mánadagur 26. oktober 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Guitaran við í handilin
– Eg plagi at spæla eitt sindur, tá onkur friðarlig løta er, sigur Axel McIntosh, ið eigur og rekur Skóhornið
S
kóhornið í Bøgøtu í Havn fyllir 10
ár í næstum og hóast 10 ár ikki
eru 10 dagar, so er Skóhornið
yngsta skóbúðin í høvuðsstaðnum.
Tær hava verið fleiri, men nú eru ein
ans tríggjar eftir, sum eru skósølur
burturav.
Axel McIntosh eigur og rekur Skó
hornið. Hann ruddar guitaran burtur,
tá eg komi á gátt.
– Eg plagi at spæla eitt sindur, tá
onkur friðarlig løta er í handlinum,
sigur hann.
Hann byrjaði við heilsølu av ar
beiðsklæðum í nítiárunum, men fyri
eini tíggju, tólv árum síðani kom hann
til ta niðurstøðu, at tað, hóast kaping
á økinum, manglaði ein skóhandil, ið
bjóðaði nakað serligt, nakað annað
enn hinir. Hann legði seg í fyrstuni
eftir, at hava eitt gott úrval í bílígum
skóm og skóm fyri ung.
– Skógvar vóru ein dýr vøra, men
samstundis var tað blivið ein brúks
vøra, sum fólk skiftu ofta. Tí vildi eg
hava bíligar skógvar, so fólk høvdu
møguleikan at skifta ofta, greiðir
hann frá.
Hann fann tó skjótt út av, at
marknaðurin í Føroyum er lítil, og tí er
neyðugt at hava eitt sindur til øll, um
ein skal standa seg í kappingini.
– Nú hava vit tikið Viking skógvar
inn eisini, sum eru nakað dýrari, um
framt nakrar eitt sindur dýrari ital
ienskar skógvar. Aðalreglan er tó
enn, at skógvarnir eru praktiskir og
serliga at barnaskógvarnir passa
væl, eru nóg breiðir og at pláss er
hjá barnafótunum at veksa í teimum,
sigur hann.
Axel McIntosh sigur, at tað krevur
nógv at hava ein handil í Havnini í
dag, kanska serliga innan klæðir og
skógvar.
– Ein er jú noyddur at fylgja mót
anum alla tíðina, og hann broytist
jú frá sesong til sesong, serliga hjá
kvinnunum, sigur hann. Hann dylir ikki
fyri, at kvinnurnar eru størsti kunda
skarin.
– Í bransjuni siga vit, at 60 prosent
av søluni er til kvinnur, 20 prosent
til menn og 20 prosent til børn. Tað
samsvarar eisini væl við plássið, ið
verður sett av í handlunum til ymisku
sløgini, sigur hann.
Sum nevnt eru tríggir skóhandlar
í Havnini og Ale McIntosh metir, at
kappingin er hørð. Avansan er ikki
longur tað, hon einaferð var, men tó
er tað ikki bara hinar skóhandlarnar,
Skóhornið kappast við.
– Føroyingar keypa nógv, tá teir
eru uttanlands, og tað ávirkar søluna
hjá okkum, tá fólk keypa sær nýggjar
skógvar uttanlands, sigur Alex McIn
tosh.
– Føroyingar ferðast nógv, og tá
er vanligt, at keypa sær okkurt nýtt,
hóast prísmunurin ikki altíð er so
høgur, sum hann skal eitast at vera.
Eg haldi, tað er ein gamal vani hjá
føroyingum, at alt er bíligari og betri
uttanlands. Tað er tó ikki heilt satt
longur, sigur hann.
Ein partur av mistu inntøkuni,
um vit kunnu kalla tað so, veðrur
tó vunnin inn aftur, við at útlendsk
ferðafólk keypa í handlinum.
– Hetta er nakað, sum gerst alsamt
vanligari, kanska tí at ferðafólkini
hava lyndi at steðga longri og at
ferðafólkaárið verður longri. Hetta er
tó heilt víst eitt øki, sum kann menn
ast meiri, sigur Axel McIntosh.
Skóbransjan fylgir klædnabransj
uni annars og er tað serliga um høg
tíðirnar at nógv er at gera. Sjálvandi
er nógv at gera, tá vit fáa nýggju vør
urnar, á vári og heysti, men annars er
tað fyrst og fremst upp undir ólav
søku og jólini, at nógv er at gera,
meðan januar og februar eru nakað
væl lakari.
Nú stunda jólini til, so neyvan
fær Axel McIntosh stundir at spæla
guitara í handlinum aftur, fyrr enn vit
hava rundað ársskiftið.
Mynd: Álvur Haraldsen