mánadagur 19. oktober 2015síða 66
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 19. OKTOBER 2015
34
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
FAROEXPO
Eyðun av Reyni í Glyvra kirkju
Sunnukvøldið 18. oktober læt upp
listaframsýning í Glyvra kirkju. Tað
er Eyðun av Reyni, ið sýnir fram sína
list, og framsýningin er eisini partur av
skránni fyri mentanarvikuna.
Tá framsýningin læt upp, greiddi
Oggi Lamhauge, sum sjálvur er lista
maður, frá myndlistini hjá Eyðuni, og
tónleikur var eisini á skránni.
Hvørt kvøld hesa vikuna frá klokk
an 20 til 22 verður tiltakið List og
Kvirra í Glyvra kirkju.
Meinhard Bjartalíð, sóknarprest
ur, sigur, at hetta er tjúgunda lista
framsýningin, sum verður sett upp í
kirkjuni, síðan forkirkjan í Glyvra kirkju
varð gjørd til listaskála í 2009.
Fleiri spennandi listafólk hava
sýnt fram undanfarin ár, eitt nú Heð
in Kambsdal, Tróndur Patursson og
Astrid Andreasen - bert fyri at nevna
nøkur teirra.
Listaskálin er vorðin ein partur av
forkirkjuni, og tað er líka sum, at fólk
sakna, tá eingi listarverk hanga uppi í
Glyvra kirkju.
– Nú verður so aftur høvi at síggja
listina hjá einum av okkara kendu
listafólkum, sigur Meinhard Bjartalíð,
prestur.
Aftansongur
Sunnukvøldið frá klokkan 20 til 21
verður aftansongur eftir enskari fyri-
mynd í Glyvra kirkju.
Her verður Kór Glyvra kirkju við,
liturgur verður Meinhard Bjartalíð, og
organistur verður Jensina Simonsen.
Tiltakið »List og kvirra« verður hvørt gerandiskvøld hesa vikuna í Glyvra kirkju, og tað
er Eyðun av Reyni, listamaður, sum eigur verkini, sum hanga í skálanum í kirkjuni
Bygdasavnið Forni í
gamlari bóndabygd
Glyvrar er gomul bóndabygd, sum í øllum
førum hevur røtur aftur til ár 1584
Frá mánadegnum 19. oktober, sum
er í dag og fram til og við leygar
dagin 24. oktober, verður Bygda
savnið Forni á Glyvrum opið, allar
dagar frá klokkan 16 til 18.
Aftur á mentanarvikuni í ár hevur
savnið eina fjølbroytta og áhuga
verda framsýning at vísa fram.
Tað kostar bert 50 krónur at
síggja alt, sum Forni hevur at bjóða,
og tá savnið eisini bjóðar okkurt gott
til góman á mentanarvikuni, eigur ein
50-krónuseðil ikki at halda nøkrum
aftur í at vita forvitnisliga savnið.
Gomul bóndabygd
Bygdasavnið Forni á Glyvrum er í
einum húsum frá 17. øld, og her er
nógv spennandi at síggja frá gaml
ari tíð. Eitt nú er ein gamal handil
settur upp í einum rúmi á loftinum,
og skipað verður javnan fyri áhuga
verdum framsýningum í Forna.
Soleiðis er eisini, nú mentanar
vika verður hildin í økinum.
Glyvrar er gomul bóndabygd,
sum er nevnd í longu 1584, men
kann væl vera eldri.
Tlf. 448289 · orkis@orkis.fo
Tað
jólaliga
prýði Til
fyriTøkuna
-altíð pláss til eitt sindur av inspiratión
forkela Tíni sTarvsfólk við
eini luxus jólagávueskju
-viT senda um
alT landið
jólasTova leTur upp mánadagin Tá menTanarvikan
byrjar. Tað verður nógv á skránni alla vikuna.
Til dømis live Tónleikur, málningaframsýning,
glasframsýning, gómagoTT smakkiroyndir, kaffi
frá peTer larssen, garTnari, leykir, havi os.fr.