mánadagur 26. oktober 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vinnublaðið hjá miðlahúsinum
November 2015
22
7
Eyðfinn Reyðberg
Norska alifyritøkan Marine Harvest
er einasta av fýra føroyskum ali
fyritøkum, ið er partur av einum út
lendskum samtaki. Marine Harvest
hevur verið virkið í Føroyum seinastu
mongu árini, og núverandi partafel
agið Marine Harvest Faroes, hevur
havt hetta navn síðan 2004. Gamla
navnið hjá felagnum var Norðaling.
Marine Harvest er millum heims
ins stóru alifyritøkur. Tað sæst eisini
aftur í at felagið umframt í heimland
inum Noregi, er virkið í aling í Føroy
um, Skotlandi, Írlandi, Kanada og
Kili. Samlaða alinøgdin hjá Marine
Harvest var 419.000 tons í 2014, og
er hetta meir enn fimm ferðir alla tað
føroysku framleiðsluna í 2014.
Sum dømi um stóru støddina hjá
Marine Harvest kann nevnast, at um
ein vanlig portión av laksi til eina
máltíð vigar 140 gram, so framleiddi
Marine Harvest útvið seks milljónir
máltíðir av laksi um dagin í 2014.
Verður hugt eftir samlaðu nøgdini
hjá Marine Harvest, so fyllir føroyski
parturin ógvuliga lítið, men tá talan er
um avlop fyri hvørt kilo, so lá Marine
Harvest Faroes á odda bæði í 2013
og 2014.
Hesi bæði árini lá avlopið pr. kilo
um 15 krónur hjá føroyska partinum,
meðan tað bert vóru Noreg og
Skotland, sum lógu omanfyri 10
krónur, meðan hini londini øll lógu
niðanfyri 10 krónur í avlopi pr. kilo av
tiknum laksi.
Metavlop í Føroyum
Marine Harvest Faroes framleiddi
11.532 tons av laksi í 2014. Hetta gav
felagnum ein met umsetning uppá
527 milljónir krónur. Hetta er fyrsta
árið, at umsetningurin hjá Marine
Harvest Faroes fer uppum eina hálva
milljard krónur.
Umsetningurin
lá
seinastu
fimm árini frammanundan um 200
milljónir krónur, har 2013 var besta
árið við 266 milljónum krónum.
Talan er sostatt um eina tvífalding
av umsetninginum frá 2013 til 2014.
Hetta sæst eisini aftur í virðinum
á tí laksi, ið gongur eftir í ringunum
við árslok 2014. Hetta virði minkaði
við 100 milljónum krónum í 2014, og
fór úr 155 milljónir krónur í 2013 niður
á 55 milljónir krónur í 2014.
Sambært
roknskapinum
hjá
norska Marine Harvest hiðartil í
ár framgongur, at Marine Harvest
Faroes ikki hevur tikið laks fyrra
hálvár 2015, men væntast at taka
aftur í seinasta ársfjóðringi 2015.
Avlopið áðrenn skatt var 156
milljónir krónur í 2014. Taka vit sein
astu fimm árini, so hevur samlaða
avlopið verið 358 milljónir krónur
áðrenn skatt. Av hesum eru 83
milljónir krónur goldnar í skatti, so
nettoavlopið er 275 milljónir krónur.
Av hesum eru 123 milljónir krónur
útgoldnar í vinningsbýti til norska
móðirfelagið.
Føroyska felagið stóð fyri 2,5 pro
sent av samlaðu søluni hjá Marine
Harvest í 2014, meðan parturin av
avlopinum lá uppi á heilum 14,5 pro
sent av samlaða avlopinum hjá sam
takinum.
Lágur starvsfólkakostnaður
Stóra tøkan av laksi í 2014 gjørdi, at
starvsfólkakostnaðurin bert var 3,4
prosent av samlaðu søluni, móti 6,2
prosent í 2013.
Verður hugt eftir starvsfólka
kostnaðinum hjá Marine Harvest
seinastu tíggju árini sæst, at hesin øll
árini liggur undir átta prosent, og nú í
2014 heilt niðri á 3,4 prosent.
Hetta ger, at Marine Harvest
hevur nógv tann lægsta starvs
fólkakostnaðin
millum
føroysku
alifyritøkurnar, tá talan er um starvs
fólkakostnað sæð í mun til samlaðu
søluna.
Orsøkin til hetta er óivað, at fel
agið útflytir laksin meira óvirkaðan
enn hini feløgini.
Marine Harvest hevur 68 fólk í
starvi, og hevur starvsfólkatalið verið
tað sama seinastu árini. Meðallønin
fyri hvørt starvsfólk var 21.700 krón
ur um mánaðin í 2014.
Sjálvfíggjandi felag
Marine Harvest er nú sjálvfíggjandi.
Lániskuldin var við ársbyrjan 2014
27 milljónir krónur, men øll lán eru
afturgoldin í 2014, og við árslok 2014
hevði felagið harumframt 21 milljónir
krónur á bók.
Eginognin er 243 milljónir krónur.
Tað gevur ein soliditet uppá 74
prosent.
Marine Harvest kundi í veru
leikanum havt nógv meira tøkan
pening á bók, tí felagið hevur í
2014 lænt móðirfelagnum heilar 151
milljónir krónur. Um hesin peningur
stóð á bók í staðin, hevði tøka gjald
føri verið 172 milljónir krónur.
post@sosialurin.fo
At Føroyar er eitt gott land at ala laks í, er børsskrásetta Marine Harvest Faroes eitt gott
dømi um. Marine Harvest hevur alieindir í Noregi, Skotlandi, Írlandi, Kanada, Kili og Føroyum,
men tann føroyski parturin er tann eindin hjá felagnum, ið klárar seg lutfallsliga best.
Greining: Marine Harvest Faroes P/f
Føroyar er besta
alieindin hjá
Marine Harvest
Avmarkaðar íløgur
Marine Harvest Faroes gjørdi nettoíløgur í 2014 fyri 17 milljónir krónur og hevur nú eina
støðisogn uppá 66 milljónir krónur.
Ímeðan Bakkafrost og Luna gera sera stórar íløgur, so hevur Marine Harvest hildið aftur í
at gera íløgur í bygningar og framleiðslutól.
Stóru avlopini seinastu árini eru ikki brúkt til at økja um íløgurnar, tí Marine Harvest
hevur seinastu tíggju árini havt eina materiella støðisogn, ið øll árini hevur ligið um 60
milljónir krónur.
Árligu íløgurnar hava á hvørjum ári ligið ímillum 12-17 milljónir krónur, og hetta er ikki
broytt, nú inntøkugrundarlagið er vorðið nógv betri seinastu fimm árini.
Hildið hevur verið fast við, at materiella støðisognin og starvsfólkakostnaðurin ligga á
sama lága støði, sum tað hevur gjørt seinastu mongu árini.
Tað skapar eitt gott kappingarføri, og felagið er ikki bundið at stórum ognum í Føroyum. Í
Noregi hevur Marine Harvest eisini sína portiónsframleiðslu.
Bakkafrost hevur eina trý ára íløguætlan uppá 1.500 milljónir krónur. Luna gjørdi íløgur
í 2014 fyri 147 milljónir krónur, meðan Marine Harvest gjørdi íløgur fyri 17 milljónir krónur í
2014.
Marine Harvest hevur bestu smoltstøðina
Besta smoltstøðin í 2014 var tann hjá Marine Harvest á Hellunum. Felli hjá kappingar
neytunum var tvær til tríggjar ferðir hægri enn hjá Marine Harvest.
Besta smoltstøðin í Føroyum í løtuni er smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum.
Føroyska alivinnan metir um seg sjálva í kapping bæði tá talan er um aling á sjónum, og
tá talan er um smoltstøðir á landi.
Besta smoltstøðin verður vald eftir, hvør hevur lægsta byrjunarfelli á sjónum, tikið
verður eftir, hvussu stórur partur av
útsettu smoltunum doyr fyrstu tríggjar
mánaðirnar eftir, at tað er sett á sjógv.
Hjá smoltstøðini hjá Marine Harvest
á Hellunum doyði bert 0,94 prosent
av útsettu smoltunum fyrstu tríggjar
mánaðirnar á sjónum. Til samanberingar
vóru tilsvarandi tølini hjá Hiddenfjord
Fútakletti 2,36 prosent og Bakkafrost
Norðtoftir 3,24 prosent.
Høvuðstølini hjá Marine Harvest seinastu tvey árini.
Bruttovinningurin hækkaði við 65 prosent, og sølan
tvífaldaðist í 2014. Eginognin er nú 243 milljónir krónur,
og felagið hevur onga rentuberandi skuld.
Marine Harvest Faroes P/f
2014
2013
Broyting
Nettosøla
527.383
266.350
98%
Framleiðslukostnaður
350.823
159.041
121%
Bruttovinningur
176.560
107.309
65%
Starvsfólkakostnaður
17.751
16.569
7%
EBITDA
158.809
90.740
75%
Avskrivingar
10.740
10.380
3%
Fíggjarpostar netto
8.205
-2.415
-440%
Úrslit áðrenn skatt
156.274
77.945
100%
Skattur
43.930
14.883
195%
Ársúrslit
112.344
63.062
78%
Støðisogn
68.117
60.184
13%
Ogn í umferð
260.006
201.408
29%
Ogn tilsamans
328.123
261.592
25%
Eginpeningur
242.502
130.115
86%
Skuld
85.621
131.477
-35%
Skyldur tilsamans
328.123
261.592
25%
Rentuberandi skuld
-
26.860
-100%
Rentuberandi skuld/EBITDA
-
0,3
-100%
Starvsfólk
68
63
5