Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. oktober 2015 · Nr. 121 Hjá Rólant 40 ár á baki Vilmund Jacobsen Rólant Vidtfeldt fekk sum blaðungur sína útbúgving sum rørsmiðjur hjá Herman Winther í Skopun, sum um­ framt at reka hvs-fyritøku, eisini hevði matvøruhandil. Herman var rørsmiðjur og plagdi eisini at hava ein lærling. – Eg vildi gjarna hava eina útbúgving, og møguleikarnir í Sandoynni vóru ikki so nógv­ir í at velja. Kanska kundi eg fingið lærupláss sum timburmaður, men eg valdi so at fara í læru sum rør­smiðjur. Rólant sigur, at honum dámdi væl at læra hjá Hermanni, og fyri tað mesta vóru tað bara teir báðir í hvs- fyri­tøkuni hesi árini. – Men, høvdu vit nógv at gera, plagdi onkur maður, sum kanska róði út og sum dugdi til hendurnar, at hjálpa til. Men, tað vóru bara vit báðir, sum burtur av vóru í fyritøkuni. Eg havi alt gott at bera Hermanni, konu hans­ara, Turid og familjuni annars fyri tíðina, eg var í læru. Hetta var ein deilig tíð; tey vóru góð við meg, og eg var væl móttikin í familjuni, sigur hann. Egin fyritøka Stutt eftir, at hann var út­ lærdur sum rørsmiðjur, fór Rólant, sum tá hevði bygt sær hús á Áarbøi 2 á Sandi, undir egna hvs-fyritøku, og fá ár seinni fekk hann sær eis­ini handil við ymiskum inn­an hvs. – Mær dámdi væl at fáast við hetta, og eg var ongantíð í iva um – hóast blaðungur – at eg skuldi hava mína egnu fyri­tøku. Rólant og Svanhild, sum er ættað úr Klaksvík við gentu­navninum Lassen, giftust eisini í 1975, og tað vóru tey bæði, sum saman fóru í holt við hvs-fyri­tøk­ una. Tey bæði hava øll árini verið saman um fyritøkuna, ið øll kenna undir navninum Hjá Rólant. – Svanhild fekst við bók­ hald og var eisini í handl­ inum, og eg arbeiddi úti sum hvs-maður. Eg visti, hvat tað var, eg fór í holt við. Eins og samfelagið ann­ars, hevur eisini okkara fyri­tøka livað í bæði upp-og niður­gangs­ tíðum í samfelag­num. Men, eg havi ongantíð verið serliga ovfarin. Stungu trupul­leikar seg upp, loystu vit teir. Í nøkur ár helt fyritøkan Hjá Rólanti til í kjallaranum á Áarbøi 2, men flutti fyri um­leið 32 árum síðan í Tvør­ gøtu 1 á Sandi. – Vit leigaðu okkum inn í kjallaran í Tvørgøtu tey fyrstu nógvu árini, men keyptu seinni húsini, sum eis­ini eru útbygd, soleiðis at handilin í dag húsast á um­ leið 380 fermetrum. Sjey ársverk Rólant Vidtfeldt sigur, at meðan fyritøkan enn húsað­ ist í egnum kjallara á Áarbøi 2, fóru hann og konan eisini undir handil við ymiskum innan hvs. – Soleiðis byrjaðu vit at handla í egnum kjallara, umframt at eg var úti og gjørdi hvs-arbeiði. Men, tá vit fluttu í størru hølini í Tvørgøtu 1, beyðst eisini møgu­leikin at veksa um vøru­úrvalið og handils­virk­ semið annars. Eg vil siga, at vit hava tikið avbjóðingarnar so hvørt, sum tær hava verið har, og vit hava ongantíð sitið inni og trillað tumlar. Rólant er takksamur fyri ta undirtøku, sum familju­ fyritøkan altíð hevur havt í oynni, og hann fegnast eisini um, at nógv, sum leita sær í Sandoynna, hyggja inn á gólvið Hjá Rólanti. – Svanhild og eg eiga ein son og tvær døtur, Jóhan, ið siglir sum stýrimaður, Onnu Elisabeth, sum starvast á føroysku sendistovuni í Brüssel – og Anniku, sum er handils­leiðari í fyritøkuni. Tað eru vit trý, Svanhild, Annika og eg, sum eiga og reka fyri­tøkuna í dag. Vit hava havt og hava framvegis góð og dugnalig fólk at hjálpa okkum. – Í fyritøkuni eru sjey árs­ verk. Vit eru fegin um at vera ein partur av handilslívinum og vinnulívinum í oynni, og vit fegnast hvønn dag um at kunna veita eina góða og dygga tænastu, bæði til fólkið her í oynni og tey, sum vitja í oynni og geva sær stundir at vitja inn á gólvið, sigur hann. Altíð í sving Tey, sum kenna Rólant, vita, hvussu nógv hann reikar bæði í Sandoynni og inni á megin­landinum fyri at nøkta tørvin hjá sínum viðskifta­ fólkum. – Í handlinum hava vit eitt stórt og fjølbroytt vøru­ útboð, og vit hava samstarv við nógvar ymiskar veitarar inni á meginlandinum. Eg plagi at siga, at vit hava alt uttan mat, men vit hava so eis­ini sjokulátu, sigur hann bros­andi. Tey, sum hava verið inni á gólvinum í stóra og for­ vitnisliga handlinum á Sandi, eru samd um, at her fæst næstan alt, og tað er skjótari at siga, hvat tú ikki fært enn alt tað, ið har er. Útboðið fevnir um alt frá máling, gólvi, tapeti og amboðum til mannin og til hvítvørur, sjónvarp, far­tele­ fonir, gávu-, brúks-og prýðis­ lutir, og her fáast blomstur til øll endamál. Eitt fitt úrval er eisini av sílareiðskapi, leik­ um og súklum, umframt alt tað, sum er innan hvs og el. – Við tað, at handilin er í økinum, er ikki so sjáldan, at fólk ringja uttan fyri handils­tíð og spyrja eftir ymiskum, sum tey standa og mangla her og nú. Tað kann vera gass, ein el-ketil ella ein frysti­boks, sum er gingin fyri og sum fólk í løtuni standa og mangla, sigur hann. Tá ein familja kemur á gátt Hjá Rólanti er vanligt, at øll fara í hvør sína ætt, tí her er nakað til øll. Umframt at vera hvs- maður, hevur Rólant eisini sína oljufýrtænastu, ið hann hevur havt heilt síðan 1975. Hátíðarhalda dagin Í samband við, at fyritøkan Sp/f Rólant Vidtfeldt nú hev­ur 40 ár á baki, verður dag­urin eisini hátíðarhildin. Klovnurin Bubu fer at undir­halda í túninum í Tvør­gøtu 1 nú fríggjadagin klokkan 17, tá eisini okkurt gott verður til børnini, og leygar­dagin frá klokkan 10-17 verður kransakøka, lagkøka og okkurt ábit. – Einki kemur av sær sjálv­um, og hetta hevur ver­ ið hart arbeiði, sum slett ikki hevði borið til – uttan, at fam­ iljan var við. Vit hava arbeitt nógv, og fam­iljan hevur verið mær ein dygg­ur stuðul, sigur Rólant Vidtfeldt. vilmud@sosialurin.fo hevur verið hart arbeiði Familjufyritøkan Sp/f Rólant Vidtfeldt á Sandi hevur nú 40 ár á baki. Tað var, eftir at Rólant sum 20 ára gamal á sumri í 1975 hevði tikið sína útbúgving sum rørleggjari, at hann fór undir egna hvs-fyritøku – Hetta hevur verið hart arbeiði, sum slett ikki hevði borið til – uttan, at familjan var við. Vit hava arbeitt nógv, og familjan hevur verið mær ein dyggur stuðul, sigur Rólant Vidtfeldt, sum við síni fyritøku nú hevur 40 ár á baki