mánadagur 26. oktober 2015síða 62
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Minnast gamla
lívið á Sandi
Tá Sands Kommuna, B71 og Virkið skipa fyri oktoburhugna seinni í mánaðinum, verður høvi at
minnast lívið og virki á Sands bygd sum tað var, og samstundis fagnast um lívið, sum er
Danjal av Rana
Í
1810 giftust Ludvík, krúnprinsur í
Bayern við Theresu, prinsessu, og
síðani tá hava fyrst fólk úr Bay
ern og síðani øllum Týsklandi hildið
Oktoberfest hvørt heyst, til minnis
um hjúnabandið. Oktoberfest hevur
seinastu árini breitt seg um heim
in og kanska er tað hon, sum gevur
sandingum høvi at skipa fyri oktobur
hugna seinni í mánaðinum.
– Vit skipa vanliga fyri sein
summardøgum, men við tað, at nú er
liðið so langt út á árið, hava vit valt
at kalla tað fyri oktoburhugna heldur,
greiðir Brandur Sandoy, borgarstjóri
frá. So heimskenda oktoburfestin í
Bayern hevur kanska ikki so nógv við
oktoburhugnan á Sandi at gera kort
ini.
Tað eru Sands kommuna, B71 og
Virkið, sum skipað fyri oktoburhugn
anum á Sandi 30. og 31. oktobur.
Fríggjadagin verður bæði barna
diskotek, grillfest og kvøldseta, so
har er høvi hjá øllum sandingum og
øðrum áhugaðum at luttaka í onkrum.
Kvøldsetan verður í Virkinum á Sandi
og á skránni er felagssangur, spurnar
kapping og borðreitt verður við tapas-
rættum.
– Kvøldsetan fer at bera brá av
endurminningum. Vit hava fingið fatur
á nøkrum gomlum super 8 filmum og
fara at vísa hesar kykmyndirnar undir
kvøldsetuni. Tær lýsa bygdina, lívið
og virki á Sandi í gomlum døgum,
og verður hetta uttan iva serstakliga
hugnaligt, greiðir Brandur Sandoy frá.
Tað er nærmast vorðið siður, at
kommunan bjóðar morgunmat á há
tíðardøgum, og oktoburhugnin á
Sandi er einki undantak. Kommunan
bjóðar morgunmat á Mørkini Miklu
og eftir morgunmatin verður møgu
leiki at fara til skips við Sandshavi
num. Sandshavið hevur roynst mill
um frægaru línubátarnar í landinum
seinastu árini og er tað føroyska
línuskipið, ið hevur landað mest í Ís
landi í ár, yvir 600 tons. Á oktobur
hugnanum fær meini sandingurin høvi
at koma ein túr við línubátinum og um
nóg stórur áhugi er, verður skipað fyri
tveimum túrum.
– Sandshavið kom til bygdin fyri
fimm árum síðani, og fleiri ungir
menn úr bygdini hava tikið kjansin
umborð. Ætlanin er at sigla út og
seta ein stokk. Hetta er ein møguleiki
hjá yngru fólkunum at uppliva, hvussu
lívið umborð á línubáti er, samstundis
sum hetta er ein møguleiki hjá eldru
monnunum at síggja, hvussu nógv er
broytt, síðani teir sigldu við línubáti,
sigur Brandur Sandoy.
Fiskivinnan hevur altíð sett sín
dám á Sands bygd og ikki færri enn
tveir flakabygningar standa Úti í Støð.
Hesir verða miðpunktið fyri tiltøkun
um leygardagin seinnapart.
Úti í Støð verður ymiskt undirhald
fyri tey yngru. Hoppiborgir vera settar
upp, umframt at skipa verður fyri
bæði fótbóltskapping, fiskikapping
og skjótikapping.
Út á kvøldið flytir tiltakið inn í
flakavirkið. Marine Harvest borðreiðir
við laksi og Hanus G. Johansen við
sangi. Steyp verða handað ymsu vinn
arunum og síðani verður felagssangur.
Oktoburhugnin endar við fýrverki og
báli úti í Støð klokkan 21 og dansi í
Virkinum út móti midnátt.
Flakavirkið á Sandi