Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Ein 19 ára gamal maður varð í dag varðhalds­fongsl­aður í fýra vikur fyri neyð­tøku­ roynd. Neyðtøku­royndin fór fram aftan fyri Sjón­leikara­ hús­ið í Havn fyri tveimum vik­um síðani. Tað var eftir hesa neyðtøkuroyndina, at løg­reglan fór í miðlarnar at eftir­lýsa vitnum til málið. Maðurin játtaði seg sekan í skuldsetingunum, við ávís­ um fyrivarni. Hann var ósamd­ur við ákæran, um hví hann varð givið við gerðini. Mað­urin er skuldsettur fyri at hava lopið á eina gentu aftan fyri Sjónleikarahúsið og roynt at neyðtikið hana, men hon rópti og stríddist so hart ímóti, at maðurin mátti geva upp og leyp til rým­ingar. Maðurin greiddi frá, at hann hevði sæð gentuna í Steina­túni og elti hana síð­ ani niðan eftir Niels Finsens gøtu. Gentan fór eftir gøtuni aftan fyri bygningin, sum millum annað hýsir Mikkalinu Glas og Amnesty International og fór síðani tvørtur um Sjúrðagøtu, inn í garðin aftan fyri Sjón­leikara­ húsið. Kvinnan greiddi í avhoyri frá, at hon hoyrdi onkran aftan fyri seg ganga títtari og byrja at renna, tá tey nærkaðust trapp­unum niðan í garðin. Hon trekti seg tí til síðuna, tí hon vænt­ aði, at viðkomandi hevði skund og vildi sleppa skjótt fram­við. Komin upp á ovasta trinið, trívur maðurin í hana aftani­frá og leggur hana niður. Hann kroysti seg upp at henni, meðan hann segði við hana, at nú skuldu tey liggja saman. Hon rópti, sló og sparkaði mannin, og royndi at sleppa undan. Hann var tí givin, áðrenn hann gjørdi nakra roynd at lata hana úr klæðunum. Neyðtøku­roynd­ in vardi í eini tveir, tríggjar minuttir. Avhoyrdur av løgregluni greiddi hann tó frá, at ætlanin var at skræða klæð­ ini av henni og neyðtaka hana, men at hann, meðan hann gjørdi hetta, var komin til sín sjálvs. Hann hevði skilt, at tað var skeivt, sum hann gjørdi, og varð tí givin. Hann vildi vera við, at tað var hansara egna avgerð, at gev­ ast við neyðtøkuroyndini. Hesum var ákærin ósamd í. Hon vildi vera við, at tað vóru rópini og harða mót­ støð­an frá gentuni, ið gjørdi, at maðurin mátti geva upp og taka til rýmingar. Meldaði beinanvegin Gentan fór beina leið til hýru­vogns­støðina AUTO, haðani hon meldaði til­burð­ in. Læknaligar kann­ing­ar av gentuni vístu, at maðurin varð farin harðliga til verka, og gentan hevði skaðar fleiri staðir á kroppinum, mill­um annað á høvdinum og knø­ unum. Løgreglan tryggjaði sær millum annað filmsbrot frá einum vakmyndatóli í mið­ býnum, ið vísti gentuna og skuld­setta ganga niðan eftir Niels Finsens gøtu. Tveir løg­reglumenn meintu, at teir kendu skuldsetta aftur á brot­inum. Eftir at løgreglan í miðl­unum hevði eftirlýst vitnum, vendu tvey vitni sær aftur at til løgregluna og navngóvu skuldsetta. Løg­ reglan væntaði eisini, at tey høvdu DNA frá manninum á brill­unum hjá gentuni. Skuldsetti, ið er sjómaður, var farin aftur til skips, og løgreglan ringdi tí út á skipið og avhoyrdi mannin. Tá varð avtala gjørd um, at maðurin skuldi møta á løgreglu­støðini til avhoyr, tá hann kom aftur til lands. Hetta gjørdi hann í gjár klokkan 13 og varð hand­ tikin undir avhoyr­inum. Skuldsetti greiddi frá, at hann drekkur hvønn dag mill­um túrarnar, og hendan dagin var einki undantak. Hann hevði drukkið sær nak­að væl meiri enn eina kenn­ing, segði hann. Skuld­ setti metir sjálvur, at hann hevur ADHD, men hetta er ikki stað­fest læknaliga, og hann fær tí ikki heilivág móti hesum. Skuldsetti segði, at tá hann drekkur, fær hann ofta nøkur sonevnd black out, og tá verður hann harðligur, vil ofta berjast og ger okkurt býtt. Hann sigur, at tað var tað, sum hendi hetta kvøldið. Hann sigur, at hann ætlaði at melda seg sjálvan, men at um­støðurnar ikki vóru til tess. Dømdur fyri blygnaðarskemd Maðurin er fyrr dømdur í líknandi máli. Í februar í fjør varð hann dømdur fyri blygn­aðar­skemd og fyri aðra kynsliga samveru enn sam­legu móti eini ungari gentu. Hann hevði eisini bjóð­að gentuni pening fyri at liggja við sær, men hon hevði noktað. Hendan hend­ingin fór fram umborð á ein­um øðrum skipi, skuld­setti var við. Hann varð har­umframt dømdur fyri blygnaðar­ skemd móti eini aðrari gentu, sum hann hevði følt upp á, men varð givin, tá hon bað hann gevast. Hann sat fyrst tveir mánaðir í fongsli. Restin av dóminum var treytað, og hann var síð­ani undir eftir­liti av kriminal­ for­sorg­ini í 10 mánaðir. Ákærin bað um varð­ halds­fongsling fyri mannin í fýra vikur. Hon vísti til, at tað var vandi fyri, at hann fór at gera líknandi lógar­ brot aftur, nú hann er dømd­ ur fyri líknandi fyrr. Hon vísti millum annað á, at tað er minni enn eitt ár síð­ani, at royndartíðin eftir farna dómin er lokin. Har­um­framt metti ákærin, at av tí, at so fáar neyðtøkur og neyð­tøku­ royndir vera frá­boðaðar í Før­oyum, hevur hetta málið stóran áhuga. Tí hevur tað stóran týdning fyri almennu rættar­kensluna, at maðurin ikki gongur leysur, førdi ákær­in fram. Verjin metti, at tað gjørdi minni mun, um skuld­setti mað­urin varð varð­halds­ fongsl­aður ella fór til skips, hvat vandanum fyri endur­ tøku av slíkum brots­verki við­víkur. Hann metti, at mað­urin kundi sleppa til skips og so vera undir eftir­ litið av kriminal­for­sorg­ ini millum túrarnar, tí tað er jú millum túrarnar, tá skuld­setti drekkur, at hann kemur í ónáðir á hendan hátt. Hann vísti eisini á, at skuld­setti hevur samstarvað við løgregluna alla tíðina, at hann hevur játtað seg sekan, og at hann hevur hildið gjørdar avtalur við løg­regluna. Verjin vísti eisini á, at maðurin hevur sitið inni fyrr, og at tað hevði verið sera hart hjá skuldsetta, og at hann óttaðist fyri heilsu hans­ara. Dómarin valdi tó at varðhaldsfongsla mannin í fýra vikur, og vísti á vandan fyri endurtøku. Hann metti ikki, at endamálið við eini varð­halds­fongsling kundi røkjast, um maðurin fór til skips. danjal@sosialurin.fo Játtaði seg sekan Tað hevði týdning fyri almennu rættarkensluna, at skuldsetti maðurin varð varðhaldsfongslaður, meinti ákærin, Linda Hesselberg. Maðurin er áður dømdur fyri kynsligan ágang móti ungari gentu neyðtøkuroynd Neyðtøku­roynd­in fór fram aftan fyri Sjón­leikara­ húsið í Havn fyri tveimum vikum síðani Mynd: Álvur Haraldsen