hósdagur 22. oktober 2015síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. OKTOBER 2015
SOSIALURIN 122
40
F
erieramt. Eitt fjákut orð. Eitt
sjúkueyðkenni.
Tey eru setst aftur við
árarnar í skúlunum og rógva
tungan andróður. Bókarbløðini í
teldlinum pløga alduryggirnar í tveir
mánaðir afturat, men so er aftur frí,
uppiborið og so væl unt.
Sjálvsagt eiga skúlafólk báðum
megin lærarapultin at hava frí í
minst eina viku eftir hvørjar slakar
tveir mánaðir til arbeiðis. Tí tað
er megahart at verða koyrd í
skúla ella at vera lærari og
surrogatforeldur.
Í feriuvikuni, sum
fór, hoyrdi eg eitt orð,
sum eg ikki fyrr havi
hoyrt, í danskari tíð
indasending. Tíðindini
vóru um óteljandi
tiltøk, í hvussu so er
so nógv, at eingin í
fyrstu fýra flokkum fólkaskúlans
klárar at telja tey, óteljandi tiltøk
í heystfrítíðini. Tiltøkini vóru fyri
»ferieramte børn«, varð sagt.
Ferieramte børn. Tað er,
sum skilst, nú vorðin ein
sjúka, ella ein virus ella
ein fleirmótstøðufør
bakteria at hava frí úr skúlanum. Tey eru
rakt, meint rakt, og samfelagið noyðist
at stíga í karakter (12tal takk) og koma á
banan, taka sær um reiggj, fáa fingurin
út, taka eitt tak fyri fólkaræðið og eisini
eitt fyri mannarættindi, tí tey, sum eiga
raktu børnini, gera tað ikki. Børnini
keða seg í heystfrítíðini, og samfelagið
noyðist so at undirhalda tey.
Ferieramt. Eitt margháttligt orð fyri
barnasjúku. Orðabøkur hava ikki orðið,
so hvussu ferieramt eitur á føroyskum,
veit eg ikki, kanska bara frítíðarrakt ella
frídarvað ella deyðanum nær av feriu. At
hava frí er ein deyðanumnæruppliving.
Skúlabørnini hava fingið sín egna sál
arhirða, ein uttan kross og hvítan kraga.
Í lívsins skúla eru ongar frívikur,
ikki so frægt sum ein loysandi frídagur
í øllum stillum. Heldur einki fríkorter í
hálvan tíma. Har ræður bara um at vera
vakin í hvørjum tíma, sum er ein tími og
ikki trý korter, ella dumpa. Og øll verða
send til hús, uppeftir ella niðureftir,
síðsta dag í síðsta flokki. Øll doyggja,
men øll liva ikki.
Grenj og øvundssjúka. Er einki gott
og positivt at skriva og skræða seg um?
Nei, tí tað tímir eingin at lesa. So vit
halda fram á somu breiðu rók.
Eins og vit øll onnur hava brotsfólk
mannarættindi. Ætlaða avlurtingin,
sum skuldi avdúka millum annað teir
ídnu íverksetarar, sum innflyta rúsevni
og selja tey í Føroyum við stórum
vinningi, varð tíbetur steðgað. Ikki
nógvar vinnur hava so stóran og sama
vinning fyri og eftir skatt.
Vit rópa eftir alternativum vinnum.
Tí er einki høpi í at leggja forðingar fyri
tey, sum royna okkurt annað enn at
fiska makrel.
Íverksetan í Føroyum er fyri tað
mesta bara føgur orð og íverksetara
dagar, interrós og herðabrestir. Ein
rúgva av góðum hugskotum, sum
ongantíð gerast annað enn hugskot.
Men nøkur royna seg í veruleikanum.
Tey eiga at fáa frið. Avlurtingin varð
steðgað. Men framvegis fáa vit ikki
gingið í miðbýnum í Havn uttan at verða
tikin upp á film á hvørjum gøtuhorni.
Hvar eru varðhundarnir, sum goyggja
sum harðast um mannarættindi?
Tað eru sjálvsøgd mannarættindi
at kunna ganga í einum miðbýi um
náttina og ikki verða vakavmyndaður
uttan at verða spurdur um loyvi fyrst.
Hvar eru vit? Í Moskva ella Pyongyang?
Nei, nei, í Tórshavn, júsá.
Mannarættindi, fólkarættindi, eru
fyri øll, eisini tey, sum bróta lógir, ikki
minst fyri tey.
Men til alla Guds lukku og hansara
yvirskipaðu umsjón fyri at takka
verður skjótt jólaferia og ikki bara í eina
stokkuta viku, men minst tvær.
Tá rakar ferian aftur so ógemeina
hart. Hon byrjar í ár og endar ikki fyrr
enn næsta ár. Ein ólekjandi barnasjúka.
Feria er mein barnasjúka
Marita á Rógvi
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Keypmannahavn
Bústaður: Journalistur á TV2 Lorry
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
– Rithøvundur ella journalistur. Mær hevur altíð dámt væl at
skriva.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn?
– At kvinnur eru ymiskar. Eg orki ikki fyri generaliserandi
viðmerkingum um kvinnur!
Hvat áttu børn at vita um tað at verða vaksin?
– Einki! Børn skulu vera børn. Eg havi nógv góð barnaminni,
og av og á droymi eg meg aftur til eina tíð, har lívið var meira
einfalt.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– At eg fekk praktikkpláss á TV2 Lorry. Kenslan var heilt serlig,
tá eg skrivaði undir sáttmálan á legendariska panikkdegnum á
journalistháskúlanum í Århus.
Enda setningin: Um eg tordi, hevði eg…
… ikki runnið undan eiturkoppunum, hvørja ferð teir koma
sníkjandi.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um vit beindu alla radikalisering burtur.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Tá Eystara Landsrættur gjørdi av, at
»sigoynarabossurin”« Levakovic við 26 dómum fær
loyvi at verða verandi í Danmark. Samstundis høvdu
vit á Tv2 Lorry eitt innslag um tannáringin Almedin
Fejzic, sum er væl integreraður, men ikki fær
menniskjaligt friðskjól.
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
– Mann ikki skal loyva kritikki at ávirka kenslurnar. Ein
súrur meylur kann gera teg dugnaligari og hvassari.
Tann støðuga ringa samvitskan
snýr seg um, at eg…
… búgvi í Danmark, og tí kann
eg tíverri ikki vitja ommurnar
og abba mín so ofta, eg kundi
hugsað mær.
Enda setningin: Føroyingar áttu at…
… handfarið kjakið um flóttafólk meira búgvið.
BAKSÍÐAN