mánadagur 19. oktober 2015síða 48
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bilar
Nýggjur Opel Astra
E
in heilt nýggjur Opel Astra varð
sýndur fram á IAA bilafram
sýningini í Frankfurt í september.
Nýggi Astra er í allar mátar ein
heilt nýggjur bilur, sum er upp til 200
kg lættari enn forgangarin.
Bert framkomnar og nýggjar
motorútgávur verða nýttar, ávikavist
bensin og diesel. Nýggju motorarnir
og tað at bilurin er lættari gevur mun
andi minni brennievnisnýtslu.
Hóast nýggi Astra er 5 cm styttri
enn forgangarin er hann rúmligari við
t.d. betri plássi til bæði høvd og knø á
baksetrinum.
Designið er eisini flott við sera lág
ari luftmótstøðu. Astra verður tann
fyrsti bilurin í bólkinum við møguleika
fyri intelligentum LED-forlyktum.
Astra fæst við nógvari trygdarút
gerð sum m.a. skelti-avlesara, veg
banahjálp, ávaringarfunku við vanda
fyri samanstoyti, ferðstýrara, og par
keringshjálp, har bilurin automatiskt
parkerar, uttan at bilføraranum nýtist
at venda róðrinum, samstundis hevur
hann blindvinkulávaring, har bilførarin
verður ávaraður um bilar og súkklur í
blinda vinklinum innan fyri ein radius
á tríggjar metrar.
Opel Astra verður gjørdur bæði
sum hatchback og í stationcar útgáv
uni Astra Sports Tourer.
Ein heilt nýggjur minibilur frá Opel
er komin á marknaðin. Talan er um
Opel Karl, sum í Danmark er kosin
Årets Bedste Mikrobil 2015. Bilurin er
uppkallaður eftir einum av synunum
hjá Adam Opel, sum stovnaði Opel
verksmiðjuna.
Opel Karl er ein bíligur minibilur.
Hann er væl minni enn Opel Corsa
-umleið somu stødd sum Chevrolet
Spark. Opel Karl hevur 1.0 bensin
motor við 75 hk og koyrir upp til 24,0
km/l.
Opel Karl er ein góð sameining av
plássi, kvaliteti, útgerð og prísi. Bilurin
er rúmligur og er við sínum 5 hurðum
lættur at koma í og úr. Umframt at
hann er rúmligur eru eisini hillar og
rúm til at leggja lutir frá sær í kabin
uni. Eisini er loftshæddin sera góð í
mun til støddina á bilinum.
Opel verksmiðjan Adam Opel AG í
Rüsselsheim í Týsklandi er av álvara
farin at uppkalla sínar forfedrar. Í
2012 kom Opel Adam, sum er upp
kallaður eftir Adam Opel, ið stovnaði
Opel verksmiðjuna. Opel Karl er upp
kallaður eftir soni hansara Karl Opel.
Adam Opel átti fýra aðrar synir: Wil
helm, Heinrich, Friedrich og Ludwig,
so vit kunnu nokk vænta at teir koma
at leggja navn til nýggj modell hjá
Opel í framtíðini.
Karl – nýggjur minibilur frá Opel
Opel Karl er í Danmark kosin
Årets Bedste Mikrobil 2015
Nýggi Opel Astra
Stationcar útgávan Opel Astra Sports Tourer