hósdagur 22. oktober 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
23. oktober 2015
Vónandi er Kristian Jensen ikki hægsti
felagsnevnarin í donsku stjórnini.
– En nation har én udenrigspolitisk stemme!
Den finder vi i fællesskab. Det er ikke nogen, der
dikterer den for andre. Vi finder den i fælles
skab, for sådan er det, når man er én nation – et
kongerige!
Tað var sum at spola aftur í amtstíðina
at hoyra nýggja danska uttanríkisráðharran
royna at seta Magna Arge, fólkatingsmann,
upp á pláss í fólkatinginum mikudagin.
Annaðhvørt er Kristian Jensen yvirarro
gantur, ella hevur hann ikki peiling av, hvat
hann tosar um – ella umboðar hann eina
avoldaða danska hugsjón um danir sum harra
fólk í ríkinum.
Væl eru vit í sama ríki – eindarríkinum
Kongeriget Danmark. Men líka mikið hvørjum
lærubókum danskir politikarar og danskir
embætismenn hava lisið í, so eru vit ikki ein
felags tjóð: Danir, føroyingar og grønlendingar.
Talan er um trý fólk, um tríggjar tjóðir í einum
felags ríki.
At tað ber til hjá føroyingum at umboða
seg sjálvar úti í heimi hava vit prógvað væl og
virðiliga. Tí tað snýr seg bara um politikk og
ikki um jura.
Sum systirflokkur – ella kanska móðirflokk
ur – hjá Sambandsflokkinum hevur Vinstri
helst somu stokkkonservativu uppfatan av
ríkisfelagsskapinum, sum Sambandsflokkurin
hevur. Serliga eftir at flokkurin fekk manað
hugskotið hjá Kaj Leo Holm Johannesen um
ríkjafelagsskap í jørðina. Sambandsflokkur
in koyrir nógv uppá, at nýggja samgongan
vil loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum – og
nýtir har uppskot um føroyska grundlóg
sum argument. Tað gera ávís tjóðvelidsfólk
eisini. Men orðið grundlóg er ikki nevnt í
samgonguskjalinum. Har verður tosað um
stjórnarskipan, sum skal staðfesta, at Føroya
fólk hevur valdið í Føroyum, og sum skal áseta
og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræð
isliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Tað er tað,
sum skal til fólkaatkvøðu, sambært sam
gonguskjalinum.
Útsøgnin hjá uttanríkisráðharranum
danska skal helst skiljast sum ein roynd at
steðga hesi ætlan. Ein ætlan, sum alt løgtingið
kann og eigur at semjast um. Tí vit mugu
koma úr hesi naggatódnini um, hvør ræður
í Føroyum og hvør skal gera av, um Føroyar
skulu vera innanfyri ella uttan fyri ríkisfel
agsskapin. Ta avgerðina eiga
føroyingar sjálvandi!
Kenda songkvinna fyllir 70 ár
– Í næstum verður Annika Hoydal aftur
át hoyra á palli í Føroyum. Um ein mánað,
sunnudagin 22. november, verður útgávu
konsert við henni í Norðurlandahúsinum.
Allir føroyingar kenna Anniku Hoydal.
Um ikki av navni, so gjøgnum ein av hennara
mongu sangum, sum eru vorðnir fólkaogn.
Aldan verður sungin til flestu veitslur, og
børn okkara verða løgd at sova við Blunda
blunda lítla mín.
Í november fyllir Annika 70 ár, og í tí sam
bandi gevur hon nýggja fløgu út, sum eisini
er eitt hátíðarhald av samstarvinum við
bróðurin Gunnar Hoydal, sum hevur skrivað
nógvar av tekstunum til sangir hennara, og
av fimmti ára longu yrkisleið hennara.
Útgávan eitur Endurljós og er ein fagnan
av lívinum og listini, sum hon hevur skapt
saman við Gunnari. Sangirnir eru fjølbroytt
ir, summir
spildurnýggir
og aðrir gamlir í
nýggjum hami.
Útgávukon
sert verður í
Høllini í Norður
landahúsinum
sunnudagin 22.
november kl
17.00.
Á konsertini fer Annika saman við
nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum at
framføra tónleik av Endurljós og burturúr
hennara langa “hitt-lista”. Annika er í topp
form og áhoyrararnir kunnu vænta sær eina
konsert, sum er innilig og rørandi, men eisini
skemtilig.
Konsertin er endabresturin av Bókadøg
um, sum verða 20.-22. november í Norður
landahúsinum og niðri í býnum.
Hon er einasta kvinna,
sum hevur nátt hægstu
politisku størv í Før
oyum. 18. januar í 1993
varð hon vald til Føroya
løgmann, og í 1994 varð
hon vald til løgtingsfor
mann – ella løgtingsfor
kvinnu, sum vit helst
høvdu kallað tað í dag.
Marita Petersen
varð fødd í Vági 21.
oktober í 1940. Hon
var dóttir Sámal Johansen úr Vík og Onnu
Elisabeth Matras av Viðareiði. Tey vóru lærarar
í Vági, har Marita vaks upp. Hon var gift Kára D.
Petersen, advokati. Tey høvdu tríggar synir: Atli
(1963), Uni (1965), Búi (1970). Marita Petersen varð
vald á ting fyri Javnaðarflokkin í 1988 á fyrsta
sinni. Hon varð afturvald í 1990. Hon gjørdist
landsstýriskvinna eftir valið og í 1993 løgmaður.
Eftir valið í 1994 gjørdist hon løgtingsformað
ur. Hon stillaði ikki
uppaftur í 1998, tá hon
gavst í politikki.
Marita Petersen
doyði 26. august í 2001,
60 ára gomul.
Ráðharrin við harrafólkamentan
Marita Petersen
hevði verið 75 ár
undangongukvinna
Serligar treytin fyri Heðin
Les eisini blaðið
á telefonini
Simon Kvamm
nógvar røtur í
Norðragøtu
Siðsøga síða 34-35
Ov nógv pláss
til Narcissus
Klumman síða 19
Visti tú?
At Akstovan hevur
skrásett 5.806 eigar
askifti fyrstu níggju
mánaðirnar í ár?
John William Joensen, blaðstjóri á klaksvíkblaðnum Norðlýsinum, og
sum er farin at troyttast av borgarstjóranum í Havn
»...kanska vit áttu at byrjað við at sett inn í
lógina, at borgarstjórin ikki kundi sitið meira enn
tvær setur á rað«
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Endurljós
Annika Hoydal 70 ár
og fløguaktuell