týsdagur 13. oktober 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Sunnukvøldið verður greitt, um tað
verður stríðsval í Sambandsflokki
num, ella um flokkurin finnur fram
til eittans valevni, sum øll valfeløg
ini hjá flokkinum kunnu taka undir
við.
Málið er sum skilst framvegis,
at flokkurin vil semjast um eitt val
evni – og tí verður tað nú arbeitt við
at finna fram til, hvør tað verður.
Bárður Nielsen og Magnus Ras
mussen hava báðir boðað frá, at teir
fegnir taka við avbjóðingini, sum
teir fáa møguleikin. Tað skilst eis
ini, at Magni Laksafoss eisini bjóar
seg fram, men tað hevur hann ikki
váttað alment.
Tað lá í kortunum, at avloysarin
fór at verða Bárður Nielsen, næst
formaður floksins. Hann er hin
einasti úr tingmanningini undir
seinastu samgongu, sum varð aft
urvaldur – umframt Kaj Leo Holm
Johannesen og Bjørn Kalsø, sum
vóru landsstýrismenn.
Men tá Magnus Rasmussen
bjóðaði seg fram skiltist, at fleiri
valfeløg og tingmenn stuðlaðu
honum. Men so einfalt tykist tað
kortini ikki at vera, og tí fara vit at
gita, at Bárður Nielsen framvegis er
besta boðið upp á nýggjan formann
í Sambandsflokkinum.
Tað er kanska ikki tað ring
asta útgangspuktið hjá nýggja
formanninum at arvað ein flokk,
sum hevur verið fyri so stórari
afturgongd, sum Sambandsflokk
urin hevur verið. Flokkurin hevur
verið stjórnarberandi í fleiri ár. Kaj
Leo Holm Johannesen hevur ikki
roynt annað enn at stjórna einum
flokki í samgongu. Flokkurin hevur
øll árini hjá Kaj Leo Johannesen
sitið í samgongu – og í sjey ár sat
formaður Sambandsfloksins eisini
sum Føroya løgmaður.
Uppgávan hjá nýggja formanni
num verður tí ikki at byrja fyri eini
afturgongd, men heldur at stinga
út kós av nýggjum – ella at rætta
kósina og føra konstruktivan and
støðupolitikk.
Í Danmark sæst í hesum døgum,
hvussu gagnilgt eitt samstarv
kann verða millum stjórnarflokkin
og Vinstra og Javnaðarflokkin í
andstøðu. Báðir partar fáa gagn
av hesum samstarvi, tí hóast
Javnaðarflokkurin situr í andstøðu,
so fær hann ávirkan við at sam
starva við stjórnarflokkin.
So greitt duga føroyskir politik
arar ikki at samstarva millum and
støðu og samgongu.
Men her kann nýggi formaður
Sambandsfloksins veruliga royna
seg. Aksel V. Johannesen hevur
brúk fyri eini kontruktivum and
støðuflokki
við
tí
skroypiliga
meiriluta, sum samgongan hevur.
Tí kann Sambandsflokkurin fáa
stóra ávikan – um enn talan ikki
er um samgongusamstarv, so um
konstrukt samstarv millum and
støðu og samgongu.
Formaðurin kann fáa lykla
støðu í føroyskum politikki
eitt gott útgangsstøði
LÆR TEG
MÓÐURMÁLS-ALFABETIÐ
Áá
Ee
Íí
Nn
Bb
Ff
Jj
Oo
Cc
Gg
Kk
Óó
Dd
Hh
Ll
Pp
C, q,
w og x í
alfabetið
Málfelagið
síða 14-15
Henrik
Old skal
Stuðlast
Jógvan Skorheim
Kjak Síða 21
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Jákup sýnir fram
í Smiðuni í Lítluvík
Fríggjadagin letur upp máln
ingaframsýning í Smiðjuni í
Lítluvík.
Jákup Lervig sýnir fram
akryl málningar. Myndatil
farið er fjølbroytt, og fevnir
um naturalistiskar, naivar og
abstraktar málningar.
Jákup hevur seinnu árini
brúkt stóran part av frítíðini
upp á hettar ítriv, og hevur
luttikið í undirvísingini hjá
Kvøldskúlanum nú í fleiri ár.
Jákup hevur áður fleiri ferðir
verið við á Ólavsøkufram
sýningini, á framsýningum
í Smiðjuni í Lítluvík og hjá
Lions Club í Müllers Pakk
húsið.
Framsýningin letur upp
fríggjadagin 16. Oktober kl.
14, og er opin til og við týs
dagin 20. Oktober. Opið er
allar dagar kl. 14-19, tó er opið
leygardagin kl. 10-19.
Nú hon hevur tikið sæti
á tingi, er Helena Dam á
Neystabø farin í farloyvi úr
starvinum sum stjóri á Før
oya Handilsskúla.
Løgtingsfólk kunnu bara
hava hálvtíðar starv um
framt løgtingsstarvið – um
talan er um alment starv.
Sambært
Boga
Bech
Jensen, rektara á Markna
gilsdeplinum, sum Føroya
Handilsskúli er partur av, so
er Steinbjørn Hardlei settur
sum fyribils stjóri á Føroya
Handilsskúla frá 16. oktober
at rokna. Starvið er tíðarav
markað fram til 1. januar 2017.
Steinbjørn Hardlei er út
búgvin cand. oecon í virkis
búskapi við serligum denti
á strategi, starvsfólka- og
broytingarleiðslu. Hann hev
ur harumframt tikið altjóða
leiðaraútbúgving
innan
broytingarleiðslu við denti á
virkissálarfrøði og fyriskip
an.
Helena frá sum skúlastjóri
Í sambandi við greinina um
ráðfrýr í her í blaðnum síðsta
mikudag, har vit høvdu eina
talvu við bedingini av orð
inum, hevur Marius Staks
berg gjørt okkum varug við,
at fleiri var í.
Bendingin var grundað á
bendingina av frú í Føroysk
ari orðabók (Móðurmáls
orðabókini) á Sprotanum.
Men tann bendingin er tí
verri ikki heilt røtt.
Í 1998-útgávuni (pappírs
útgávuni) var bara óbundin
bending, og sambært henni
bendist frú sum bygd og
kúgv.
Í netútgávunum standa
bendingar við (næstan) øll
orð, og tær eru gjørdar mek
aniskt út frá bendingar
mynstrunum, í hesum føri
bygd og kúgv. Men tá kunnu
villur koma fyri, og tí er
neyðugt at eftirkanna bend
ingarnar.
Í hesum føri eru tær so
ikki eftirkannaðar nóg gjølla.
Beinleiðis villur eru í
bundnum hvønn- og hvørj
umfalli eintali ráðfrúna og
ráðfrúni, umframt at ráð
frúini vantar í hvørjumfalli.
Tað eigur at vera ávikavist
ráðfrúnna/ráðfrúina og ráð
frúnni/ráðfrúini.
Ein rættari bendingar
talva hevði verið sum talvan
vísir, sigur Marius Staksberg,
skrivari í Málráðnum.
!
óbundið
búndið
hvørfall
ráðfrú
ráðfrúin
hvønnfall
ráðfrú
ráðfrúnna/ráðfrúina
hvørjumfall
ráðfrú
ráðfrúnni/ráðfrúini
eintal
hvørsfall
ráðfrúar
ráðfrúarinnar
hvørfall
ráðfrýr/ráðfrúir ráðfrýrnar/ráðfrúirnar
hvønnfall
ráðfrýr/ráðfrúir ráðfrýrnar/ráðfrúirnar
hvørjumfall
ráðfrúum
ráðfrúnum/ráðfrúunum
fleirtal hvørsfall
ráðfrúa
ráðfrúanna
Um at benda ráðfrú