mánadagur 26. oktober 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
November 2015
2
7
»Nordsøen og fremtiden«
Lágur oljuprísur
hóttir arbeiðspláss
– Við verandi oljuprisi klára oljufeløgini at svara hvørjum sítt,
men tað verða ikki gjørdar íløgur í leiting og nýggj felt
– og tað er hetta, sum rakar frálandavinnuna meint
Felag at reka
pínuklinikk
Anders Bøgesvang, lækni, hevur 7. oktober
stovnað felag, hvørs endamál millum annað
er at arbeiða fyri atskapa privata pínuklinikk í
Føroyum.
Navn felagsins er Sp/f Bøgesvang, og
felagið hevur heimstað í Søldarfirði.
Stovnari er felagið »DR. Bøgesvang AS« í
Haugesund í Noreg.
Stjóri er Anders Elbo Bøgesvang. Partapen
ingur er 80.000 krónur.
Sambært Skráseting Føroya er endmál
felagsins »at selja og umsita heilsutænastur,
herundir arbeiða fyri at skapa privata pínu
klinikk í Føroyum, handil og íløgur í øðrum
virkjum og ognum, umframt ráðgevandi
virksemi og tað sum natúrliga fylgir hesum
virksemi«.
Rúni M. Djurhuus
stjórnar timbur
monnum
12. oktober er nýtt smápartafelag stovnað,
sum kallast Sp/F Tín Timburmaður.
Stovnaðar eru Gunnar Thomsen í Havn,
Sp/f 5715, Sp/f 5.03.12 , Suðurstíggjur 11, 160
Argir, Fróði Vang á Oyrarbakka.
Stjóri í felagnum er Rúni Martinsson
Djurhuus á Argjum.
Felagið hevur 90.000 krónur í
partapeningi.
Endamál felagsins er at reka handverk,
ídnað, handil og annað virksemi í hesum
sambandi.
Eirikur Lindenskov
Í farnu viku var stóra árliga ráðstevnan í
Keypmannahavn hjá áhugabólkinum Dansk
Olie og Gas, og var evnið hesaferð var
»Nordsøen og fremtiden«.
Yvir 300 luttakarar vóru til ráðstevn
una og úr Føroyum vóru eitt nú umboð
fyri Thor, Føroya Tele, Vinnumálaráðið
og Johan Mortensen, sum er altjóða
konsulentur fyri fleiri føroyskar fyri
tøkur.
– Ráðstevnan var sera áhugaverd.
Har vóru framløgur hjá DONG, HESS,
MÆRSK OIL AND GAS, WINTHERSHALL
og WOOD MACKENSIE, greiðir Johan
Mortensen frá.
Vinnan hevur tað ikki gott við núverandi
oljuprísi, og væntaðu framløguhaldararnir, at
ikki fyrr enn í 2016 og 2017 fer oljuprisurin
upp aftur.
– Við verandi oljuprisi klára oljufeløgini at
svara hvørjum sítt, men tað verða ikki gjørdar
íløgur í leiting og nýggj felt – og tað er hetta,
sum rakar frálandavinnuna meint. Tey meta,
at eini 30.000 fólk í Noregi verða rakt av
støðuna. Eisini í Danmark hava veitarar
til vinnuna verið noyddir at siga upp í 25
prosent av fólkinum úr starvi, sigur
Johan Mortensen.
Niðurstøðan var, at tað er ein framtíð
fyri Norðsjógvin, at kreppan fer at hasa
av, og í løtuni eru oljufeløgini noydd at
arbeiða nógv meira saman bæði við
infrastrukturum, tænastum, veitingum,
størvum og so framvegis.
– So yvirhøvur var ráðstevnan opti
mistisk, og vóru nógvar tilsipingar til
seinastu oljukreppuna í 2008, sum rakti
meint, men sum vinnan skjótt vann á, sigur
Johan Mortensen.
Anders Bøgesvang, lækni Mynd: Álvur Haraldsen
Rúni Martinsson Djurhuus
Útgevari: Sosialurin (26. oktober 2015)
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Lýsingar:
Frida Mellemgaard
lysing@sosialurin.fo
tel. 231826
Snið og layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Myndir: Álvur Haraldsen o.o
Vit royna at fáa
virkini út at selja
Magni Arge, Per Gulklett, stjóri á Thor, Johan Mortensen, ráðgevi, Brian Rosenkrans, Shefa, Jens H. Hoffmark,
Vice President Europe fyri IADC (International Association of Drilling Contractors)