Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 60

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 28 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Til Føroya at spæla konsertir – og eta grind L ukas Graham ferðast í heyst víða við sínum tónleiki. Bólkurin, sum er úr Danmark, er eisini nógv umbiðin aðrastaðni, og í heyst spæla teir millum annað í London, Oslo, Køln, Hamburg, Berlin og Los Angeles. Eisini verður bólkurin á ferð í Danmark í november mánaði, tá ið teir spæla fleiri útseldar konsertir. Men hóast skráin er tøtt, og ferðin til USA er sera spennandi, hevur Lukas Graham lagt nógv fyri í royndini at sleppa til Føroya at spæla. Ferðin til USA er stytt nakað, so bólkurin kann flúgva til Føroya at spæla tvær konsertir. – Vit høvdu eina feita uppliving í Føroyum seinast, og tí koma vit aftur. Vit spæla tvær konsertir, men vit fáa eisini stundir at eta grind, turran fisk og lambskjøt, sigur Lukas Graham á Facebook síðuni. Aftur til Føroya Lukas Graham var á vitjan í Føroyu fyrst í august mánaði, tá ið bólkurin spældi á Summar Festivalinum. Fram­førslan var millum tær bestu, ið nakran­tíð hava verið á festivalinum, og undir konsertini lovaði sangarin í bólkinum, Lukas Graham Forch­hamm­ er, at teir komu aftur til Føroya at spæla í heyst. Hetta lyftið hava teir hildið, og um smáar vikur kann bólkurin upplivast aftur á palli í Føroyum. Konsertin, sum upprunaliga var á skránni leygarkvøldið 24. oktober, var útseld eftir tímum, og tí varð ein eykakonsert sett á skránna fríggjakvøldið 23. oktober. Atgongumerki til hesa konsert kunnu keypast í Vodafone í SMS og Runavík og á heimasíðuni hjá Reinsarínum. BØRNINI DANSA AFTUR Nú er dansitíðin byrjað aftur, og eitt av afturvendandi tiltøkunum í Norðurlandahúsinum, líka síðani Norðurlandahúsið lat upp í 1983, er barnadansurin. Aftur í ár skipar Dansifelagið í Havn fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20 í dansitíðini. Byrjað var fríggjakvøldið, í heystferiuni verður ikki dansað, men eftir tað verður dansað hvørt fríggjakvøld frá kl. 20 til 23 fram til 4. desember – og aftur frá 8. til 29. januar. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin! 
 DØGG VIÐ ÚTGÁVU Fríggjadagin kom nýggj útgáva við Døgg Nónsgjógv út. Hon hevur áður givið tónleik út og hevur verið nógv at hoyra. Fyrsta heila fløgan frá ungu og dugnaligu song­kvinn­ uni kallast Nón og fevnir um bæði glað og meira still løg. Hon er per­ sónlig og er ognað pápanum. TAÐ VERÐUR LANDA­ VEGUR Seinastu vikurnar hevur uppskot verið um, at nýggi musikkskúlin í Havn, ið ætlanin er at byggja við Landavegin, í staðin skuldi byggj­ ast á Skálatrøð. Nú hevur Tórs­ havnar býráð viðgjørt hetta hug­ skot, og niðurstøðan er, at hildið verður fast um staðsetingina við Landavegin. – Nú ber tó til at staðfesta, at tað er ikki meiriluti í býráðs­sam­ gonguni fyri at flyta musikkskúlan oman á Skálatrøð, og tí skulu vit sjálv­andi halda fast við gjørdar bý­ráðssamtykir og at fáa bjóðað verk­ætlanina út sum skjótast, sigur Helena Dam á Neystabø, for­kvinna í mentanarnevndini hjá Tórs­havnar býráð. Lukas Graham ferðast í hesum døgum víða, men gleðir seg at vitja aftur í Føroyum seinni í mánaðinum, tá ið tvær konsertir eru á skránni Lukas Graham spælir konsertir í Føroyum 23. og 24. oktober Take That var ein av stóru dreingja­ bólkunum í søgunum, og hóast tíðin er farin frá flestu av hesum bólkum, hevur Take That hingið í. Onkrir steðg­ ir hava sjálvsagt verið, men bólkurin hevur altíð funnið aftur á slóðina at spæla konsertir. Tað byrjaði sum ein kvintett, síðani gjørdist tað ein kvartett, og nú spælir Take That sum ein trio. Men sambært áhoyrarunum og ummælarunum er bólkurin í topp­ formi. Teir tríggir, sum eftir eru í bólk­ in­um, syngja framúr væl, og við einum topptrimmaðum bólki sum rygginum bjóða teir stórslignar konsertir við ein­ ari langari røð av kendum sangum. Tónleikasíðan Gaffa var til kon­ sertina hjá Take That í Danmark her­ fyri, og ummælarin settist at skriva eitt av teimum heilt positivu um­mæl­ un­um. Take That fekk 5 stjørnur fyri fram­ førsluna í Herning, og bæði sangavrik og konsertframførsla sum heild fekk nógv rósandi orð. Hóast tað eru liðin 20 ár, síðani Take That av álvara kom fram, merkist hetta ikki á sangarunum, sum eru sera væl fyri og syngja betri enn nakrantíð Gary Barlow, Howard Donald og Mark Owen duga framvegis at hava eitt show koyrandi, og tí er Take That anno 2015 eitt viðkomandi og dygdar­gott konsept. Take That í góðum formi Bólkurin er nú trio, sum fær framúr góð skoðsmál fyri sínar konsertir