týsdagur 20. oktober 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
lýsingablað frá miðlahúsinum 21. oktober 2015
2
Sms - Miðlahúsið Tekstur: terji Nielsen Snið og uppseting: Pætur Eyðunsson Jensen / Sosialurin
www.sms.fo
Føroyingum dáma væl køkur, og væl liggur fyri
hjá nógvum føroyingum kring alt landið at gera
bæði leskiligar og flottar køkur. Hetta vita tey
eisini í SMS, og tey eru somuleiðis vitandi um,
at føroyingum dáma ómetaliga væl at fylgja
við ymiskum bakikappingum á útlendskum
sjónvarpsrásum.
– Hóast Mylnan er partur av SMS, so vilja
vit fegin heiðra føroysku køkumentanini, sum er
ómetaliga rík, og vit vilja, at føroyingar skulu fáa
høvi at síggja, hvussu dugnaligir føroyskir amatør
bakarar eru, sigur Regin W. Dalsgaard, býlings
stjóri í SMS.
Kappingin verður á Torginum í SMS hósdagin
5. Novembur, har bestu køkur verða vístar fram, og
har tey vitjandi fáa høvi at smakka ymsu køkurnar.
15 bakarar á Torginum
Køkukappingin verður skipað á tann hátt, at tey,
sum hava hug at taka lut, skulu melda seg til á
sms@sms.fo í seinasta lagi týsdagin 3. Novembur
klokkan 15.
Síðani verða 15 luttakarar valdir út, sum
skulu baka eina køku at hava við í kappingini á
Torginum.
Teir 15 luttakararnir fáa hvør sítt gávukort á
300 krónur at keypa rávørur til køkuna fyri.
Í SMS eru tey sera spent uppá køkukappingina,
og sama dag, sum køkurnar verða á Torginum,
verður ein vinnari funnin, sum fær eitt gávukort á
1.500 krónur.
Køkukapping
á Torginum
Um smáar tvær vikur hevur SMS føðingardag, og í
hesum sambandi verður nógv ymiskt á skránni. Eitt av
tiltøkunum í føðingardagsvikuni er ein stór køkukapping
Á stóra gastronomikvøldinum fer
Jóan Pauli Joensen at hava ein spennandi
fyrilestur við støði úr bókini Bót og Biti, sum hann
fekk M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn fyri herfyri
Føroyskt
gastronomikvøld
Í stóru føðingardagsvikuni hjá SMS verður eitt
føroyskt gastronomikvøld, har føroyskir kokkar fara
at gera okkurt serstakt burtur úr føroyskum máti
Talan verður um bæði fisk og kjøt, sum før
oysku kokkarnir fara at gera nakað serligt
burturúr. Fiskur og kjøt er sum so ógvuliga sið
bundin matur, men hesaferð verður tað tilgjørt
í einum nýggjum hami, sum gestnirnir í SMS
eisini sleppa at royna.
Harumframt fer Jóan Pauli Joensen at hava
ein spennandi fyrilestur við støði úr bókini Bóti
og Biti, sum hann herfyri fekk M. A. Jacobsens
bókmentavirðisløn fyri.
Somuleiðis fara slaktarar og starvsfólk hjá
Miklagarði at vera á Torginum, har tey fara at
bjóða teimum vitjandi ymiskar smakkiroyndir
og annars vísa nakað av tí besta, sum Mikla
garður hevur at bjóða sínum viðskiftafólkum.
Stóra gastronomikvøldið verður mikukvøldið
4. Novmbur klokkan 19, og tiltakið er ókeypis.