Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum November 2015 24 7 Eyðfinn Reyðberg Um onkur fyri 10 árum síðani, ella fyri bert fimm árum síðani, hevði sagt at Bakkafrost fór at 50 faldast í virði eftir bert fáum árum, og at úrslitið áðrenn skatt fór at nærkast einari heilari milljard krónum, so hevði við­kom­andi verið hildin ikki at vera rætt­sigtaður. Tó hetta er júst tað, ið er hent. Tá fyritøkan Bakkafrost, sum vit kenna hana í dag, sá dagsins ljós sum ein samanrenning av fleiri ali­fyri­tøkum, og har Føroya Banki sum fíggingar­ stovur spældi ein týdningarmiklan leik­lut, bæði sum fíggingarstovnur og eigari, var virði av fyritøkuni sett til knappar 200 milljónir krónur. Hetta var í 2006. Greið mál vóru sett fyri Bakkafrost, og arbeitt varð miðvíst við at menna fyritøkuna, og longu í 2010 var klárt at taka næsta stigið, sum var ein børsskráseting av Bakkafrost á børs­ inum í Oslo í Noregi. Virði á Bakkafrost var tá 1,3 milljard krónur, ella sjey ferðir hægri enn bert fýra ár frammanundan. Føroya Banki P/f, sum við børsskráseting- ina var størsti eigarin við 33,66 prosent, seldi síni partabrøv, og fekk ein vinning uppá 381 milljónir krónur. Í dag fimm ár seinni, er virðið á Bakkafrost farið uppum 10 milljardir krónur, og fyritøkan stendur nógv sterkari í dag, enn hon áður hevur gjørt. Sølan trífaldað Nettosølan hjá Bakkafrost var 2,7 milljardir krónur í 2014. Hetta var átta prosent meira enn í 2013, so stóri vøksturin í umsetninginum hesi seinastu árini, er nú á einum meira vanligum støði. Nettosølan í 2010 var 820 milljón­ir krónur. Talan er sostatt um meira enn eina trífalding av um­setn­ ing­inum eftir bert fýra árum frá 2010 til 2014. Fara vit longur aftur í tíð, so er netto­sølan hækkað úr 230 milljón­ um krónum í 2007 upp í 2,7 milljardir krón­ur í 2014, har sølan er hækkað hvørt tað einasta ár. Tað vil siga at sølan er 12 ferðir hægri í dag enn hon var í 2007. Metstór avlop At talan er um eina heilt óvanliga vinnu, har útsvingini søguliga hava verið sera sera stór, er tíðuligt. Merkis­vert er eisini, at vinningurin er høgur. Taka vit 2014, so var avlopið 899 milljónir krónur. Tá umsetningurin var 2,7 milljardir krónur, vil tað siga, at avlopið var heili 33,5 prosent av um­ setn­inginum. Hvørja ferð Bakka­frost selur fyri tríggjar krónur, so liggur ein króna eftir í vinningi, væl at siga eftir at allar útreiðslur eru goldnar. Verður hugt eftir avlopsstignum sæst, at tað hesi seinastu fimm árini hevur ligið millum 17 og 37 prosent av nettoumsetninginum. Hetta gevur Bakka­frost eitt høgt trygdarevni, tá prísurin á seldu vøruni kann falla nógv, áðrenn felagið verður sett í váða fyri at fáa hall á roknskapinum. Hesi seinastu fimm árini frá 2010 til 2014 hevur Bakkafrost havt eitt av­ lop uppá 2,6 milljardir krónur áðrenn skatt. Av hesum hevur Bakkafrost goldið 540 milljónir krónur í parta­ felags­skatti, meðan 851 milljónir krónur eru goldnar í vinningsbýti til eig­arar­nar av Bakkafrost. 700 starvsfólk Talið á starvsfólki hjá Bakkafrost er støð­ugt hækkað, og er nú komið uppá 700 fólk. Kostnaðurin til starvs­fólk var í 2014 264 milljónir krón­ur, so talan er um eina meðalløn uppá 31.000 krónur um mánaðin. Tað er merkisvert, at talan er um eina vinnugrein, har starvs­fólka­ kostn­aðurin er ógvuliga lágur í mun til virðið á seldu vøruni. Starvsfólka­ kostn­aðurin er soleiðis bert 10 pro­sent av nettosøluni. Í 2010 var starvs­fólka­kostnaðurin gott 14 prosent av nettosøluni, men er síðan fallin til seinastu tvey árini at hava ligið undir 10 prosent. 900 milljónir í avlopi í 2014 av vanligum rakstri við 700 starvsfólkum, tað er føroyskt eindømi, og so nógv tað besta rakstrarúrslitið hjá nøkrum føroyskum felag nakrantíð, og framtíðin sær ikki minni bjørt út. Alivinna: Bakkafrost P/f Avbera góða gongdin er meir enn ein dreymur Virðisøkja meira laks Málið hjá Bakkafrost er at helmingurin at tikna laksinum skal virðisøkjast. Í 2014 var talið komið uppá 45 prosent, sølan var útvið eina milljard og hon avlop. Eitt av málunum hjá Bakkafrost er at virðisøkja laksin so nógv sum gjørligt á virkjunum hjá felagnum. Hetta hevur bæði týdning fyri samlaða umsetningin hjá felagnum, umframt at fleiri fólk fáa arbeiði í Føroyum. Langtíðarætlanin hjá Bakkafrost er at 40-50 prosent av tikna laksinum skal virkast á Bakkafrost. Hetta mál varð uppfylt í 2014, har talan var um at 45 prosent vóru virðisøkt á virkjunum á Glyvrum og í Fuglafirði. VAP-geirin, sum hendan virkiseindin verður kallað, framleiddi í 2014 fyri 913 milljónir krónur. Avlopið fyri hvørt kilo av virkaðum laksi var 3,30 krónur eftir avskrivingar, og samlaða avlopið var 70 milljónir krónur. Tá innkeypið av laksi hjá hesi framleiðsluni verður gjørt til dagsprís, vísir úrslitið hjá Bakkafrost fyri 2014, at talan er um ein meirvinning við at framleiða laksaportiónir uppá 70 milljónir krónur. Afturat hesum kemur øll tey fólk, ið hava sítt arbeiði í samband við hesa framleiðslu, og sum ikki høvdu havt hetta arbeiði, var fiskurin bert fluttur óvirkaður av landinum. Talan er í høvuðsheitum um framleiðslu av laksaportiónum til tann evropæiska marknaðin, men sum nakað spennandi og nýtt byrjaði Bakkafrost eisini framleiðslu av laksa­portiónum til marknaðin í USA í 2014. Alheims nýtslan av sjógæti hækkar alsamt Tað er einki at óttast fyri at ikki slepst av við sjógæti. Alheims nýtslan er hækkað við 30 prosentum seinastu 15 árini. At virka og framleiða sjógæti er ein góð vinnugrein at vera í. Soleiðis vísa greiningar, at alheims nýtslan av sjógæti er hækkað við 30 prosentum fyri hvørt fólk hesi seinastu 15 árini. Taka vit nýtsluna av atlantslaksi fyri hvønn íbúgva í ES, so er nøgdin hækkað úr einum hálvum kilo um árið fyri 20 árum síðani til tvey kilo í dag. Talan er sostatt eina nýtslu av atlantslaksi, ið er fýra ferðir so nógv í dag, sum fyri 20 árum síðani. Eisini nýtslan av atlantslaksi í USA, Russlandi og Japan er hækkað nógv og støðugt hesi seinastu 20 árini, so talan er um góð útlit hjá laksavinnuni. Føroyska framleiðslan av laksi liggur um 4-5 prosent av samlaða útboðnum av atlants­laksi. Kili er so nógv tann størsti framleiðarin, og stendur Kili einsamalt fyri størra helming­inum av samlaðu framleiðsluni av atlantslaksi. Høvuðstølini hjá Bakkafrost seinastu tvey árini. Bruttovinningurin hækkaði við 26 prosent, hóast sølan bert fór átta prosent upp. Eginognin er nú omanfyri tvær milljardir krónur, og netto rentuberandi skuldin er 233 milljónir krónur. Bakkafrost P/f 2014 2013 Broyting Nettosøla 2.683.319 2.491.081 8% Framleiðslukostnaður 1.429.117 1.494.019 -4% Bruttovinningur 1.254.202 997.062 26% Starvsfólkakostnaður 263.897 232.871 13% EBITDA 990.305 764.191 30% Avskrivingar 97.169 86.659 12% Fíggjarpostar netto 6.055 49.819 -88% Úrslit áðrenn skatt 899.191 727.351 24% Skattur 252.086 138.133 82% Ársúrslit 647.105 589.218 10% Støðisogn 1.462.633 1.328.179 10% Ogn í umferð 2.000.300 1.784.047 12% Ogn tilsamans 3.462.933 3.112.226 11% Eginpeningur 2.063.653 1.665.277 24% Skuld 1.399.280 1.446.949 -3% Skyldur tilsamans 3.462.933 3.112.226 11% Rentuberandi skuld 722.321 860.040 -16% Rentuberandi skuld/EBITDA 0,7 1,1 -35% Starvsfólk 700 640 60