mánadagur 19. oktober 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
28
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bilar
First Stop: Nú er
tíð til vetrardekk
D
ekk eru nokk bara dekk? Als
ikki! Dekkini snúgva seg um
tína trygd, hvørja ferð tú setir
teg inn í bilin. Tað eru meira enn 50
ymiskir tættir, sum hava týdning fyri
eginleikarnar hjá dekkunum. Tí er tað
rættiligt vísindi at velja røttu dekkini.
Tú kanst bara spyrja ein serfrøðing.
– Hjá First Stop seta vit teir røttu
spurningarnar, tá ið tú skalt hava
nýggj vetrardekk, tí tín koyritørvur og
bilurin er avgerandi fyri valið av dekk
um.
– Um veturin er vegafestið tað
mest umráðandi, og so við og við, sum
dekkini slítast, minkar vegafestið heilt
nógv. Vegafestið ger allan munin, um
tú vinglar ella stendur stúttur á veg
num. Og vegafestið ger av, um tú
yvirhøvur kanst bremsa og bremsa
skjótt, tá ið tað knappliga er hált.
– Hjá First Stop kunnu vit svara
spurningum um annað enn prísin á
nýggjum dekkum, og tað tekur ikki
longri tíð enn at skifta til vetrardekk.
So kom inn og práta við okkum um
dekk, sigur Fríðrikur Bláhamar, stjóri
í First Stop.
Levorg – ein heilt nýggjur Subaru
S
ubaru Levorg er komin á før
oyska marknaðin. Talan er um
ein heilt nýggjan fýrahjólsdrivn
an og væl útgjørdan bil við nógvum
framkomnum skipanum til koyring
á vanligum vegi og undir torførum
koyriumstøðum.
Levorg er ikki komin sum avloysari
fyri nakran annan Subaru men sum
eitt nýtt sjálvstøðugt modell. Hann
er designaður sum ein stationcar og
er nokk so sermerktur at síggja til
framman við stórum luftinntaki oman
á motorhjálminum.
Levorg er ein rúmligur 5-persóna
bilur við praktiskari innrætting og
góðum beinplássi til tey ferðandi. Við
førisrúmið er upp á heilar 522 litrar.
Koyrieginleikarnir eru merktir av
at boxermotorurin liggur niðarlaga
í motorrúminum. Tyngdipunktið er
lægri enn vanligt, og bilurin er sera
stúttur at koyra. Hann hevur fram
komna All Wheel Drive skipan, sum
alla tíðina syrgir fyri at bilurin hevur
optimalt vegfesti undir øllum koyri
umstøðum.
Nýggi Levorg fæst einans við 1,6 l
bensin boksaramotori við turboløðara,
170 hk og automatiskum gearum
(Lineartronic). Vit royndarkoyrdu bil
in, sum er sera kvikur við góðum kom
forti bæði til býkoyring og á landsvegi.
Subaru Levorg er ein gjøgnum
førdur kvalitetsbilur frá Subaru, ið eru
heimskendir sum bilar uttan sjúkra
dagar. Bilurin kann síggjast og roynast
hjá Berg Motors.
Fríðrikur Bláhamar, stjóri
í First Stop Atlantic