mánadagur 26. oktober 2015síða 64
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 26. OKTOBER 2015
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
O
rðið kvøldseta er eitt vakurt
orð. Ja, kanska onkur, sum er
uppi á døgum í dag, minnist
henda hugaheim, sum var tíðin um
kvøldið aftan á arbeiðstíð, tá ið fólkið
var savnað í roykstovuni til inniar
beiðið (at karða, spinna, binda), með
an kvøðið varð og t. d. sagt varð frá
søgum og søgnum í tign og sóma.
Í okkara tíð er hetta flutt , men
hóast tað, so koma vit saman um
kvøldið eftir arbeiðstíð, har feløg,
felagsskapur, einstaklingar o. s. fr.
skipa fyri við upplestri, songi, skemti,
framsýningum og frásagnum á ymsan
hátt. Vit kunnu vera samd um, at orðið
í sjálvum sær er stak vakurt, og hetta
hugtakið, sum nú livir á mannavørr, er
sprottið úr í tí gamla samfelagnum og
livir nú sítt sæla lív í tí nýggja sam
felagnum eitt sindur øðrvísi.
Hetta er á sætta sinni, at kvøld
setan Seyður og seyðahald verður í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Her er
nógv at oysa av, bæði søguliga, í sið
menning, frásagnum, upplivingum á
ymsan hátt í bø og haga, heima við
hús, á básum, í fjósum og seyðahús
um.
Hetta er ein partur av okkara
gamla mentanararvi, sum enn tann
dag í dag livir sum ein partur av okk
ara frummentan. Tey, sum hava sagt
frá hetta kvøldið í hesi ár, seinasta
fríggjakvøld í oktobur mánaði, hava
dugað stak, stak væl at føra seg
fram. Tað er so hugtakandi at hoyra
orðingarnar um rakstur, um fylgið,
staðarnøvn, hagapartar, savningar
(Sandoyggin), fjallskipan, hendingar
o. s. fr. frá teimum ymisku bygd
unum. Málburðurin er eins og eitt
elligamalt, dýrdarvakurt kingolag ella
kvæðalag, sum ikki ber til at broyta
ella koma við nýggjum orðingum,
hugtøkum og leggja hetta oman
yvir hesa gomlu siðvenjing okkara.
Her livir okkara elskuliga føroyska
mál í einum rytmiskum anda, sum er
negldur fastur í sinnið í aldargomlum
hugtøkum frá farnum døgum, sum vit
kunnu frøast um.
Henda kvøldseta hevur ferðast
eitt sindur. Hon hevur verið í Norður-
landahúsinum, Vestmanna og á Tvør
oyri, og fyri tveimum árum síðani
vóru vit og vitjaðu í Íslandi - vinar
býi Fuglafjarðar Húsavík á Norður
landinum í mai/juni mánaði og søgdu
frá. Vit vóru so stak væl móttiknir.
Húsavík, Ísland
Kvøldsetan var 1. juni kl 16:00 í Borg
arhólsskúlanum í gomlu fimleikahøll
ini í hesum skúla.
Tað var hugaligt at síggja húsa
víkingarnar trína inn um gáttina til
kvøldsetuna. Eini áttati fólk komu at
lurta og síggja, hvat vit høvdu at bera
fram, tá ið tað snúði seg um seyð og
seyðahald í Føroyum. Húsavíkingar
komu eins og føroyingar hóvliga og
róliga inn og funnu sær ein sess.
Hetta vóru vit stak glaðir fyri. Tveir
føroyingar – tvær kvinnur, sum vóru
giftar í Húsavík, vóru komnar at lurta.
Onnur var ættað av Eiði og hin úr
Vági.
Áðrenn farið varð úr Føroyum,
høvdu vit tosað um, hvussu vit skuldu
málbera okkum. Bergur Elias, bæjar
stjóri, varð spurdur, hvat hann helt?
Hann mælti til, at vit skuldu tala
føroyskt eitt sindur seindrigið við
onkrum íslendskum orðum upp ímill
um. Jú, soleiðis varð eisini roynt, og
riggaði hetta stak væl. Bergur Elias
Agústsson, bæjarstjóri, bjóðaði okk
um at verða hjartaliga vælkomnar til
Húsavíkar til hesa kvøldsetu og heils
aði teimum, sum vóru møtt upp, við
blíðum orðum.
Tá ið Bergur var liðugur at tala, so
varð sálmurin Nú hvítna tindar sungin
á føroyskum, og Jógvan á Lakjuni
spældi undir. Tað rungaði eftir í høllini,
og var hetta sera kenslusamt at hoyra
íslendingar syngja á føroyskum. So
leiðis hava vit eisini byrjað kvøldset
urnar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
fimm tey seinastu árini. Við á hesi
ferð vóru Kristin Poulsen, Jákup Pauli
Johannesen, Jógvan á Lakjuni, Bárður
á Lakjuni, Dávur Winther, Petur Martin
Petersen, Kjartan Madsen og grein
skrivarin Frits.
Kvøldsetur
Fyrstu ferð, henda kvøldseta sá dag
sins ljós var, 2010, og sostatt er hetta
6. ferð, vit trína á pallin í Mentanar
húsinum. Teir, ið fara at siga frá í
ár, eru: Max Weihe, Selatrað, Ásfinn
Sigvardsen, Gjógv, Djóni Kunoy, Kunoy
og Bjørn Kalsø, Syðradalur, Kalsoy.
Max Weihe, sum er ættaður av
Selatrað og býr á Kambsdali, fer at
siga frá um hagapartarnar á Selatrað,
Norður í Haga, Norðari Partur og
Norður í Haga, Sunnari Partur. Miðjan,
omanvert bygdina, gongur suður til
Gjógvará, og síðani kemur Norðari
Garðhagi og Sunnweari Garðhagi.
Ásfinn sigur frá haganum Sáttar
enni við Gjógv og eitt sindur frá tí
gomlu tíðini, tá ið hagarnir í Funningi
og við Gjógv lógu saman. Djóni Kunoy
sigur frá um Skarðdalin, sum er oman
fyri Kunoyar bygd, báðumegin Skarðs
gjógv, og Bjørn Kalsø nertur í síni
frásøgn við hagapartin Fyri heiman
Gjónna og Fyri Norðan á Blankskála.
Kvøldseta í Mentanarhúsinum
– fríggjakvøldið 30. oktober kl. 19.00
Evald Johannesen á veg
á fjall í Skarðhaga
Sofur hjá Líggjasi, Sofus Eliasen
og Køkk Hans, Hans Toftegaard,
við »Bispagarðin« á Góðadali
Torstein Eliasen á veg
á fjall í Góðadali
Smádreingir: Jóhan Johannesen
og Jákup Arnholdt Lambaa,
við rættina á Góðadali
Haldor Nielsen og Arnold
Øre, røktingarmaður, á veg
niðan á Háls av Góðadali
Jóhan Marius Olsen, Hellurnar
við rættina í Skarðhaga
Fuglfirðingar á veg á fjall í Skarðhaga uppi á Fuglafjarðar skarði
Jofridt Jensen og Kjartan Dalbúð við rættina í Skarðhaga
Uppi á Hálsi á veg á fjall í Góðadali 1986