Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-10-26, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnublaðið hjá miðlahúsinum November 2015 30 7 Eirikur Lindenskov – Internetið er í ferð við at broyta allar vinnugreinar. Tað sigur Rúnar Reistrup, stjóri í Depop, sum er ein tøknifyritøka við høvuðssæti í London. Á Vinnu­deg­ num, sum Føroya Arbeiðs­gevara­ rfelag skipaði fyri 29. september, helt hann fyrilestur við heitinum »Hvussu fáa Føroyar fleiri vakstrarfyritøkur?« Broytingarnar við internetinum fevna ikki bara um tær vinnugreinar, vit hugsa um sum kunningarvinnur. – Higartil hava nakrar vinnur merkt broddin av internetinum – tíðindamiðlarnir ikki minst, men eisini eitt nú smásølur av ymsum slag, video­útleigarar (Blockbuster er farið á húsa­gang), myndavinnan (Kodak er farið á húsagang). Men nú byrja aðrar vinnur eisini at merkja, at internetið hevur so at siga blandað kortini av nýggj­um og loyvt nýggjum fyri­tøkum at vaksa seg stórar og leggja trýst á tær verandi (AirBnB hóttir hotel­vinnuna um alla heim, Uber hóttir taxa og transport­vinnuna) og so framvegis, sigur Rúnar Reistrup. Vilja verða 10 ferðir størri Komandi árini fara so at siga allar fyritøkur innan flest allar vinnu­ grein­ar at vera ávirkaðar av, at inter­ netið broytir fortreytirnar fyri teirra vinnuliga virksemi. Og Rúnar Reistrup heldur fram: – Men samstundis sum hetta kann tykjast sum ein hóttan hjá ver­ andi vinnulívi, so er hendan triðja ídnaðar­kollveltingin, sum internetið hevur havt við sær, ein fantastisk tíð at byrja nýtt virksemi ella menna ver­ andi virksemi, og tað hevur ongantið verið ein betri tíð at skapa nýggjar al­tjóða vakstrarfyritøkur. Eisini í Føroyum. Ein vakstrarfyritøka er oftast al­ tjóða nær um frá byrjan og hevur nøkur eyðkenni, vit kenna aftur frá eitt nú Amazon, Google: • Hevur eina vøru ella tænastu, sum skarar framúr • Prioriterar vøkstur fram um inntøkur her og nú • Ofta fíggjað við at váðafúsum íleggjarakapitali Rúnar Reistrup greiddi eisini frá, hvussu tey bygdu upp Depop frá grundini til nú at vera ein vakstrar­ fyri­tøka, sum veksur rættiliga skjótt. Hann segði, at við ársbyrjan í fjør hevði fyritøkan 12 fólk í starvi og um­setti fyri 300.000 USD um mán­ aðin. Nú eru tey 53 fólk, og um­setn­ ingurin er vaksin til 10 milliónir USD um mánaðin. – Bretski marknaðurin er um at gerast ov lítil til okkara orsaka av skjóta vøkstrinum, legði Rúnar Reistrup skemt­andi afturat. Og tað kann hann saktans siga, tí hvønn dag leggjast 6-7.000 nýggir brúkarar til – at sammmeta við fólka­ talið í Norðoyggjum – hvønn dag. Hann segði, at næsta ambitiónin er at vaksa tíggju ferðir størri – og har­eftir at gerast heimsins størsta sølu­miðstøð á fartelefonini. Alt ber til Sum evnið á fyrilestrinum bar boð um, so skuldi Rúnar Reistrup tosa um, hvat skal til fyri at byggja upp eina slíka vakstrarfyritøku, og um tað letur seg gera, í Føroyum. Høvuðsboðskapurin var í stuttum: – Alt ber til, men tað eru góðar orsøkir til, hví Depop liggur í London og ikki í Havn, og eitt nú hví Vivino er í San Francisco og ikki bara byggir út í Keypmannahavn. Vakstrarfyritøkur koma ikki burturúr ongum, og for­ treyt­irnar eru ymiskar frá staði til stað. Hann nevndi hesar fimm for­treyt­ irnar sum generallar fyri vakstrar­fyri­ tøkur sum heild: Rávøra Heimamarknaður Fólk Umhvørvi Fígging Fyri eina fyritøku sum Depop er rávøran bara tað, sum situr mill­ um oyruni á fólki. So fyri tað kundi Depop væl ligið í Føroyum. At før­ oyski  heima­marknaðurin fyri eina fyri­tøku sum Depop ikki er stórur, hevði heldur ikki verið tann stóri vansin, tí fyritøkan er bygd við al­ tjóða marknað­inum í hyggju frá fyrsta degi. Men útbúna og roynda fólkið og verandi vinnuliga umhvørvið í Føroyum leggur ikki beinleiðis upp til, at ein fyritøka sum Depop tekur seg upp her. Fíggingarmøguleikar fyri eina fyritøku sum Depop, sum er ein av mest umráðandi for­treyt­unum fyri íleggjarafíggjaðum vakstrar­fyri­ tøkum eru heldur ikki upplagdir í Føroyum. So nei, tað er ikki ómøguligt, men heldur ikki upplagt, at fyritøkur sum Depop fara at spretta upp í Føroyum. Heimsins best útbúna fólk Men gróðrarlíkindini fyri vakstrar­ fyri­tøkum i Føroyum eru slett ikki av leið – serliga innan fyri okkara kompetancu øki, heldur Rúnar Reistrup. – Her í Føroyum hava vit ikki Silicon Valley, har høvuðsvinnan er teldur og software, men tað sum vit hava er nakrar av heimsins fremstu fyritøkum innan okkara høvuðs­ vinnur, og runt um tær eru sprotnir veitarar, sum eisini eru í heimsflokki. Haraumframt hava eru vit av heims­ins best útbúnu fólkum, segði hann og legði afturat, at tað er ikki so løgið, at føroyingar klára seg væl uttan­lands – tað er ein sjálvfylgja, tí vit eru so væl útbúgvin, sum fá onnur í heiminum. Vit hava gott útbúgvingarverk og atgongd til heimsins bestu útbúgv­ ingar. Vit hava eitt rímiliga gott íbirtingar­umhvørvi. Vit hava fígg­ ingar­møguleikar. Og ikki minst hava vit nakrar av fremstu fyritøkunum í heiminum innan ávís vinnuøkir, sum eru bygd upp yvir meira enn 100 ár. Og úr hesum umhvørvinum kann næsta stóra altjóða vakstrarfyritøkan saktans koma. Hann nevdi síðani fleiri spírar, sum vit longu hava: Eitt nú Greensteam, Defined Energy og aðrar, sum so ella so eru avleggarar frá føroysku primer­vinnuni og tess veitarum – og frá før­oyska út­búgv­ ingar- og granskingar­um­ hvørv­inum. Hesar fyritøkur hava ongan heimamarknað í Føroyum sum so, men kunnu gerast leiðandi innan fyri sínar nichur á heims­marknaðinum – og hesar eru milliarda­nichur væl at merkja. Høvuðsboðskapurin hjá Rúnari Reistrup var soleiðis, at nýtt vinnulív kemur ikki burturúr úr ongum, og í Føroyum mugu tey, sum byrja fyritøkur og tey, sum sita á kapitali hjá verandi vinnulívi finna hvønn ann­an innan nýggj vinnuøkir, har vinnu­liga umhvørvið, fólkið og kapital­urin longu eru sterk. – Gloymið alt um at endurskapa Silicon Valley – dalin har heimsins fremsta KT vinna er savnað – í Før­ oy­um. Hugsið heldur um, hvar vit longu standa sterk og kunnu byggja á styrkir. – Gloymið Silicon Valley, hugsið Kambsdal – var boðskapurin frá Rúnari Reistrup til fjøldina av før­ oysk­um vinnulívsfólki, sum var møtt til Vinnudagin 2015 í Norðurlanda­ hús­inum. – Eitt sterkt vinnulív kann kveikja nýtt. Vit skulu fokusera á egnar styrkir og ikki bara kopiera onnur. So skulu altjóða vakstrarfyritøkur nokk taka seg upp í Føroyum, segði Rúnar Reistrup. eirikur@sosialurin.fo Rúnar Reistrup Gloymið Silicon Valley – hugsið Kambsdal – Gloymið alt um at endurskapa Silicon Valley – dalin har heimsins fremsta KT vinna er savnað – í Føroyum. Hugsið heldur um, hvar vit longu standa sterk og kunnu byggja á styrkir, sigur Rúnar Reistrup, stjóri á Depop – ein skjóttvaksandi altjóða tøknifyritøka í London Fokusera á egnar styrkir og ikki bara kopiera onnur