hósdagur 22. oktober 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 122
4
Svøríki væntar í ár at fáa upp
ímóti 190.000 umsóknir um
uppihaldsloyvi frá flóttarfólki
I
nnrásin av flóttarfólk í Europa í ár
sæst veruliga aftur í Svøríki, hagar
nógvir flóttar hava leitað. Svenskir
myndugleikar rokna við einum
ordans lopi í talinum av umsóknum um
uppihaldsloyvi. Útlendingastýrið metir, at í
ár fara tey at fáa millum 140.000 og 190.000
umsóknir frá flóttafólki og migrantum.
– Fleiri fólk enn nakrantíð áður søkja í
løtuni um uppihaldsloyvi í Europa, og støðan
er uttan samanlíkning, sigur Anders Daniels
son, stjóri í Migrationsverket við miðlar.
Hann vísur á, at Svøriki hevur trupult
við at finna íbúðir til øll, ið
flýggja til landið.
Tølini vísa eisini,
at millum 29.000
og
40.000
av
flóttafólkunum
eru børn, ið eru
flýggjað einsa
møll til Svøríki.
Roknað verður
við, at tað í 2015 fer
at kosta svenska stat
inum 23 milliardir krónur
at húsa teimum mongu flóttafólkunum.
Roknað verður við at útreiðslurnar vaksa
upp í 48 milliardir krónur næsta ár.
Stóra norðurlendska flogfelagið
hevur gjørt størsta ordra í Europa
upp á nýggj flogfør, ið kunnu
flúgva longri farleiðir
Flogfelagið Norwegian heldur fram at
vaksa, og nú tekur felagið nýggj stig fyri at
fáa fleiri ferðafólk enn tær 24 milliónirnar,
tey fluttu í fjør.
Norwegian hevur umbiðið 19 Dream
liner flogfør frá Boeing, og tað verður
mett sum størsti ordri í Europa nakrantíð.
Dreamliner flogførini kunnu flúgva langt,
og Norwegian ætlar sær næstu árini at
seta seg meiri á longu flogfarleiðirnar.
Norwegian hevur í løtuni hundrað
flogfør, sum røkja stytrri og longri farleiðir,
og um fimm ár hevur Norwegian 38 av
Dreamliner flogførunum í sínum flota.
Ætlanin hjá Norwegian er, at felagið
í størri mun skal kunna bjóða bíligar
flogferðir til tær longru flogferðirnar
eisini. Royndirar higartil siga, at fólk vilja
gjarna keypa hesar ferðaseðlar, og tí fer
Norwegian eftir at hava størri útboð av
farleiðum kring heimin.
Tað gongur eisini væl fíggjarliga hjá
Norwegian, tí felagið hevur júst kunngjørt,
at avlopið í triðja ársfjórðingi var 890
milliónir krónur, og tað er tvífalt so stórt
avlop sum somu tíð í fjør.
Stjórin í Norwegian, Bjørn Kjos, vísir á,
at júst longru farleiðirnar hava verið við til
at skapa framgongdina hjá felagnum.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
8-13 m/s
8-13 m/s
13-18 m/s
8-13 m/s
3-8 m/s
13-18 m/s av suðri og útsynningi,
minkandi til 10-15 m/s av útsynningi.
Skýggjað og regn av og á. Hitin um
10 stig. Um náttina 8-13 m/s av
útsynningi, klárari, men eisini onkur æl.
Hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagur
10-15 m/s av eystri
landnyðringi. Skýggjað og regn.
Hitin millum 5 og 8 stig. Um
náttina mest turt og skýggjað,
hitin millum 6 og 9 stig.
Týsdagur
8-13 m/s av eystri, skýggjað
og mest turt. Hitin alt døgnið
millum 8 og 10 stig.
3-8 m/s av útnyðringi og norði,
um náttina 8-13 m/s av eystri.
Skiftandi skýloft og æl, kansk
sum vátakavi. Hitin um dagin
5 stig, um náttina millum 2 og
5 stig.
8-13 m/s av útsynningi og vestri,
um náttina minkandi av útnyðringi.
Skiftandi skýloft og ælaveður, um
náttina kanska sum vátakavi. Hitin
millum 7 og 9 stig um dag, um náttina
millum 2 og 5 stig.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Eg haldi ikki, at hundar
syrgja. Teir eru altíð í løtuni
her og nú.«
Sæð á Facebook:
»Hevur tú hug at spæla við?«
Hesa vikuna hevur smápartafelagið Knassar verið í
yvirskriftunum. Knassar rekur heimasíðuna Portal.fo
og er í tungum fíggjarligum sjógvi. Knassar hevur havt
áhaldandi hall seinastu árini, og fíggjarstøðan í felagnum
er nú so vánalig, at óhefti grannskoðarin mælir frá, at
roknskapurin verður góðkendur. Heldur skal roknskapurin
gerast við atliti til at virksemið skal halda uppat. Bæði
stjóri og nevndarformaður siga, at Knassar hevur lív lagað,
og teir halda fram við virkseminum. Knassar keypti fyri
nøkrum árum síðani tíðindasíðuna Portal.fo frá Føroya
Tele fyri góðar fimm milliónir krónur.
Sendistova Føroya í
Russlandi skipar fyri
føroyskum tónleikafestivali
í Russlandi. 11 konsertum
eru í 5 ymiskum býum.
Kristina Háfoss lovar
skattalætta til lág- og
miðallønt frá 1. januar
Ferðslukanningar hjá
løgregluni í Klaksvík
og Runavík hava við
sær 68 sektaruppskot
til bilførarar.
Felagið Føroya
Miðlafólk sigur,
at fleiri lønarkrøv
ímóti Knassum, sum
eigur Portal.fo, eru send
rættinum. Onnur eru ávegis.
Gibraltar verður vertur fyri
oyggjaleikirnar í 2019,
sum Føroya upprunaliga
stóðu til at fáa, men
máttu bakka út frá.
NemID er nú krav til
føroyska netbankan hjá
teimum, ið brúka teldlar.
Mikukvøldið kom eldur
í eini sethús í Skálavík
orsaka av teldlum, sum
løddu á einum køksborði.
»Knassar«
40.000 børn flýggjað
einsamøll til Svøríkis
Norwegian skal vaksa enn meiri
FLÓTTAFÓLK
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
milliónir krónur var virðið
á laksútflutninginum
fyrstu átta mánaðirnar
1.636
MANGT OG HVAT
Visti tú?
at høvuðsstaðurin í
Sri Lanka, Colombo, er
skjótast vaksandi býur í
heiminum seinastu seks
árini. Býurin er vaksin
21,1 prosent.
FLOGFERÐSLA
Svøríki skal helst brúka 48 milliardir krónur næsta ár til at húsa flóttarfólkum
raskir, sterkir, dugnaligir menn
Tað gongur strúkandi hjá
flogfelagnum Norwegian