Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 16. oktober 2015 Hví halda føroyingar seg ikki duga? Hvussu ber tað til, at vit í Føroyum altíð skulu stríð­ast um, hvørt vit sjálvi eru før fyri at byggja stórar verkætlanir, ella um vit mugu hava út­lendingar – sum oftast danir – at byggja og leggja til rættis fyri okkum? Síðsta dømið í so máta er verkætlanin við Skúla­depl­inum í Marknagili. Tað var beinanvegin, tá byggiverkætlanin fór í gongd, at føroyskir arbeiðstakarar venaðu seg um, at byggiharrin vildi brúka danskt mál, tá verk­ætlanin skuldi leggjast fram. Danskt mál, fyri at danir, ið møguliga ætlaðu sær at byggja, skuldu kunna skilja útbjóðingina. Høgni Hoydal setti Bjørn Kalsø, sum var lands­stýr­is­mað­ur í menta­mál­um spurn­ing um hetta í 2012, og tá váttaði landsstýrismaðurin, at danskt mál skuldi brúkast. Tí í avtaluni mill­ um Lands­verk og Bjarke Ingels Group Aps frá 26. feb­r­u­ar 2010 varð avtalað, at prosjekttilfarið og út­bjóð­ing­ar­tilfarið skuldi framleiðast á donsk­um. Seinni broytti Mentamálaráðið mál­poli­tikk­ in í verkætlanini, og á vári í 2011 varð avtalað, at føroyska málið skuldi vera brúkt í tí form­ liga og dagliga samskiftinum í sambandi við pro­sjekt­ið og byggingina. Tó varð ikki kravt, at part­ar, sum ikki duga føroyskt, skulu svara á før­oysk­um. Hetta merkti, at sáttmálar og fund­ar­frá­ sagn­ir vórðu skrivaðar á føroyskum eins og tilboð, viðmerkingar og spurningar í sam­ bandi við prosjektið kunnu latast og setast á før­oysk­um. Tað skuldi bara manglað, mugu vit siga, at før­oyskt mál er almenna málið í slíkari byggi­ ætl­an. Alt annað er undirbrotligt. Útlendskir ar­beiðs­tak­ar­ar skulu so sjálvandi taka neyð­ ug fyrilit, um teir ikki skilja føroyska málið. Men tað tykir, sum vit ikki halda okkum duga. Marknagilsdepilin er bara eitt dømi við útlendskum arbeiðstakara, arkitekti og ráð­ geva. Føroyingar duga ikki nóg væl – og vit leggja sektin á alt tað fleirfaldað virði sum kann koma burtur úr, at føroyska vinnan ger mesta arbeiðið í Føroyum. Hetta er ikki ein spur­n­ingur um protektionismu, men um at menna okkara egnu vinnuvirki – okkara egna vinnulív. Tað er for býtt at halda fast um, at før­ oy­ingar einki duga. Og vit brúka sama leist til Skála­fjarð­ar­tunnil, Netbanka og ann­að. Løgið at tað eru føroyingar sum dis­kval­i­fi­ sera seg sjálvar... Lønirnar eru eitt prosent hægri hvønn ársfjórðing. Menninir fáa 60 prosent av samlaðu lønunum Lønirnar fyri hvønn ársfjórðing tátta í tvær mill­iardir nú. Vøksturin er um 1% hvønn ársfjórðing. Í fjør vuksu lønirnar 2% fyri hvønn ársfjórðing, so ferðin í vøkstrinum er farin eitt sindur niður. Tað skrivar Hagstovan. Higartil í ár eru útgoldnar 5.835 milliónir krónur í lønum, tað eru 326 mió. kr. fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 5,9%. Vøksturin í lønum var størstur í vár, yvir 7%, men hevur síðan dragnað hvønn mánað og er nú 5,9%. Nú tað er so langt útliðið í ár, kann ikki væntast tær stóru broytingarnar í vøkstrinum, so ársins vøkstur fer at liggja millum 5 og 6%. Av samlaðu lønunum fara 60% til mennirnar, meðan kvinnurnar fáa 40%. Í løtuni er størsti vøksturin í lønargjaldingum í teimum yrkjum, har flest mannfólk arbeiða, og tí fer størsti parturin av vøkstrinum til menninar. Higartil í ár eru útgoldnar 326 milliónir meira enn í fjør. Av hesum eiga menninir tríggjar fjórðingar, 241 milliónir, meðan kvinnurnar eiga ein fjórðing, 85 milliónir. »Sambandsflokkurin aftur á rætta kós« Soleiðis ljóðar yvirskriftin til orðaskifti í Sambandsflokkinum, sum hevur heystfund leygardagin í næstu viku. Tað er kjak, verður millum umboð fyri valfeløgini hjá Sambandsflokkinum og tingmenn floksins. Tað hevur verið nógvur kritikkur av Sambandsflokkinum undir seinastu samgongu. Serliga hevur kritikkurin gingið út uppá, at flokkurin hevur slept sínum sosiala profili og hevur lurtað ov nógv eftir Jørgen Niclasen og Fólakflokkinum. Hesin kritikkur fyllir so nógv innanfloks, at flokkurin sjálvur sigur, at »nú skal Sambandsflokkurin aftur á rætta kós« Bert lúsin útlendsk er... Sambandið á skeivari kós? rætta kumpass gamal í garði undrast Les eisini blaðið á telefonini Kroyst list í BankNordik Ummæli Nils Ohrt síða 46-47 Okursprísir fyri teletænastur Páll Poulsen Kjak síða 36 Visti tú? At 546 fólk eru ar­ beiðs­leys í Føroyum. 327 kvinn­ur og 219 menn Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, um semjuna millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, sum gevur journlistum í Kringvarpinum stóra lønarhækking »Hoyrdi eg rætt at tey sum hava mest framm­an­ und­an nú skulu fáa mest burtur úr eini lønar­ hækk­an, meðan van­ligi lim­urin skal gjalda. Skuldi ríki­døm­ið ikki býtast rætt­vís­ari. Havi nokk hoyrt skeivt« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri hagtøl Lønarútgjaldingarnar vaksa nú spakuligari