týsdagur 20. oktober 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er ikki hissini bragd, sum vág
bingar hava framt við at byggja
langhylin í Vági, Pálshøll, sum læt
upp leygardagin.
Við hátíðarhaldið segði Pál Jo
ensen, sum er eggjarin til høllina
og okkara fremsta ítróttarfólk, at
tey, sum tóku stig til Pálshøll, hava
svomið í jøvnum mótstreymi alla
tíðina, men at tey ongantíð mistu
málið úr eygsjón.
– Tey megnaðu at fara undir
eina stóra verkætlan í ringum tíð
um, og sostatt vístu tey, at sum før
oyingur, á veg ímóti tindunum, stóð
tú ikki einsamallur, men hevði eitt
sterkt bakland, segði hann.
Tað er eitt megnartak at byggja
ein langhyl. Eingin kommuna er
farin undir slíka verkætlan, ikki ein
gong Tórshavnar kommuna, sum
er ríkasta kommunan í landinum. Í
Havn hava tey leingi tosað um ein
langhyl, men enn er avgerðin ikki
tikin.
Tí vóru tey mong, sum ikki
trúðu stigtakarunum í Vági, tá teir
fóru at tosa um ein langhyl í Vági.
Tí sjálvandi eigur langhylurin at
vera í Havn, mundu fleiri halda.
Men so er ikki. Nú stendur hann
kárur í Vági. Hann kostar – sam
bært stigtakarunum – bara ein
fjórðing av tí, sum hann nátúrliga
átti at kostað. 20 milliónir krónur
heldur enn 80 milliónir krónur.
Tað er einki at ivast í, at sam
anhaldið hevur verið stórt kring
Pál Joensen og hansara megnar
ítróttaravrik.
Verkætlanin
við
Pálshøll er eitt talandi dømi um tað
og vísir, hvussu nógv kann koma
burturúr, tá allar góðar kreftir í
felag loysa uppgávur.
Og jú, ein langhylur kemur uttan
iva í Havn eisini. Og tað fer bara at
menna svimjingina sum ítrótt enn
meira. Tað er sum við grasvøllinum
á Toftum, sum gjørdi at føroyska
fótbóltslandsliðið kundi spæla sín
ar dystir í Føroyum. Tað gekk ikki
long tíð, so var eisini ein vøllur í
Havn.
Tað var eisini eitt dømi um, at
fólk á Toftum tóku seg saman og
framdu verkætlanina í felagsskapi.
Ella sum brøðurnir og stigtakarar
nir John Hendrik og Dennis Holm
søgdu:
– Hetta er eitt talandi dømi um,
at har viljin er, ber alt til.
Íbirtarin til alt hetta er Pál Joen
sen, og ótroyttilig venjari hansara,
Jón Bjarnason, sum helt fyri, at nú
sleppa komandi ættarlið av svimj
arum undan at fylla ryggsekkin við
gróti og renna niðan á Beinisvørð
við honum á bakinum.
Tað er eitt megnaravrik, sum tey
hava framt í Vági.
Hjartaligt tillukku!
Sleppa undan at renna við
gróti niðan á Beinisvørð...
Eitt megnaravrik í Vági
Fólka
atkvøðu
í ranga
strúpan
Erik Ludvigsen
Kjak síða
Rólant
handlað í
40 ár
Tíðindi
Síða 29
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Hóast góð sambandsfólk í
109 ár hava roynt at fingið
sambandsmann
valdan
í
Sandoy, so hevur tað enn ikki
eydnast. Tí sandoyingar vilja
ikki hava sambandsmenn at
umboða seg á tingi.
Tað gav at bíta, tá tey
fingu
Gerhard
Lognberg
forerandi frá Javnaðarflokk
inum. Hann kom fluks upp á
listan, men nei.
Hóast sandoyingar fýra
ferðir hava valt Gerhard
Lognberg á ting við høgum
atkvøðutali fyri Javnaðar
flokkin – so vildu sandoy
ingar ikki hoyra talan um
velja hann, nú hann varð
konverteraði til Sambands
flokkin.
Og nú tímir okkara kokk
ur í Skálavík heldur ikki
meira. Joen Peter Johanne
sen er ikki fornermaður, tí at
sandoyingar ongantíð hava
tímað at valt sambandsmenn
á ting – men tí at hini fólkini í
flokkinum vilja hava Magna
Laksafoss til næstformann í
Sambandsflokkinum.
– Magni Laksafoss hevur
altíð verið ein lúshundur
ímóti
sandoyingum,
og
hann hevyr altíð arbeitt
ímóti
sandoyartunlinum,
sigur sambandsmaðurin í
Skálavík, sum tí hevur sagt
seg frá sum landsnevndar
formann í Sambandsflokk
inum og sum formann fyri
Sandoyar Sýslu sambands
felag.
Sambært Joen Peter Jo
hannesen, so vildu hinir
valfelagsformenninir í Sam
bandsflokkinum ikki hava
sandoyingar og suðuroying
ar við. Tí løgdu teir fundirnar
í Havn og so ólagaligt tíðs
punkt, at tað ikki bar teimum
sunnanfjørðs til at møta.
So er spurningurin bara,
um sandoyingar næstu ferð
fara at velja ein sambands
mann á ting – ella teir halda
seg til Magna Laksafoss
kortini.
Magni ein lúshundur
móti sandingum
Løgtingið kemur saman til
fundar seinnapartin í dag.
Fyrst skal løgtingið at
kvøða um tveir fyrispurning
ar. Annar um tunlar norður
um Fjall, sum Elsebeth Mer
cedis Gunnleygsdóttir hevur
sett Henriki Old, landsstýr
ismann í samferðslumálum.
Hin er um tulking av sam
gonguskjalinum, og er tað
Jenis av Rana, sum ætlar sær
at spyrja Kristinu Háfoss,
fíggjarmálaráðfrú, um tað.
Síðani verða ófráboðaðir
fyrispuringar á skránni.
Síðsta málið verður 1.
viðgerð av uppskoti til sam
tyktar um frágreiðing frá § 19
nevndini um kanning av Eik
Grunninum og grunnaeftir
litinum. Hetta málið verður
beint í vinnunevndina.
Fyrstu spuringar á tingi í dag
Hósdagin klokkan 15 letur
Martin Joensen upp máln
ingaframsýning í Menta
málaráðnum.
Martin Joensen er føddur
í Vestmanna 27. august 1953
og hevur útbúgving innan
tekning og grafikk. Hann
hevur verið virkin teknari
og illustrator síðani loknu
útbúgvingina í 1982. Um
framt at hava gjørt permur
og myndskrýtt fleiri bøkur
hevur Martin seinnu árini
lagt serligan dent á málning
alistina. Tað verður eitt úr
val av málningum, sum eru
málaðir seinastu trý árini,
ið verða at síggja í hølunum
hjá Mentamálaráðnum á
Hoyvíksvegi 72.
Martin Joensen er eisini
ein av okkara fremstu tón
leikarum og yrkjarum. Hann
hevur givið nógvar fløgur út,
bæði einsamallur og saman
við bólki sínum Vestmonnum.
Martin
Joensen
varð
heiðraður við Barnamenta
narheiðursløn Tórshavnar Bý
ráðs 1981 og við Mentanarvirð
isløn M. A. Jacobsens í 2007.
Til ferniseringina verður
tónleikur at hoyra, har Martin
Joensen sjálvur syngur og
spælir. Øll eru vælkomin, siga
tey úr Mentamálaráðnum.
Martin Joensen sum listamálari
Joen Peter Johannsen
stendur ikki longur aftan
fyri Magna Laksafoss