Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 16. OKTOBER 2015 SOSIALURIN 119 4 Meðan summir útlendsk listafólk koma til Føroya at mótmæla grindadrápinum, ætlar Lukas Graham at eta grind og turran fisk N æsta vikuskiftið vitjar bólkurin Lukas Graham í Føroyum. Væl umtókti poppbólkurin við danska-írska sangaranum Lukas Graham Forchhammer spældi á Summar Festivalinum í august, og tá var bólk­urin stórliga fagnaður. Tá hevði Lukas Graham júst givið nýggja útgávu út, og tað er í tí sambandi, at bólkurin longu um eina viku kemur aftur til Føroya at spæla. Luka Graham fer á konsertferð í Dan­ mark í november í sambandi við seinastu út­gávuna, og hendan konsertferðin byrjar í Føroyum. Seinastu tíðina hevur bólkurin annars havt framførslur í eitt nú London, Berlin og Oslo. Nú upp undir vitjanina í Føroyum hevur Lukas Graham sent eina heilsan til føroysku fjeppararnar umvegis sín Facebook vanga. Teir í Lukas Graham siga, at teir høvdu eina framúr uppliving í Føroyum seinast, og tí koma teir aftur at vitja og spæla fyri før­oyingum. – Vit spæla tvær kon­sertir, men vit fáa eisini tíð til at eta grind, turr­an fisk og lambs­kjøt, sigur Lukas Gra­ham í heils­anini. Lukas Gra­ham spælir í ítróttar­høllini á Hálsi í Havn fríggja­kvøldið og leygarkvøldið í næstu viku. Konsertin leygar­kvøldið er útseld. Hevur tú illgruna um, at makin er ótrúgvur, er tað ofta nakað um tað, heldur privatdetektivur Kvinnur duga betur at fjala ótrúskap, enn menn gera. Tað heldur ein privatdetektivur, ið danska TV2 hevur gjørt samrøðu við. Uffe Bodeholdt er formaður fyri felagið hjá donskum privatdetekivum, og hann og hansara starvsfelagar verða ofta bidnir at kanna illgruna um ótrúskap. – Hevur tú illgruna um, at makin er ótrúgv­ur, er tað ofta nakað um tað, sigur Uffe Bodeholdt við TV2. Hann sigur, at fólk síggja tekin í gerandisdegnum um, at makin møguliga er ótrúgvur. Tað kann verða ein broyting í liviháttinum av einum hvørjum slagi ella at makin er farin at arbeiða meira yvir ella ferðast meira. – Kvinnur fjala betur út yvir ótrúskap. Tað er ikki tí, at tær rokna við, at onkur eltir tær ella kannar tær, men tí tær hava ringa samvitsku og hava størri skuldar­ kenslu, enn menn ofta hava, sigur Uffe Bodeholdt. Tí eru hansara royndir, at tað er verri at prógva ótrúskap hjá kvinnum enn hjá monnum. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-10 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 5-10m/s 5-10 m/s av útsynningi. Skýggjað og disut, men fyri tað mesta turt. Hitin um 10 stig. Mánadagur 5-10 m/s av útsynningi, vaksandi upp í 10-15 m/s. Skýggjað og regn av og á. Um náttina klárari. Hitin millum 7 og 10 stig. Týsdagur 5-10 m/s av útsynningi og suðri, vaksandi til 18 m/s. Regn av útsynningi. Hitin millum 7 og 10 stig. 5-10 m/s av suðri. Skýggað, men turt fyri tað mesta. Um náttina fer vindurin í vestan ella útnyðring, og tað klárnar. Hitin millum 7 og 10 stig. 5-10 m/s m/s 5-10 m/s av útsynningi. Skýggjað og disut, men fyri tað mesta turt. Hitin um 10 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Grundkervið í kapitalismuni: Persónlig skuld« Sæð á Facebook: »Hvat er lívið ikki herligt at liva, tú kanst stroyma tað tú vilt« Hjá mongum verður hestferian nýtt til at ganga fjøllini og at fletta seyð. Leygardagurin fyri lítlari viku síðani var helst stóri fjalldagurin hesaferð, men aðrar dagar fyri og eftir hava fólk eisini verið á fjalli. Hóast alt fleiri fólk lata slaturvirki seyðin at fletta, er tað framvegis rættiliga vanligt, at bøndur og fólk annars fletta í kjallarum, bilskúrum, hjallum ella aðrastaðni. Um nakrar vikur verða síðurnar ræstar, og fram móti jólamánaðinum ber av álvara til at koyra ræst kjøt í pottin. Tað er ivaleyst tað, sum fólk gleða seg mest til, tá ið farið verður á fjall. Føroyska U21 landsliðið í fótbólti er fyri sínum størsta tapi, tá ið teir tapta 6-0 ímóti Týsklandi á Tórsvølli Steinbjørn Hardlei er settur sum fyribilsstjóri á Handilsskúla Føroya – hann avloysir Helenu Dam á Neystabø, ið hevur tikið sæti á tingi og er farin í farloyvi frá stjórastarvinum. Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið gera nýggjan sáttmála. Ein maður verður í Føroya rætti dømdur fyri blygnaðarskemd í tveimum førum, tá hann var sæddur misbrúka ein hund kynsliga. Jan Dam er settur sum venjari hjá HB fyri kappingarárið 2016. Týskvøldið helt onkur í Kaldbak seg síggja eina neyðrakett. Leiting varð sett í gongd, men einki varð funnið. Vágbingurin Jón Krosslá Poulsen ger sáttmála við Víking. »Fletting« Vil heldur eta grind enn mótmæla Kvinnur duga betur at fjala ótrúskap LUKAS GRAHAM MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir krónur í halli vísir framskrivaða fíggjarlógar­ uppskotið fyri 2016. 144 MANGT OG HVAT Visti tú? at brúkaraprístalið er lækkað 1,9 prosent seinasta árið. PRIVATDETEKTIVUR Hesir kúllarnir ætla sær at eta grind og turran fisk í Føroyum næsta vikuskiftið drepa, skera (seyð, neyt o.tíl.)