mánadagur 26. oktober 2015síða 38
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
November 2015
14
7
Eyðfinn Reyðberg
Føroyska alivinnan er lítil í altjóða
høpi, og talan er heldur ikki um
nógvar føroyskar alifyritøkur, tí tær
eru bert fýra í tali. Av hesum fýra er
Faroe Farming tann minsta.
Felagið hevur 65 starvsfólk og
umsetningurin í 2014 var 168 milljónir
krónur. Hetta var ein minking í um
setningi uppá 19 prosent í mun til
2013. Verður hugt longur aftur í tíð,
so hevur umsetningurin ligið um 130
milljónir krónur, so talan er um stóra
framgongd í mun til árini 2010-2012.
Úrslitið áðrenn skatt var 29
milljónir krónur. Um hetta verður sett
í mun til umsetningin, so er avlops
stigið 17,3 prosent. Avlopsstigið í
2013 var 15,8 prosent.
Hetta er verri enn hjá hinum trim
um føroysku alifyritøkunum, sum
bæði í 2013 og 2014 høvdu eitt av
lopsstig sum lá um 30 prosent.
Tað vil siga at avlopið hjá Faroe
Farming, tá tað verður samanmett
við kappingarneytarnar Bakkafrost,
Luna og Marine Harvest, lutfallsliga
bert er helmingin av avlopinum hjá
hinum.
Faroe Farming hevði eitt avlop
áðrenn skatt uppá tilsamans 62
milljónir krónur í 2013 og 2014. Hevði
Faroe Farming havt sama avlopsstig
sum kappingarneytarnir, so hevði
samlaða úrslitið ligið um 115 milljónir
krónur samanlagt fyri 2013 og 2014.
Hægri starvsfólkakostnað
Faroe Farming hevur 65 starvsfólk,
og hesi fingu 22 milljónir krónur í
lønum í 2014. Hetta svarar til eina
meðal mánaðarløn til hvørt starvs
fólkið uppá 28.000 krónur.
Starvsfólkakostnaðurin var 13
prosent av samlaðu søluni í 2014. Í
2013 var tilsvarandi talið 11,2 prosent.
Tá hini alifeløgini hava ein starvs
fólkakostnað, ið liggur undir 10 pro
sent av samlaðu søluni, so er tað her
at ein frágreiðing liggur til at felagið
hevur heldur lægri avlop enn kapp
ingarneytarnir.
Meðallønin er eisini nakað hægri
enn hjá Luna og Marine Harvest.
Tí meðan Luna og Marine Harvest
høvdu eina meðal mánaðarløn uppá
ávikavist 22.000 og 21.000 krónur,
so lá Faroe Farming um 30 prosent
hægri við 28.000 krónum um mán
aðin.
Bakkafrost liggur tó hægst við
31.000 krónur um mánaðin, og
Bakkafrost var tann fyritøkan, ið
hevði hægst avlopsstig.
Tjaldur eigur
Tað er íløgufelagið Tjaldur, sum eigur
51 prosent av partapeninginum í
Faroe Farming. Hesi partabræv vóru
keypt í 2012 fyri 47 milljónir krónur,
og er tað eitt dóttirfelag hjá Tjaldur,
Sp/f Hjallur, ið er eigari.
Sp/f Hjallur fíggjaði alt keypið
við einum avdráttarfríum bankaláni
uppá 47 milljónir krónur.
Hini 49 prosentini eigur Bakka
frost. Faroe Farming keypir smolt og
fóður frá Bakkafrost. Hetta verður
gjørt fyri vanligan marknaðarprís.
post@sosialurin.fo
Alivinna: Faroe Farming P/f
Minsta føroyska alifyritøkan
Við einum umsetningi uppá 168 milljónir krónur í 2014, er Faroe Farming minsta føroyska alifyritøkan.
Tað er íløgufelagið Tjaldur, ið eigur 51 prosent av alifyritøkuni, meðan Bakkafrost eigur 49 prosent.
0
50000
100000
150000
200000
250000
2010
2011
2012
2013
2014
0
10000
20000
30000
40000
50000
60000
2010
2011
2012
2013
2014
0
5000
10000
15000
20000
25000
2010
2011
2012
2013
2014
0
5000
10000
15000
20000
25000
30000
35000
40000
45000
50000
2010
2011
2012
2013
2014
Umsetningur 2010-2014 Umsetningurin hjá Faroe Farming hevur ligið
støðugt millum 110 og 207 milljónir krónur seinastu fimm árini.
avlop áðrenn skatt Avlop í roknskapinum á hvørjum ári síðan 2007.
Samlaða avlopið seinastu fimm árini hevur verið 130 milljónir krónur áðrenn skatt.
Starvsfólkakostnaður Faroe Farming hevur 65 fólk í starvi, og
betalti 22 milljónir krónur í lønum í 2014.
vinningsbýti 75 milljónir krónur í vinningsbýti eru goldnar til eigararnar
seinastu fimm árini. Vinningsbýti er goldið á hvørjum ári.
Høvuðstølini hjá Faroe Farming seinastu tvey árini. Bæði søla og
bruttovinningur lækkaðu, og úrslitið fall við 12 prosent áðrenn skatt. Við
nýggja tøkuskattinum hækkaði skatturin, hóast úrslitið var verri.
Faroe Farming P/f
2014
2013
Broyting
Nettosøla
167.673
207.359
-19%
Framleiðslukostnaður
108.242
142.769
-24%
Bruttovinningur
59.431
64.590
-8%
Starvsfólkakostnaður
21.860
23.152
-6%
EBITDA
37.571
41.438
-9%
Avskrivingar
4.937
4.252
16%
Fíggjarpostar netto
-3.694
-4.362
-15%
Úrslit áðrenn skatt
28.940
32.824
-12%
Skattur
11.183
6.229
80%
Ársúrslit
17.757
26.595
-33%
Støðisogn
49.628
49.246
1%
Ogn í umferð
114.514
103.036
11%
Ogn tilsamans
164.142
152.282
8%
Eginpeningur
72.365
59.609
21%
Skuld
91.777
92.673
-1%
Skyldur tilsamans
164.142
152.282
8%
Rentuberandi skuld
-
-
-
Rentuberandi skuld/EBITDA
-
-
-
Starvsfólk
65
70
-5