mánadagur 26. oktober 2015síða 40
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
November 2015
16
7
Eyðfinn Reyðberg
80 fólk í arbeiði og eitt avlop uppá
27 milljónir krónur samanlagt sein
astu fýra árini. Hetta er tað, sum KJ
Hydraulik á Kambsdali hevur megn
að tey fýra árini frá 2011 til 2014.
Frammanundan tí gekk minni
gott, hall var á roknskapinum bæði
í 2009 og 2010.
KJ Hydraulik hevur vaksið nógv
um virksemi sítt seinastu árini. Hetta
hevur givið meira arbeiði og fleiri
starvsfólk, og hevur KJ Hydraulik sett
22 nýggj fólk í starv hesi seinastu
tvey árini, har tað nú starvast 80 fólk
hjá felagnum.
Økta starvsfólkatalið ger eisini,
at P/f KJ Hydraulik hevur útgoldið
9 milljónir krónur meira í lønum í
2014 tá samanborið verður við 2012.
Meðallønin til tey 80 starvsfólkini
hevur verið 33.000 krónur um mán
aðin í 2014.
Úrslitið hjá P/f KJ Hydraulik gjørd
ist eisini gott í 2014, har felagið hevði
eitt avlop uppá góðar 7 milljónir
krónur áðrenn skatt. Hetta er heldur
minni enn rekordárið 2013, tá avlopið
áðrenn skatt gjørdist knappar 10
milljónir krónur.
Orsøkin til at avlopið er fallið við
3 milljónum krónum er, at meðan
bruttovinningurin er vaksin við 3
milljónum krónum í 2014, so er lønar
kostnaðurin øktur við 6 milljónum
krónum.
Eginpeningsavkastið er sera gott,
tað var 24 prosent í 2014.
Taka vit seinastu fýra árini, so
hevur P/f KJ Hydraulik havt eitt avlop
eftir skatt uppá 22 milljónir krónur.
Hetta svarar til eitt avkast uppá 178
prosent av eginognini uppá fýra ár.
Eginognin í felagnum er nú
knappar 30 milljónir krónur.
P/f KJ Hydraulik er ein fyritøka
við serligum serkunnleika innan
hydraulik og maskintøkni, ið veitir
og serviserar útgerð til fiskiídnaðin,
alivinnu á sjógvi og landi, umframt
flutningsvinnuna og byggivinnuna.
Sum ein av stóru fyritøkunum á
maskintekniska økinum í Føroyum,
veitir P/f KJ Hydraulik eisini útgerð
og tænastur til útlendskar marknaðir,
eitt
nú
til
Íslands,
Skotlands,
Hetlands, Grønlands, Danmarkar og
Noregs.
Sum eitt at týdningarmiklu ar
beiðunum í 2014 var, at felagið kundi
handa tvíkiljuna Skarðsvík til Bakka
frost beint undan jólum í fjør.
Ólavur Asafsson Olsen er stjóri í
P/f KJ Hydraulik.
Eyðfinn Reyðberg
P/f Jóannes Thomsen á Kambsdali,
sum best er kent undir navninum JT
Electric, hevði eitt sera gott ár í fjør.
Felagið hevði framgongd á øllum
økjum, og úrslitið áðrenn skatt gjørd
ist eitt avlop uppá góðar tríggjar
milljónir krónur.
Hetta er sera stór broyting, tí árið
frammanundan hevði JT Electric eitt
hall uppá 600.000 krónur, so rakst
urin er bøttur við 3,7 milljónir krónur
eftir bert einum ári.
Tað er nógv størri søla, ið er
høvuðsorsøkin til bøtta raksturin.
Bruttovinningurin í 2014 var 10,9
milljónir krónur. Hetta er ein vøkst
ur uppá 5,2 milljónir krónur í brutto
vinningi, tí bruttovinningurin í 2013
var 5,7 milljónir krónur, so talan er
um ein vøkstur í bruttovinningi uppá
heili 90 prosent.
Um vit hyggja eftir bruttovinning
inum hjá JT Electric seinastu 10 árini
undan 2014 síggja vit, at JT Electric í
meðal hevur havt ein bruttovinning
uppá 4,6 milljónir krónur um árið
tíðarskeiðið frá 2004 til og við 2013.
Tað er tí eitt stórt skifti í sølu, ið nú
hevur skapað stóra framburðin hjá JT
Electric í 2014.
Lønarkostnaðurin er hækkaður
nakað í 2014 úr 6 milljónum krónum
í 2013 upp í 7,4 milljónir krónur í
2014.
Tá bruttovinningurin hækkar við
5,2 milljónum krónum og lønar
kostnaðurin bert hækkar við 1,4
milljónum krónum, gevur hetta
natúrliga eitt betri úrslit, og er hetta
eisini frágreiðingin til at raksturin hjá
JT Electric er bøttur við 3,7 milljónum
krónum eftir bert einum ári.
Tey 10 árini frá 2004 til og við
2013 hevði JT Electric eitt samlað
avlop áðrenn skatt uppá 1,2 milljónir
krónur samanlagt, so tað má av
sonnum sigast, at JT Electric hevði
eitt sera gott úrslit í 2014.
Orsøkin til stóra vøksturin er at
føroyska alivinnan klárar seg so
væl í altjóða høpi. Leiðslan sigur, at
JT Electric merkir tíðuliga ein økt
an eftirspurning uttanlanda eftir
produktum felagsins. Talan er um
produktir til bæði alivinnuna og
fiskivinnuna annars, har JT Electric
hevur egna framleiðslu av ymisk
um produktum, so sum upptøkutól
til trol, ljós til aliringar, undirvatnsljós,
fóðurskipanir og mangt annað.
Góða gongdin hjá JT Electric í
2014, við øktari sølu í Føroyum og
serstakliga til útflutnings vísir, at
tænastufyritøkur við serskipanum til
ali- og fiskivinnuna kunnu njóta gott
av, at føroyingar í dag eru í toppflokki
tá aling umræður.
Tað er íløgufelagið P/f Tjaldur,
sum umvegis dóttirfelagið Sp/f
Kerið, eigur 78 prosent av P/F
Jóannes Thomsen á Kambsdali, í
dagligari talu kallað JT Electric.
Rói Sjúrðarson Kalsø er stjóri í
JT Electric. Hann tók við sum stjóri í
januar 2014.
Alivinna: Søla
Vøkstur saman við alivinnuni
KJ Hydraulik á Kambsdali hevur tvífaldað bruttovinningin seinastu fimm árini, og hevur vent hall til stórt avlop.
KJ Hydraulik P/f
2014
2013
Broyting
Bruttovinningur
41.572
38.325
8%
Starvsfólkakostnaður
31.625
26.317
20%
EBITDA
9.947
12.008
-17%
Avskrivingar
1.772
1.273
39%
Fíggjarpostar netto
-1.028
-830
24%
Úrslit áðrenn skatt
7.147
9.905
-28%
Skattur
1.394
1.764
-21%
Ársúrslit
5.753
8.141
-29%
Støðisogn
20.841
20.743
0%
Ogn í umferð
65.094
59.864
9%
Ogn tilsamans
85.935
80.607
7%
Eginpeningur
29.442
25.689
15%
Skuld
56.493
54.918
3%
Skyldur tilsamans
85.935
80.607
7%
Rentuberandi skuld
27.584
20.578
34%
Rentuberandi skuld/EBITDA
2,8
1,7
62%
Starvsfólk
80
75
5
JT Electric P/f
2014
2013
Broyting
Bruttovinningur
10.874
5.717
90%
Starvsfólkakostnaður
7.355
6.010
22%
EBITDA
3.519
-293
-1301%
Avskrivingar
135
108
25%
Fíggjarpostar netto
-320
-151
112%
Úrslit áðrenn skatt
3.064
-552
-655%
Skattur
544
-99
-649%
Ársúrslit
2.520
-453
-656%
Støðisogn
5.346
4.949
8%
Ogn í umferð
12.358
12.456
-1%
Ogn tilsamans
17.704
17.405
2%
Eginpeningur
6.484
4.814
35%
Skuld
11.220
12.591
-11%
Skyldur tilsamans
17.704
17.405
2%
Rentuberandi skuld
4.222
4.295
-2%
Rentuberandi skuld/EBITDA
1,2
-14,7
-108%
Starvsfólk
-
-
-
Alivinnan slóðar fyri góðum úrsliti hjá JT Electric
Nú verða føroyskt framleidd tól til fiski- og alivinnuna eftirspurd uttanlanda, millum annað tí at føroyska
alivinnan klárar seg so væl. JT Electric hevur nærum tvífaldað bruttovinningin eftir bert einum ári.