Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-12, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. oktober 2015síða 63

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 42 • 12. OKTOBER 2015 31 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ MEST – J.C. Svabosgøta 31, Postboks 65, 110 Tórshavn – Tel.: 301100 – www.mest.fo Formaður til El-deildina á MEST í Tórshavn Søkt verður efir Formanni til El-deildina í Tórshavn. ARBEIÐSØKI Sum formaður á El-deildini í Tórshavni hevur tú ábyrgdina av El-verkstaðnum og teimum handverkarum og lærlingum har starvast. Tú hevur tætt samskifi við kundar, samstarvsfeløg og starvsfelagar í fyritøkuni. Starvsstaðurin er El- verkstaðið hjá MEST í Havn, men roknast kann við uppgávum á øðrum deildum hjá MEST. Formaðurin á El-deildini vísir til rakstrarleiðaran hjá MEST. TÍN VANGAMYND • Tú hevur handverksútbúgving innan El-fakið, t.d skipselektrikari, El-innleggjari, maskinmeistari, og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. • Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert skipaður hóast nógvar uppgávur eru í senn, ert jalig/ur, og dugir at samstarva. • Tú dugir væl at samskifa og hevur góðar KT førleikar. Starvið, løn og setanartreytir Talan er um eitt følbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Meira at vita Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johan Hentze , rakstrarleiðara á tlf. 791134. Umsókn Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. okt. 2015 og sendast MEST ella við telduposti til: johan.hentze@mest.fo MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 400 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum. www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum