Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum November 2015 20 7 Eyðfinn Reyðberg Í 2014 fekk stjórin og eigarin av El- Talvuvirkinum í Gøtu, Eyðun Hansen, fyrstu virðisløn frá Eysturkommunu á vinnudegnum hjá kommununi, fyri besta nýskapandi vinnuliga hug­ skotið. Talan er um eina orkuspariskipan at brúka umborð á fiskiskipum, sum Eyðun Hansen hevur ment, og Eysturkommuna handandi fyri­tøkuni eina upphædd uppá 25.000 krónur, sum skuldu brúkast til at marknaðar­føra serstøku orkuspariskipanina bæði í Føroyum og uttanlanda. Hetta hevur eisini kastað av sær fíggjarliga, tí í roknskapinum síggja vit, at bruttovinningurin er farin upp við heili 122 prosentum. Bruttovinningurin var tríggjar milljón­ir krónur í 2013, og hækkaði hann upp til 6,6 milljónir krónur í 2014. Ein vøkstur uppá 3,6 milljónir krón­ur eftir bert einum ári. Tá starvsfólkakostnaðurin bert hækk­aði við 37 prosent, lá nógv meira eftir á niðjastu linju, tá árið var lokið. Avlopið gjørdist 3,6 milljónir krón­ur áðrenn skatt, móti 740.000 krónur í 2013. Eginognin gjørdi eitt rættuligt lop uppeftir, har hon fór úr 1,3 milljónir krónur í 2013 upp í 4 milljónir krónur í 2014. Felagið hevur nú ein soliditet uppá 46 prosent. Eyðun Hansen er stjóri í El-Talvu­ virkinum í Gøtu. Tað hevur hann verið síðan virkið var stovnað. post@sosialurin.fo Eyðfinn Reyðberg Sp/f Elektrikarin á Saltangará hevði eitt gott úrslit í 2014. Elektrikarin hevði eitt avlop uppá eina milljón krónur áðrenn skatt. Hetta er tað tvífalda av úrslitinum frá 2013, tá avlopið áðrenn skatt var hálva milljón krónur. Nógv meira var at gera í 2014 enn í 2013, tí lønarkostnaðurin hjá Sp/f Elektrikarin hækkaði við 900.000 krónum upp í tilsamans 2,7 milljónir krónur. Bruttovinningurin hækkaði við 1,2 milljón krónum, upp í knappar 4 milljónir krónur í 2014. Árið 2014 er besta árið síðan Sp/f Elektrikarin varð stovnað í 2007. Bruttovinningurin hjá felagnum hevður øll undanfarnu sjey árini ligið ímillum 1,6 og 2,6 milljónir krónur inn­til hann nú í 2014 kom uppímóti 4 milljón­um krónum. Avlopið hjá felagnum er eisini tað størsta tey átta árini felagið hevur virkað. Leggjast skal til merkis, at Elektrikarin hevur havt avlop á hvørjum ári, og samanlagt er avlopið 4,8 milljónir krónur tey átta árini frá 2007 til 2014. Hesi átta árini hevur Sp/f Elektrikarin útgoldið tilsamans 13 milljónir krónur í lønum. Sp/f Elektrikarin er væl fyri, eginognin er komin uppá 3,2 milljónir krónur og soliditeturin er góður 50 prosent, og við 2 milljónum í tøkum gjaldføri á bankabók. Tað eru teir báðir Ingemar Højgaard og John Mikkelsen, ið eru stjórar í felagnum Sp/f Elektrikarin. Tað hava eisini verið teir báðir, ið hava rikið virkið øll árini síðan stovn­ an. Eitt av stóru arbeiðunum, ið Sp/f Elektrikarin er í gongd við nú, er spenn­andi verkætlanin hjá Bakka­ frost á Glyvrum. Her stend­ur Sp/f Elektrikarin fyri øllum el arbeiðinum saman við Sp/f El-Teknik í Leirvík. Alivinna: Søla El-Talvuvirkið tvífaldar søluna Bruttovinningurin hækkar við 122 prosent og úrslitið hækkar við næstan trimum milljónum krónum eftir einum ári. 2014 gjørdist eitt avbera gott ár hjá El-Talvuvirkinum í Gøtu. El-Talvuvirkið í Gøtu Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 6.552 2.945 122% Starvsfólkakostnaður 2.509 1.828 37% EBITDA 4.043 1.117 262% Avskrivingar 194 146 33% Fíggjarpostar netto -251 -231 9% Úrslit áðrenn skatt 3.598 740 386% Skattur 648 131 395% Ársúrslit 2.950 609 384% Støðisogn 1.632 1.703 -4% Ogn í umferð 7.634 8.035 -5% Ogn tilsamans 9.266 9.738 -5% Eginpeningur 4.036 1.286 214% Skuld 5.230 8.452 -38% Skyldur tilsamans 9.266 9.738 -5% Rentuberandi skuld 1.353 1.570 -217 Rentuberandi skuld/EBITDA 0,3 1,4 -1,1 Starvsfólk - - - Elektrikarin Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 3.926 2.661 48% Starvsfólkakostnaður 2.674 1.805 48% EBITDA 1.252 856 46% Avskrivingar 157 143 10% Fíggjarpostar netto -132 -180 -27% Úrslit áðrenn skatt 963 533 81% Skattur 178 96 85% Ársúrslit 785 437 80% Støðisogn 2.952 3.039 -3% Ogn í umferð 3.622 2.556 42% Ogn tilsamans 6.574 5.595 17% Eginpeningur 3.198 2.414 32% Skuld 3.376 3.181 6% Skyldur tilsamans 6.574 5.595 17% Rentuberandi skuld 2.476 2.593 -117 Rentuberandi skuld/EBITDA 2,0 3,0 -1,1 Starvsfólk - - - JT-Kaving Sp/f 2014 2013 Broyting Bruttovinningur 4.140 4.231 -2% Starvsfólkakostnaður 3.048 2.894 5% EBITDA 1.092 1.337 -18% Avskrivingar 400 230 74% Fíggjarpostar netto -126 428 -129% Úrslit áðrenn skatt 566 1.535 -63% Skattur 102 296 -66% Ársúrslit 464 1.239 -63% Støðisogn 3.600 1.182 205% Ogn í umferð 1.052 3.543 -70% Ogn tilsamans 4.652 4.725 -2% Eginpeningur 544 3.567 -85% Skuld 4.108 1.158 255% Skyldur tilsamans 4.652 4.725 -2% Rentuberandi skuld 1.289 54 2287% Rentuberandi skuld/EBITDA 1,2 0,0 2823% Starvsfólk - - - Elektrikarin á Saltangará avlop á hvørjum ári Elektrikarin á Saltangará er saman við El-Teknik í Leirvík í gongd við stóru verkætlanina at byggja nýtt virki til Bakkafrost á Glyvrum, har hesar báðar fyritøkurnar standa fyri øllum el-arbeiðinum. Alivinnan brúkar nógv kavaratænastu JT-Kaving hevur eftir tíggju árum bygt eina fyritøku upp, ið hevur serkunnleika tá tað ræður um kavaratænastur til alivinnuna. Ein tænasta, ið alivinnan hevur nógv brúk fyri, er kavaratænasta. Ein av teimum kavarafyritøkunum, ið hevur flest ár á baki, er JT-Kaving. Bruttovinningurin er øktur ár um ár síðan felagið varð stovnað fyri knappliga 15 árum síðani, og virksemið, sum bert umfataði ein mann í fleiri ár, hevur seinastu tvey árini havt ein bruttovinning uppá góðar fýra miljónir krónur. Jan Thomsen hevur verið stjóri í felagnum JT-Kaving øll árini síðan stovnan. Í 2014 kom Brian Nýggjagarð inn í felagið, og er hann nú stjóri, meðan Jan Thomsen er nevndarformaður í JT-Kaving. Virksemi var í hesum sambandi umskipað í nýtt smápartafelag, og er hetta orsøkin til broytingar í eginogn og skuld. Í tíðarskeiðinum frá 2004 til 2014 hevur Sp/f JT Kaving útgoldið 17 milljónir krónur í lønum samanlagt. Tey seinastu fimm árini hevur avlopið áðrenn skatt ligið millum hálva milljón krónur og hálva aðru milljón krónur. JT-Kaving arbeiðir við kavarauppgávum runt alt landið. Felagið hevur gjørt íløgur í nógva nútímans útgerð og hjálparamboð, og hetta ger, at kavarafyritøkan arbeiðir nógv fyri alivinnuna. Umframt hetta eru ymiskar uppgávur, millum annað fyri skip, reiðarí og kommunur. Marknaðar­føra serstøku orkuspariskipanina bæði í Føroyum og uttanlanda