mánadagur 19. oktober 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bilar
H
erfyri
presenteraði
Toyota
í Danmark brintbilin Toyota
Mirai. Latið er upp fyri søluni
av bilinum, sum ikki dálkar, og tað
einasta útlátið undir koyring er vatn.
Bilurin bleiv sýndur fram í Keyp
mannahavn við Den Blå Planet. Mirai
merkir framtíð á japanskum.
Danmark kann, sum tað einasta
landið í heiminum, bjóða eitt lands
dekkandi net við íalt sjey brint tanga
støðum deildar yvir alt landið. Mirai
koyrir yvir 500 km upp á ein tanga, so
tað er eingin trupulleiki at koyra kring
alt landið við bilinum uttan at mangla
brennievni.
Hóast Toyota Mirai nú er til sølu
í Danmark, verður talið av Mirai nógv
avmarkað, tí stórur eftirspurningur er
eftir bilinum. Danmark fær hægst 25
bilar frá nú av og til endan av 2016.
Sámal av Reyni, stjóri í Reyni
Service, við nýggja Toyota Mirai
uttan fyri Den Blå Planet
Hybridbilarnir selja sum ongantíð áður
Sølan av hybridbilum økist sum
ongantíð áður, og talið av hybridbilum
á føroysku vegunum hevur aldri verið
hægri. Talan er um hybridbilar við
bæði beinsin- og elmotori.
Toyota hevur í heimshøpi selt langt
oman fyri 7 mió. hybridbilar síðani
fyrsti hybridbilurin Toyota Prius kom
á marknaðin í 1997. Toyota mark
naðarførir um allan heimin umleið 30
ymiskar hybridbilar.
Tað er einfalt og lætt at koyra
ein hybridbil. Bilførarin setur seg við
rattið, heldur fótin á bremsupedalini,
trýstur á startknøttin og setur í Drive
(hybridbilarnir hava allir automatisk
gear). Síðan fara motorarnir og batta
ríini til arbeiðis.
Hybridkonseptið virkar soleiðis,
at bensinmotorurin og el-motorurin
supplera hvønn annan, og syrgja fyri at
bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat
kraft, økonomi og umhvørvisvernd
viðvíkur. Battaríini geva streym til
el-motorin og verða lødd upp av
bensinmotorinum.
Her hjá okkum økist
sølan av hybridbilum al
samt. Tað er í størstan
mun privatpersónar,
ið koyra hybridbil,
men eisini økist talið
av fyritøkum, ið av
álvara hava fingið
smakk
fyri
nógvu
fyrimununum
við
hybridbilum.
Toyota er av tí fatan,
at hybridtøknin er eitt tað
mest realistiska boðið uppá
ein optimalan umhvørvisvinarligan
familjubil.
Hybridbilarnir hjá Toyota
eru eyðkendir av bláa
litinum í logo´inum
Toyota brintbilur
presenteraður í Danmark