mánadagur 26. oktober 2015síða 32
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
November 2015
8
7
Árni Gregersen
Tað er ein trupulleiki hjá Faroe
Marine Products á Hagaleiti uttanfyri
Leirvík, at trot hevur verið á rávøru til
framleiðsluna.
Tí verður aftur í ár farið til Noregs
at keypa toskarhøvd og ryggir, sum
so kunnu góðskast og seljast á
nigeriska marknaðinum.
Orsøkin er minkandi og óstøðugi
fiskiskapurin á føroysku sjóleið
unum, sum ger, at tað er
bæði torførari og dýrari at fáa
hendur á rávøru.
– Tí sendu vit Høgaklett til
Noregs í fjør eftir rávøru. Hetta
var gjørt í samstarvi við Varðan
í Gøtu. Tann túrin fingu vit eini
300 tons av norskum høvd
um heim við, sigur Eirikur á
Húsamørk, stjóri.
Faroe
Marine
Products
turkar toskarhøvd og ryggir og
útflytir lidnu vøruna, fyrst og fremst
til Nigeria.
Har verður vøran brúkt til matna
til fólk. Vanligt er, at fiskurin verður
brúktur til at kóka súpan av.
Nýggjasta framleiðslan er djóra
fóður, sum fyri tað mesta verður selt
til Týsklands.
– Hetta er ein marknaður, sum
er rættuliga tungur at sleppa inn á,
sigur Eirikur á Húsamørk.
Í løtuni er tað soleiðis, at umleið 10
prosent av framleiðsluni í Leirvík fer
á týska marknaðin, sum djórafóður.
Nýggjar framleiðslur
Virkið í Leirvík arbeiðir alla tíðina
við at finna nýggjar marknaðir, men
eisini við at menna nýggjar vørur,
sum marknaðurin eftirspyr.
Nú er ætlanin at fara at frramleiða
lýsi aftur. Somu fólk, sum nú eiga
og stjórna Faroe Marine Products
framleidddu lýsi á einari verksmiðju
í Gøtu fyri fleiri árum síðani, men
sjálvur framleiðsluparturin til lýsi er til
taks enn og nú verður hann so aftur
tikin í brúk.
Aðrar royndir verða eisini gjørdar.
Í eina tíð er arbeitt við at gera
proteinpulvur og taratablettir.
Hetta er ikki komið á marknaðin
enn, men verður testað í løtuni.
Eirikur á Húsamørk sigur, at á
Eiði verður eisini arbeitt við fleiri av
hesum framleiðslunum, til dømis at
gera lýsi. Hetta heldur hann er gott,
tí tað gevur kapping á marknaðinum.
Alt til lands
Stjórin og íverksetarin í Leirvík hevur
mangan víst á, at tað er umráðandi,
at allur fiskur og alt fiskatilfeingið
verður fingið til lands.
Hetta er sjálvandi tí hann og
hansara virkið hava brúk fyri rá
vøruni, men tað er eisini tí at hann
fastheldur, at hetta hevði givið sam
felagnum stór virðir.
– Tá ið íslendsk skip fingu álagt
at taka allan fisk og alt av fiskinum
til lands, tá komu fleiri nýggj virkir í
gongd í Íslandi. Tað haldi eg eisini vit
høvdu fingið her, sigur hann.
Fyri at nøkta rávørutørvin, so
hevur Faroe Marine Products i sein
astuni eisini roynt at arbeiða við
svartkjafti.
Svartkjafturin kann brúkast til
matna, men hann kann eis
ini brúkast til at gera protein
pulvur og annað úr.
Umleið 60 fólk arbeiða á
virkinum í Leirvík. Gjøgnum
árini hevur virkið útflutt fyri
millum 60 og 128 milljónir
krónur um árið.
Marknaðurin í Nigeria er
vaksandi, men sølan av før
oysku fiskavørunum er nógv
tengd at amerikanska dollara
num og lutfallið millum amerikanska
dollaran og nigerisku nariani. Dollarin
er vaksin í virði, so keypiorkan er
minni, men mett verður at lutfallið fer
at broytast aftur til tað betra.
arnig@sosialurin.fo
Høvdavirkið
Aftur til Noregs at
keypa toskarhøvd
Faroe Marine Products í Leirvík fer aftur at senda skip til Noregs
eftir høvdum og ryggjum til framleiðsluna í Leirvik
Hetta er ein marknaður,
sum er rættuliga tungur
at sleppa inn á
At siga, at 10-manna
farið Klaksvíkingur
vann FM, tí summir
av rógvarunum tóku
proteinir, framleiddar á
Høvdavirkinum í Leirvík,
er helst at taka munnin
ov fullan. Men at tað
hevði ávirkan er onki at
ivast í.
Svein-Rógvi Nielsen
var ein av teimum, sum var við Klaksvíkingi í
summar.
– Hálvan mai fór eg undir at taka protein
pulvur, sum var framleitt í Leirvík og persónliga
má eg siga, at tað hevði ómtaliga stóra ávirkan
á meg persónliga, sigur hann.
Svein-Rógvi Nielsen er royndur ítróttarmaður
og venjari og hevur egna venjingarmiðstæð.
Hann sigur, at hann, hvørja ferð hann vandi,
blandaði sær ein proteindrykk, sum hann drakk
10-15 minuttir eftir at hann var liðugur at venja.
– Eg havi ongantíð fyrr kent, at kroppurin
er komin so væl fyri seg eftir harða venjing,
sum nú eftir at eg fór at taka hetta proteinið.
Kroppurin restitueraði nógv skjótari enn hann
vanliga ger, sigur Svein-Rógvi Nielsen.
Ítróttarfólk vita, at tá ið vant verður hart, so
ræður um at fylla depotini aftur skjótt – serliga
við proteinum.
– Í hesum, sum eg havi roynt, er so at siga
onki feitt í. Tað vísti seg eisini, at eg misti eini
fýra kilo meira í ár í sambandi við rógvingina,
enn eg vanliga geri, sigur hann.
Hann sigur, at umframt tað at kroppurin
skjótari kom fyri seg, so bøtti proteinið eisini um
onnur viðurskifti.
– Eg eri plágaður av eksem, men tá ið eg
taki proteinpulvur, so fer tað burtur. Tað er heilt
fantastisk, sigur Svein-Rógvi Nielsen.
Betrast meira
Enn er framleiðslan í Leirvík ikki komin á
marknaðin. Eitt sindur er eftir á mál.
– Vit hava roynt hettar við góðum úrslitum,
men vit mugu gera produktið betri, sigur Eirikur
á Húsamørk, stjóri.
Serliga er tað smakkurin, sum má gerast
betur. Pulvurið smakkar ov nógv av fiski enn.
– Ja, fyri at siga tað sum tað er, so smakkar
tað sum at eta vátan turran fisk, sigur Svein-
Rógvi Nielsen.
Fyri at koma út á altjóða marknaðin, so er
neyðgut at arbeiða meira við framleiðsluni.
– Men vit síggja hetta avgjørt, sum ein
møguleika, sum vit eiga at troyta, sigur Eirikur á
Húsamørk.
Framleiðslan av proteinum til ítróttarfólk er ein av nýggju framleiðslunum hjá FMR í Leirvík
Protein frá FMR hjálpti klaksvíkingi til sigurs