týsdagur 13. oktober 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. oktober 2015 · Nr. 118
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Ein 76 ára gamal maður var
í Føroya Rætti í dag dømdur
fyri blygnaðarskemd í tveim
um førum. Máðurin var
ákærdur fyri at hava gjørt
seg inn á ein hund tveir ferð
ir innan fáar dagar, umframt
at hava gjørt seg inn á ein
seyð.
Ein maður greiddi í rætt
inum frá, at hann hevði sæð
mannin ligið við ketildraktini
niðri á øklunum, meðan
hann royndi at noyða ein
hund til samlegu. Maðurin
lá á eini gøtu millum hús og
vitni greiddi frá, at tað var
vanligt, at fólk gingu og børn
spældu á gøtuni.
Lá nakin í túninum
Eitt annað vitni greiddi frá,
at hann, nakrar dagar eftir
fyrru
hendingina,
hevði
sæð mannin ligið naknan í
túninum hjá einum triðja
manni, eisini hesa ferð í
eini roynd at hava sam
legu við ein hund. Vitnið sá
hendingina úr kamarsvind
eyganum hjá dóttir síni og
ógvaðist eisini við, tí gerðin
var so sjónlig frá alfaravegi.
Eitt triðja vitni greiddi frá,
at hon, ein dagin var farin ein
túr í hagan við familjuni, sá
mannin í eini rætt. Komin
nakað framvið síggja tey
betri niður í rættina og síggja
tá, at maðurin ger seg inn á
eina ær niðri í rættini.
Maðurin var eisini ákærd
ur fyri at hava hótt eitt av
vitnunum í málinum.
Noktaði seg sekan
Ákærdi maðurin noktaði seg
sekan í øllum ákærunum,
men ákærin metti at vitnis
frágreiðingarnar
vóru
so
mikið góðar, at sannlíkt var,
at tey talaðu sætt. Trý ymisk
vitni greiddu frá trimum
ymiskum hendingum á trim
um ymiskum støðum, men
tó var eyðsæð, at framferðin
hjá manninum var hin sama.
Ákærin legði í síni endaligu
framløgu dent á, at hend
ingarnar vóru farnar fram á
alfaravegi, og at tað millum
annað kundu verið børn til
staðar.
Verjin
hjá
manninum
minti á, at maðurin var
ákærdur
fyri
blygnaðar
skemd. Spurningurin er sum
so ikki, um gerðina í sjálvum
sær, um maðurin hevur
havt samlegu við ein hund
ella eina ær. Spurningurin
í hesum málinum er, um
maðurin
hevur
skemma
blygdina hjá nøkrum í hes
um sambandi. Hann vildi
vera við, at hendingarnar
ikki fóru fram á almennum
støðum, annað var inni í
túninum hjá einum granna,
meðan
ein
hending
var
farin fram á eini rætt uppi í
einum haga. Maðurin hevði
ikki ætlanir um at skemma
nakran og tí var ikki talan
um blygnaðarskemd, vildi
verjin vera við.
Dómarin ikki samdur
Dómarin var tó ikki heilt
samdur. Maðurin var dømdur
fyri blygnaðarskemd í sam
band við misbrúki av hund
inum, sum var farið fram
millum hús. Misbrúkið av
ærini, sum fór fram í eini
rætt í haganum, var tó ikki at
meta sum blygnaðarskemd,
metti dómarin, tí hetta fór
fram langt frá alfaravegi,
uttan stórvegis vanda fyri,
at nakar óviðkomandi skuldi
síggja, hvat fór fram.
Maðurin var fríkendur
fyri hóttanir móti einum
vitni, millum annað tí sam
svar ikki var millum frágreið
ingarnar frá ákærda og við
komandi vitni í rættinum
og tað, sum stóð at lesa í løg
reglufrágreiðingini.
Maðurin var eisini dømd
ur fyri brúkstjóvari í sam
band við misbrúkið av hund
inum, tí hann hevur nýtt ein
hund, sum ikki er hansara
egni, uttan avtalu við eig
aran.
Tó at maðurin var dømd
ur sekur í dag, verður revs
ingin ikki staðfest fyrr enn
seinni. Eingin persónskann
ing var gjørd av manninum
og verjin ynskti, at hetta varð
gjørt, áðrenn dómarin tók
støðu til hvørja revsing mað
urin skuldi fáa.
Tað er vert at leggja til
merkis, at maðurin ikki er
dømdur fyri at hava gjørt seg
inn á djórini. Tað var hann
heldur ikki ákærdur fyri. Tað
vísir seg, at tað er ivasamt,
hvørt tað er revsivert yvir
høvur, straffilógin nevnir
einki um tað, meðan djóra
verndarlógin er ov veikt
orðað, til at staðfestast kann,
at tað er revsivert.
danjal@sosialurin.fo
Misbrúkti hund
á alfaravegi
Maðurin varð dømdur fyri blygnaðarskemd í tveimum førum, tí at fólk høvdu sæð hann gera seg inn á ein hund
rættarmál
Maðurin var eisini dømdur
fyri brúkstjóvari í samband
við misbrúkið av hundinum,
tí hann hevur nýtt ein hund,
sum ikki er hansara egni
Modellmynd
Samlega við djór er misnýtsla
Hundaeigarafelag Føroya
er greitt ímóti misnýtslu
av djórum, eisini kynsligari
misnýtslu. Djóraverndar
lógin sigur, at tað er bannað
at misnýta djór, og at hava
samlegu við einum hundi
er at misnýta hundin. Tað
sigur Fríða Matras Brekku,
sum er nevndarskrivari í
HUFF,
Hundaeigarafelag
Føroya. Hon heldur ikki,
at trupulleikin er at djóra
verndarlógin er ov veik ella
ullint orðað.
– Er tað einans mis
nýtsla, tá talan er um at
sparka, sláa ella royta djór?
Er vanrøkt einans ikki at
busta djórini, spyr Fríða
Matras Brekku og vísir á, at
hóast samlega við djórum
ikki er nevnd í revsilógini,
so eigur tað at vera umfat
að av djóraverndarlógini.
Fríða Matras Brekku
ivast ikki í, at samlega við
eitt djór er misnýtsla. Hon
hevur langar royndir við
aling av hundum og vísir
á, at samlega ofta er sera
pínufull fyri tíkina.
– Djór para seg, tey
hava ikki sex, so sum vit
menniskju hava. Tá djór
vera parað er týdningar
mikið, at tey eru av somu
stødd, sigur Fríða Matras
Brekku, sum vísir á, at ofta
er neyðugt, at eigarin er
hjástaddur, tá ein tók skal
parast við einum hundi,
fyri at troysta hana.
– At eitt menniskja skal
hava samlegu við eina tík er
uttan iva misnýtsla.
Maðurin varð dømdur
fyri blygnaðarskemd og
ikki misbrúk av hundinum
ella ærini.
– Tað er gott, at maðurin
var dømdur fyri blygnaðar
skemd, men eg haldi eisini,
at hann burdi blivið dømd
ur fyri misbrúk.
Hon heldur, at tað hevði
verið rættast at fingið ein
serfrøðing at mett um,
hvørt hundurin er misnýtt
ur ella ikki.
– Vit hava tíverri tann
trupulleikan, at vit fylgja
dønum eftir, eisini í hesum
førinum, sigur Fríða Matras
Brekku og vísir á, at heldur
ikki í Danmark er samlegu
við djórum nevnd í revsi
lógini.
– Vit menniskju hava
átikið
okkum
sjálvum
ábyrgd av samfelagnum, av
teimum veiku í samfelag
num og eisini av djórunum
og hundunum. Hundar eru
júst sum vit menniskju, har
býr bara einki ilt teimum,
sigur Fríða Matras Brekku.
danjal@sosialurin.fo