mánadagur 26. oktober 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
November 2015
18
7
Eyðfinn Reyðberg
Tað eru teir tríggir brøðurnir Atli,
Regin og Páll, sum eiga og í felag
reka virksemi hjá Luna, sum umframt
alivirki Luna eisini umfatar Fiska
virkið í Gøtu. Tað er Sp/f Í Tungu,
sum eigur øll partabrøvini í
bæði Luna og Fiskavirkinum
í Gøtu.
Tann parturin, ið umfatar
alivirki verður rikið í felagnum
Luna, og sigast má, at tað
hevur gingið sera væl við
hesum virksemi. Umsetning
urin hjá alivirkinum Luna,
sum øll árini undan 2009
lá undir 100 milljónir krónur,
fór á fyrsta sinni uppum 100
milljónir krónur í 2010, og
síðan er nettosølan støðugt
hækkað hvørt ár.
Í 2014 var sølan komin uppá 430
milljónir krónur, og av hesum lógu
134 milljónir krónur eftir áðrenn skatt.
Hetta svarar til eitt avlopsstig uppá
heili 31,2 prosent.
Stórar íløgur
P/f Luna hevur gjørt stórar íløgur
seinastu árini, og bert í 2014 hevur
felagið gjørt íløgur fyri 147 milljónir
krónur. Av hesum eru 63 milljónir
krónur íløgur í grundøki og bygning
ar, meðan restin 84 milljónir krónur
eru íløgur í aliútbúnað.
Luna hevur valt at útbyggja
smoltkapasitetin á Fútakletti mun
andi í 2014. Endamálið er at kunna
framleiða størri smolt innandura.
Hetta merkir at smoltið er størri, tá
tað verður sett út, og harvið gerst
framleiðslutíðin á sjónum styttri.
Fyrimunirnir við hesum eru, at
smittuváðin fyri sjúkum minkar,
samstundis sum sjógvaliøkini kunnu
útnyttast betri. Hetta merkir somu
leiðis at framleiðsluorkan økist. Tað
er eisini áhugavert, hvussu royndir
nar hjá felagnum í Heystfirði hilnast.
Um hetta øki verður mett at verða
nóg gott sum rakstrarøki, so kann
hetta økja munandi um aliorkuna
hjá Luna.
Sera góð avlop
Virksemið hjá Luna hevur kastað
væl av sær seinastu árini. Frá 2010
til 2014 er samlaða avlopið áðrenn
skatt tilsamans 406 milljónir krónur.
Av hesum er skattur 81 milljónir
krónur, so nettoavlopið hevur verið
325 milljónir krónur í fimm ár.
Taka vit samlaðu søluna í sama
tíðarskeiði, so hevur hon verið 1,5
milljard krónur. Tað vil siga at
avlopið hevur verið 27,3 pro
sent av samlaðu søluni hesi
seinastu fimm árini.
Av samlaða vinninginum
hesi fimm árini, eru 81 milljónir
krónur goldnar til móðirfelagið
í vinningsbýti.
Starvsfólkatalið trífaldað
Luna hevði í 2010 54 starvs
fólk og samlaði lønarkostn
aðurin var 13 milljónir krónur.
Í 2014 var starvsfólkatalið
komið uppá 150 og samlaði lønar
kostnaðurin var 38 milljónir krónur.
Tað vil siga at Luna hevur fingið
96 nýggj starvsfólk eftir 5 árum.
Kostnaðurin til starvsfólk var í 2014
38 milljónir krónur, so talan er um
eina meðalløn uppá 21.000 krónur
um mánaðin.
Eins og hjá øðrum alifyritøkum, so
er starvsfólkakostnaðurin lutfallsliga
lítil partur av samlaðu útreiðslunum
av at reka felagið. Starvsfólkakostn
aðurin er soleiðis bert 8,7 prosent av
nettosøluni.
post@sosialurin.fo
Undir heitinum Hiddenfjord hevur familjufyritøkan Luna uppbygd eitt
serstakt vørumerki í útheimi. 134 milljónir í avlopi í 2014 av vanligum rakstri
við 150 starvsfólkum, er kontanta úrslitið av hesi strategi.
Alivinna: Luna P/f
Burðardygd
lyklaorðið fyri
góðum úrslitum
Fíggja stórar íløgur sjálvir
Luna hevur megnað at goldið stóru íløgurnar í 2014 við eginfígging. Felagið kann nú rekast
heilt uttan bankafígging.
Tað man verða dreymurin hjá hvørjum íverksetara, ikki at verða bundin av avgerðum hjá
øðrum, til tess at náa tey mál, fyritøkan hevur sett sær. Tað verði seg bæði tá talan er um
íleggjarar, ella tá talan er um at fara í bankan til tess at fíggja virksemi sítt.
Luna hevur í dag 39 milljónir krónur í lánifígging, samstundis sum 37 milljónir standa á
bók. Netto lániskuldin er sostatt bert tvær milljónir krónur. Tað vil siga at Luna ikki longur
hevur brúk fyri lánifígging.
Hetta væl at merkja eftir at íløgur eru gjørdar í 2014 fyri 147 milljónir krónur. Íløgur, sum
felagið hevur megnað at gjalda kontant.
Luna hevur fastar ognir fyri 247
milljónir krónur samanlagt. Virðið á
laksinum, ið svimur í ringunum er 129
milljónir krónur, og útistandandi hjá
kundum er 37 milljónir krónur.
Teir tríggir brøðurnir og eigararnir
nýtast tí ikki at spyrja nakran annan eftir,
tá avgerðir verða tiknar um íløgur ella
rakstur av felagi teirra.
Tað burðardygga fyllir alt
Hoyrir tú stjóran í Luna úttala seg, so gongur ikki long tíð, til tú hevur hoyrt hann tosa um
vandan í at ala laks, og at aling altíð má fremjast á ein burðardyggan hátt.
Tað var í 2011, at Luna í altjóða høpi byrjaði at nýta vørumerkið Hiddenfjord. Hetta
vørumerki er eisini skrásett. Fyrsta floks alilaksur er greiða málið hjá Luna, og gjøgnum
Hiddenfjord vørumerki er greiða málið ein fyrsta floks laksur av allarbestu góðsku tú kanst
fáa í heimshøpi.
At bæði eigarar og starvsfólk veruliga brenna fyri hesum máli er eyðsæð, har arbeitt
verður støðugt við at nýta nátturugivnu umstøðurnar í Føroyum sum grundarlag undir hesi
visjón.
Við norsku netsíðuna ilaks.no segði Atli Gregersen fyri stuttum, at “vit skulu ikki gera
slíkt, ið forðar okkara eftirkomarum í at virka. Vit skulu reka okkara virksemi í samljóði við
náttúruna. Burðardygd er tí ikki bert eitt orð vit brúka, men nakað við meina í álvara, tað er
hetta, ið myndar okkara arbeiði í Luna” segði Atli Gregersen, stjóri.
Tað er henda meginregla, ið ger at Luna og Hiddenfjord nú vinna seg fram í heimshøpi,
og har umsetningurin hjá felagnum skjótt fer at runda eina hálva milljard krónur um árið.
Á ársins leiðaradegi í januar mánað var stjórin á Luna, Atli Gregersen valdur sum ársins
leiðari 2015, millum annað við hesari grundgeving: Hann hevur gingið á odda fyri at skapa
góðar vinnuligar og umhvørvisligar karmar fyri alivinnuna. Er dugnaligur, framskygdur
og tilvitaður um at framleiða eina matvøru við høgari góðsku, har Luna eisini við átøkum
skapar trivnað fyri starvsfólkið hjá felagnum.
Høvuðstølini hjá Luna seinastu tvey árini. Bruttovinningurin
hækkaði við 14 prosent, hóast sølan bert fór fýra prosent upp.
Eginognin er nú 315 milljónir krónur, og netto rentuberandi
skuldin 2 milljónir krónur.
Luna hevur
kastað væl av
sær seinastu
árini
Luna P/f
2014
2013
Broyting
Nettosøla
430.295
412.165
4%
Framleiðslukostnaður
238.940
243.846
-2%
Bruttovinningur
191.355
168.319
14%
Starvsfólkakostnaður
37.650
25.322
49%
EBITDA
153.705
142.997
7%
Avskrivingar
19.910
10.626
87%
Fíggjarpostar netto
258
-6.889
-104%
Úrslit áðrenn skatt
134.053
125.482
7%
Skattur
32.418
20.957
55%
Ársúrslit
101.635
104.525
-3%
Støðisogn
247.241
119.712
107%
Ogn í umferð
217.994
253.190
-14%
Ogn tilsamans
465.235
372.902
25%
Eginpeningur
315.119
228.243
38%
Skuld
150.116
144.659
4%
Skyldur tilsamans
465.235
372.902
25%
Rentuberandi skuld
39.400
43.750
-10%
Rentuberandi skuld/EBITDA
0,3
0,3
-16%
Starvsfólk
150
100
50