Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 26. oktober 2015 · Nr. 123 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Zakarias wang Kjak síða 10 Ludvig­ sen og 14. september Poul Jóhan Djurhuus Kjaks síða 10 Bjarg­ að­ar und­ an vátari grøv Leygardagin fekk Sam­bands­flokk­ ur­in nýggja leiðslu við Bárði Niel­sen sum formanni og Magna Laksa­foss sum næstformanni. At síggja til er hetta ein stór broyt­ing, tí báðir mugu teir metast at vera í »uppreistrarpartinum« í flokk­inum – í mun til gomlu leiðsl­ una. Bárður Nielsen stuðlaði ikki Kaj Leo Holm Johannesen, sum var und­ ir stórum trýsti í sambandi við rok­ ið um Eysturoyartunnilin. Og Magni Laksafoss hevur fyrr verið í stríð við leiðsluna í flokkinum. Men nú eru tað so nýggir menn, sum leiða flokkin – Føroya elsta flokk. Á eykalandsfundinum segði Magni Laksafoss, at hann ynskti at fara undir end­ur­skoð­an av øllum politikkinum hjá flokki­num, so at flokk­ur­in fær ein dagførdan poli­tikk á øllum økjum. Næstformaðurin segði, at arbeiðið fer at taka fleiri ár, men at tað er neyðugt, fyri at flokkurin kann tala við einari rødd. Ikki minst, so at nýggj valevni og fjølmiðlar vita, hvat tað er fyri ein pol­itikk­ur, ið Sambandsflokkurin stend­ur fyri. Nýggi formaðurin legði dent á, at tað er við Ríkisfelagsskapinum at vit skulu skulu tryggja føroysku tjóðini veruligt frælsi, so fólkið, ið her býr, trívist og hevur størsta møguliga persónliga frælsið. Fyrsta avbjóðingin hjá nýggju leiðsluni at vísa, hvar flokkurin stendur, verður í sambandi við ta stjórnarskipanararbeiðið, sum samgongan nú fer at seta ferð á aftur. Her hevur Bárður Nielsen høvi at vísa, um hvørjar dygdir, hann hevur sum formaður. Um hann hevur somu stokkkonservativu hugsan, sum Sambandsflokkurin hevur víst seinastu árini – ella um hann vil vera við til at gera av, hvør hevur valdið í Føroyum, og hvør skal gera av, hvussu vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin í framtíðini – og hvør skal gera av, hvussu vit gera, um fólkið ynskir broytingar. Tað hevur stóran týdning, at allir flokkar í Føroyum verða við til at gera eina nýggja stjórnarskipan. Tað er ikki ein spurningur, um vit skulu loysa Føroyar úr ríkinum ella ikki. Men tað fólkaræðisliga grundarlagið, sum land okkara byggir á, sum skal staðfestast í eini slíkari lóg, so vit sleppa undan naggatódnini, sum fyllir alt ov nógv í føroyskum politikki. Fólkið í Føroyum vil ikki úr ríkisfelagsskapinum. Men tað er fólkið, sum skal siga nei ella siga ja. Tí fólkið í Føroyum eigur sjálvandi avgerðina. Tað er tað, sum m. a. skal stað­fest­ ast í eini stjórnarskipan. Ein stjórn­ ar­skip­an, sum allir flokkur skulu seta síni fingra­merki á, sjálvandi. skulu Fínpussa hugsjónina Hóast løgtingið við galdandi fíggj­arlóg samtykti, at priv­ at­ir miðl­ar skulu stuðlast við tvei­mum milliónum krónum, so verð­ur hetta nýbrotið í før­oyskum politikki – alt­so at stuðla privatum miðla­fyri­ tøk­um, nú jarðað endaliga. Tí í eykajáttanarlóg, sum Kristina Háfoss hevur lagt fyri løgtingið, verða hesar tvær milliónir krónurnar nú tikn­ar aftur í landskassan at fylla hol við. Landsstýrið ætlar millum annað er at brúka pengarnar til fleiri park­er­ings­pláss uttan fyri Norð­ur­landa­hús­ ið, og at játta málaráðnum hægri stuðulsjáttan. Í grundgevingini fyri at taka peng­ar­nar aftur av fíggj­ar­lógini sigur lands­stýr­ is­kvinn­an: – Av tí at uppskotið um løg­tingslóg um miðlastuðul ikki er samtykt, verður eing­ in stuðul veittur til priv­atu fjøl­miðl­ar­nar í 2015. Játt­an­in verður nýtt til at gera eyk­a­ játt­an­ar­um­bøn­ina út­reiðslu­ neu­tr­ala. Tað merkir, at játtanin til stuð­ul til privatar miðl­ar nú skal brúkast til at fylla út onnur hol á løg­tings­fíggj­ar­ lóg­ini. Tað beint fyri summar­ steðg­in, at mentanarnevndin »súlt­aði« málið um miðla­ stuð­ul við ikki at koma aftur í ting­ið við lógini um, hvussu játt­anin til privatar miðlar skuldi býtast. Tí kunnu peng­ ar­nar ikki býtast út. Hesa lógina kundi løg­ting­ ið nú havt samtykt, men í staðin mælir fíggj­ar­mál­a­ráð­ frú­an til at brúka pengarnar til onn­ur endamál. Miðlastuðulin fór til parkeringspláss Fríggjakvøldið verð­ur kvøld­seta í Mentanar­húsi­ num í Fuglafirði. – Fyrstu ferð, henda kvøld­seta sá dagsins ljós var í 2010, og sostatt er hetta sættu ferð, vit trína á pall­in í Mentanarhúsinum. Teir, ið fara at siga frá í ár, eru: Max Weihe, Selatrað, Ás­finn Sigvardsen, Gjógv, Djóni Kunoy, Kunoy og Bjørn Kalsø, Syðradalur, Kals­oy. Max Weihe, sum er ætt­ aður av Selatrað og býr á Kambs­dali, fer at siga frá um hagapartarnar á Sela­ trað, Norði í Haga, Grøna­ bergs­ærnar, Miðjan, oman­ vert bygdina, gongur suður til Gjógvará, og síðani kem­ ur Heimari Garðhagi og Ytri Garðhagi. Ásfinn sigur frá haga­ num Sáttarenni við Gjógv og eitt sindur frá tí gomlu tíð­ini, tá ið hagarnir í Funningi og við Gjógv lógu sam­an. Djóni Kunoy sigur frá um Skarðdalin, sum er om­an fyri Kunoyar bygd, báðu­megin Skarðsgjógv, og Bjørn Kalsø nertur í síni frá­søgn við hagapartin Fyri heim­an Gjónna og Fyri Norð­an á Blankskála. – Te og kaffimuður í steðg­i­num, og drýlur og kjøt­pylsa frá Bjarta Høj­ bro afturvið, sigur Frits Johannesen, ein av fyri­reik­ ar­u­num. Sætta kvøldseta um seyð í Fuglafirði Allir flokkar skulu seta síni fingramerki á stjórnarskipan