Debes Joensen hug­leiða um evnið: »Tosið, tosið, tosið...«. Hugleitt verður um, hvussu samskifti er neyðugt fyri at læra hvørt annað at kenna, fyri at loysa upp og byggja upp í parlagnum. T.O.S., Tórfríð Tavsen og Heðin Ask­ham fara at syngja og spæla, og eisini verður felagssangur og undir­hald. Tekningarfreistin er 13. no­vemb­ wwer. Sí annars lýsing her í blaðnum Jólaborðhald fyri hjún