Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. oktober 2015 sosialurin 119 18 – Tey boðaðu mær frá, at eg hevði fingið tað, og eg varð ordiliga glað. Eg ynskti mær sjálvandi veruliga at fáa starvið, so tað var ein góð kensla at fáa hasa uppringingina, sigur Andrea Heindriksdóttir – Eg haldi politikararnir skulu bara taka avgerð um hvar skúlin skal liggja og so fara í gongd. Musikk­skúlin hevur stóran tørv á at fáa nøktandi hølir og nøktandi játtan, so nú skal okkurt henda, sigur Andrea Heindriksdóttir, sum 1. november tekur við sum stjóri í Musikkskúlanum í Havn Musikk- skúlin má byggjast nú Andrea Heindriksdóttir Barbara Holm S íðani 1992 hevur 48 ára gamla Andrea Heindriksdóttir starvast á Musikkskúlanum. Hon hevur undirvíst kring alt landið innan tónleik frá tí, at hon varð útbúgving tónleikari frá tón­leika konservatoriunum í Keyp­ manna­havn. Andrea hevur bæði spælt tónleik sjálv - eitt nú við Symfoniorkestrinum, við Aldrubáruni og øðrum, og so hevur hon undirvíst ungum tónleik­ arum kring landið. Tey seinastu árini hevur hon tó mest hildið til í høvuðs­ staðarøkinum. Tá starvið sum stjóri fyri Musikk­ skúlan varð lýst leyst, var Andrea als ikki í iva. Men hon ímyndaði sær ikki at fáa starvið hóast alt. – Har vóru 11 umsøkjarar, og eg ivist ikki í, at fleiri teirra vóru væl skikk­aði til starvið. Men tað gjørdist so eg, sigur hon. Tá telefonin ringdi, og tað var umboð fyri Tórshavn Kommunu í horn­inum, var tað ein góð kensla. – Tey boðaðu mær frá, at eg hevði fingið tað, og eg varð ordiliga glað. Eg ynskti mær sjálvandi veruliga at fáa starvið, so tað var ein góð kensla at fáa hasa uppringingina, greiður Andrea frá. Mikið rumbul um skúlan Mong eru tey, sum hava hvassar mein­ingar um hvar skúlin skal liggja, nú farið verður undir at byggja ein nýggjan Musikkskúla. Og júst hasin spurningurin – um hann skal liggja við Marknagil ella á Skálatrøð ella onkra heilt aðrastaðni – er javnan uppi og vendur í almenna rúminum. Men spyrt tú nýsetta stjóran í Musikk­skúlanum, so er tað ikki tann mest átrok­andi spurningurin júst nú. Tey ungu eru ikki í kassum, eins og vit vóru tað. Tey flyta seg inn á øll hugsandi økir innan tón­leik og tað má Musikk­ skúlin eisini taka hædd fyri« Framhald á næstu síðu tónleikur