mánadagur 19. oktober 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bilar
Á
heimasíðuni hjá Dekksentrinum
ber til hjá kundanum at
bíleggja sær síni dekk. Tað er
bert at fara inn og skriva støddina
á dekkinum, so kemur alt fram,
myndir av dekkunum, hvat tey kosta,
og um tey eru á goymslu. Kundin
bíleggur dekkini við at skriva navn,
telefonnummar, teldupostadressu og
nøgd av dekkum. Eisini kann kundin
bíleggja sær tíð til at fáa dekkini skift.
Hetta er fyri at lætta um hjá kund
anum og hjá starvsfólkunum.
Dekkverkstaðurin er útgjødur við
nýggjastu tólum til 4-hjólsútmáting
og balansering. Talan er um mest
framkomnu sporiútgerð sum finst við
tilhoyrandi lyftum og elektroniskum
balanseringsmaskinum, sum kunnu
tað heila.
Fyri at lætta um arbeiðsgongdina
hevur dekkverkstaðið gjøgumkoyring,
soleiðis at bilar, sum koma inn til
dekkskift, skulu ikki bakka út aftur
men koyra fram gjøgnum eitt portur
á vestaru síðu á bygninginum. Alt
verður gjørt fyri at lætta um manna
gongdirnar hjá starvsfólkunum og
fyri at geva kundanum eina enn betri
tænastu.
– Flestu dekkini verða innflutt
beinleiðis frá framleiðara, tí kunna vit
altíð bjóða kundum okkara teir bestu
prísirnar. Vit eru heildarveitari av
dekkum og felgum til alt sum koyrir.
Vit hava landsins størstu goymslu og
breiðasta úrval av dekkum. Vit hava
vetrardekk til allar bilar. Hjá okkum
finnur tú altíð røttu loysnina.
– Dekksentrið selur nógv ymisk
sløg av dekkum, høvuðsmerkini eru
Continental og Interstate. Um kundin
vil hava onnur merki, letur hetta seg
eisini gera. Vit eru heildarveitari av
dekkum og felgum til alt sum koyrir,
sigur Rúni Lindberg.
Vit bjóða kundum okkara eina tænastu, har hann á heimasíðu okkara kann bíleggja sær síni dekk og eina
tíð til at fáa dekkini skift. Finnur tú ikki dekkini har, send so ein fyrispurning, vit svara beinanvegin. Vit
hava landsins størstu goymslu og breiðasta úrval av dekkum, sigur Rúni Lindberg stjóri í Dekksentrinum
Bílegg dekkini á
okkara heimasíðu