Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gongutúrur í fjøllunum Savnsmynd Túrurin verður gingin leygar­ dagin, og lagt verður til brots frá vatnbrunninum í Lamba klokkan 10 leygarmorgunin. Fyrireikararnir taka tó tað fyrivarni, at tað verður bert farið, um veðrið er til vildar. Túrurin tekur vænt­andi um seks tímar, og nærri kunn­ing sæst á Facebook- vanga­myndini: Mentanar­ vikan Skýming í Runavík. Mentanartjald uttan fyri Gulu Smiðju Øll kenna Gulu Smiðju í Runa­vík, og fríggjadagin og leygardagin í mentanar­ vikuni verður lív uttan fyri Gulu Smiðju. Eitt sonevnt Ment­anar­tjald stendur á stað­num, og harafturat verða nakrar smáttur. Fríggjadagin verður søla av heimagjørdum lut­um, og eisini fer NSÍ at hava fiska­ marknað í Mentanar­tjald­ inum báðar dagarnar. Navnframi kokkurin Ruben Busk fer at vitja í tjald­inum bæði fríggjadagin og leygardagin, har hann fer at gera nýggjar, áhugaverdar rættir, sum vera til keyps. Leygardagin er eisini ætlanin at hava eitt ameri­ kanst bilatreff uttan fyri Mentanartjaldið, men hetta verður bert, um veðrið er til vildar. Tungmálmur Í Gulu Smiðju verða fleiri tónleikaframførslur í ment­anar­vikuni. Sjálvt mentanar­kvøldið 23. Oktober verður íslendingurin Breki Mánason, sum framførir undir navn­inum Laser Life, at hoyra, og eisini verður før­ oyskur tungmálmur við bólk­ unum Ranchus, Sun Magnet og Konqueror at hoyra. Kvinnukvøld Í kvøld er kvinnukvøld á skránni í mentanarvikuni. Tað er Madam Gaardbo, sum fer at hava eina pop-up shop á Heiðavegi 50. Umframt handilin, sum hevur opið í mentanarvikuni, verður kvinnukvøld í kvøld frá klokkan 19 til 22. Umframt at hava góð tilboð, verður eisini ábit og smakkiroyndir at fáa. Nærri kann lesast um tiltakið á Facebook. 15 teir fyrstu kundarnir til kvinnukvøldið fáa eisini eina gávuposa. Minnisvarði avdúkast Sunnudagin verður stórt há­tíðarhald í Rituvík, tá ið minnis­varði verður reistur fyri Anton Olsen, sála, úr Ritu­vík. Anton Olsen var skipari á Claru Maersk, sum í 1975 bjarg­aði fleiri túsundtals flótta­fólkum í fjar-Eystri. Minnisvarðin verður av­ dúk­aður klokkan 17, og tveir tímar seinni verð­ur bóka­ framløga, mynda­fram­løga og drekkamuður á bóka­savn­ inum og í Løkshøll. Eitt av tiltøkunum á mentanarvikuni er ein fjallatúrur, har gingið verður frá vatnbrunninum í Lamba og upp á fýra ymisk fjøll, nevnliga Stórafjall (567 m), Støðlafjall (517 m), Miðlafelli (505 m) og Lambareyn (495 m) Ruben Busk Anton Olsen Eitt av tiltøkunum á mentanarvikuni er ein fjalla­ túrur, har gingið verður frá vatnbrunninum í Lamba og upp á fýra ymisk fjøll mentanarvikan lýsingartilfar