Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingablað frá miðlahúsinum 21. oktober 2015 4 Kappingin verður skipað á tann hátt, at súkklurnar eru bólkaðar í fýra ymiskar bólkar, og hvønn dag er ein av bólkunum á Torginum við eini 10 til 12 súkklum. Týsdagin varð lagt fyri við sportsúkklunum. Mikudagin eru tað tær gomlu súkklurnar, ið verða sýndar fram, tá bólkurin ellissúkklur er á bredd­ anum. Hósdagin er túrurin komin til touring-bólkin, meðan seinasti bólkurin er custom-bólkurin, har talan er um sjálvbygdar súkklur. Hvønn dag verða bestu súkklurnar í einstøku bólkunum kosnar, og ein vinnari verður funnin. Leygardagin verða so bestu súkklurnar í ein­støku bólkunum sýndar fram á Torginum, og ein enda­ ligur vinnari verður funnin av einum dómarabólki við hollari vitan um motorsúkklur. Somuleiðis skal ein ”fólksins súkkla” finnast. Tað vil siga, at gestir í SMS kunnu atkvøða um ta súkkluna, ið tey halda vera tey flottastu. Vitjandi kunnu vinna atgongumerki til Lukas Graham Teir gestir, sum taka lut í atkvøðugreiðsluni um fólksins súkklu, koma eisini at hava møguleika fyri at vinna atgongumerkir til konsertina við kenda tónleikaranum Lukas Graham um vikuskiftið. Hvønn dag verða nevnliga ikki færri enn fimm atgongumerkir til konsertina hjá Lukas Graham burturlutað millum tey, sum hava atkvøtt. Stórur áhugi Í SMS siga tey, at teimum kunnugt eru heilt nógvar ómetaliga flottar motorsúkklur kring alt landið, og tí tók man stig til at skipa fyri hesum tiltakinum. Ein verulig motorsúkklumentan er í Føroyum, og SMS vil fegin geva bæði teimum, sum eiga súkklur, og øðrum bæði at vísa súkklurnar fram og síggja aðrar flottar súkklur. Nógvar súkklur eru tilmeldaðar kappingina, men fleiri flottar súkklur eru eisini kring landið, sum tey í SMS hava brúkt nógva orku uppá at lokka eigararnar til at sýna fram. Onkur tiltøk verða eisini í sambandi við MC- vikuna í SMS. Eitt nú fer Sonne Smith, sum sjálvur er motorsúkklu-entusiastur, at hava eitt upplegg um ellissúkklur mikudagin. Nærri kunning um hesi tiltøk sæst á www.sms.fo ella á facebook- vanganum hjá SMS. Feitar motorsúkklur alla vikuna Hesa vikuna eru tað feitar motorsúkklur, sum eru á breddanum í SMS. Fleiri tíggjutals motorsúkklur úr øllum landinum verða sýndar fram á Torginum, og leygardagin skal Føroya Feitasta Motorsúkkla kjósast Myndir: Álvur Haraldsen